mánadagur 28. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. juni · Nr. 100
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
H
óast gott og væl hálvonnur
øld er liðin, síðani kongsins
einaveldi fall, og Danmark
fekk grundlógina, so hava vit fram
vegis sokallað konstitutionelt monar
ki – eina stýrisskipan, har vit hava ein
monark, sum er bundin av grund lóg
ini og so at siga einki polit iskt vald
hevur – er faktiskt bara til pynt.
Tað er so hugaligt at fáa konga
liga vitjan – og tað fingu vit í gjár, tá
Margreta drotning og Hendrikkur
prinsur komu á vitjan. Og tey skulu
vera hjartaliga vælkomin. Drotn
ingin kann gleða fleiri fólk, sum
sleppa at heilsa upp á hana – og
onnur njóta eisini gott av kongs
vitjanini, tí um ikki annað, so verður
lokala umhvørvið fríðkað til høvið.
Hinvegin kunnu vit seta spurn
ar tekin við, um nøkur meining
er í at hava ríkið skipað við kon
stitu tionellum monarkii. Onnur
framkomin lond hava ein forseta í
staðin. Hesa skipan kenna vit eitt
nú í Íslandi og í Finnlandi. Tey eru
eisini glað fyri sín forseta og verða
tey troytt av honum, so sleppa tey
at skifta hann út. Men tað sleppa
vit ikki.
Nú drotningin vitjar, so fáa
okk ara kosnu fólk frið eina løtu –
sleppa frá at stríðast um sparingar
og skerjingar – og kunnu kenna
seg væl í góðum selskapi í nakrar
dagar. Hinvegin so kunnu vit ikki
lata vera við at seta spurningin:
Hvussu nógv kostar hetta? Man
hendan
drotningavitjanin
ikki
kosta føroyskum og donskum
skatt gjaldarum gott og væl javn ing
ina av fólkapensjónini fyri næsta
ár, sum landsstýrið hevur stung ið
út í kortið? Ella sparingar á skúla
økinum?
Alt er sjálvandi ein spurningur
um prioritering. Men ikki bara tað.
Vit hava jú eitt demokrati, sum fyrr
í mánaðinum kundi hátíðarhalda
161 ára dagin fyri grundlógini.
Hvussu ber tað so til, at vit øll frá
afturhaldssinnaðum sambandsfólki
til víðgongd tjóðveldisfólk leggja
okkum fløt fyri monarkinum?
Drotningin hevur eisini hesaferð
heiðrað fólk bæði vanlig fólk, sum
fáa heiður fyri trúgva og drúgva
tænastu, men eisini tey, sum fáa sítt
bringuprýði, tí tey av tilvild røkja
eitt ávíst starv, nú drotningin er
her. Tjóðvelidsfólk og javnaðarfólk
– næstan øll altso – takka vanliga
per prinsipp nei til riddarakross.
Tað er sjálvandi ein rørandi heið
ur, tá ovasti monarkurin pyntar
tær bringuna soleiðis, men álv
ara tos... Hvat er poengið? Er
tað fyri at politikararnir skulu
vera betri politikarar, ella er tað
tí, at teir skulu verða fittari við
kongs húsið? Monarki er í øllum
førum ikki demokrati. Tað áttu
vit sum framkomið fólkaræði at
respekterað.
Onnur framkomin lond
hava ein forseta
Týskvøldið verður stóra
konsertin við Elton John á
Tórsvølli. Seinastu dagarnar
hevur verið gjørt klárt til
konsertina, og nú manglar
bara
høvuðspersónurin
sjálv ur at koma til landið.
Dyrnar á Tórsvølli lata
upp klokkan hálvgum seks
týskvøldið,
og
klokkan
sjey sessast Elton John við
klaverið og fer at spæla í
tveir og ein hálvan tíma.
Hetta er solokonsert hjá
Elton John, og roknað verð
ur sjálvsagt við, at hann fer
at tríva í nógvar av sínum
kendu sangum.
Rás2 hitar upp til Elton
John
konsertina
allan
týs dagin. Sent verður av
Tórsvølli fyrrapartin mill
um klokkan 9 og 11, og aftur
seinnapartin frá klokkan
15. Sent verður til konsertin
byrjar, og Rás2 fer at varpa
fyrsta partin av konsertini
beinleiðis út til allar før oy
ingar.
Elton John á pallin
klokkan sjey
Hósdagin
vitjar
føroyska
songkvinnan
Anna Nygaard í SMS í
Havn. Hon verður gestur
í sendingini Baresso, sum
Rás2 sendir millum klokkan
15 og 17, og hon fer at syngja
nakrar sangir á Torginum í
SMS.
Anna Nygaard gav fyri
kortum út fløgu í Danmark,
og hon hevur verið nógv
at sæð í donskum miðlum
seinastu tíðina. Anna hevði
eisini tvær konsertir í Før
oy um í mai mánaði, men
hetta er fyrstu ferð, at hon
framførir live í Føroyum,
síðani nýggja fløgan kom út.
Prátað verður við Annu
Nygaard um nýggju út gáv
una og avbjóðingarnar, sum
liggja fyri framman.
Kokkurin Uni Gullfos fer
at grilla á par ker ing søkinum
hjá SMS, og
eisini verð ur
okkurt und ir hald
til børn ini.
Rás2 sendir Baresso
send ingina millum
klokkan 15 og 17.
Neista
høll í Vestur
býnum
Jógvan arge
kJak á síðu 34
Stand
mynd av
sjólátnum
ann Mikkelsen
kJak á síðu 35
Anna
syngur
í SMS
Monarki i røg og daMp