Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 4 Sosialurin Eirikur Lindenskov Hann sigur, at hóast eina óbroytta markn aðar­ støðu, vísti roknskapurin hjá Vodafone eitt hall á knappar 900 túsund krónur í 2009. – Høvuðsorsøkin til hall ið er, at kundar nir høvdu minni nýtslu í 2009, helst tí bú skapar­ støðan í Føroyum og uttanlands var ivasom. Útreiðslurnar hjá Voda­ fone minkaðu ikki eins skjótt, sum nýtslan hjá kundunum minkaði, og tað merkir roknskapin fyri árið. Rakstrarískoytið (EBITDA) minkaði úr 14,6 mió. kr. niður í 11,3 mió. kr. Úrslitið av grundrakstrinum (EBIT) var eitt yvirskot á 670 túsund krónur. Hetta er 4 mió.kr. minni enn í 2008. Samlaða sølan fór úr 97,6 mió.kr. niður í 91,8 mió.kr. Vodafone gjørdi íløg­ ur fyri 3,6 mió.kr. í 2009 og hevur niðurgoldið 4,5 mió.kr. í langfreistari skuld. Eginognin var 24,2 mió.kr. við árslok 2009. – Vit eru ikki nøgd við úrslitið og ætla okkum eitt frægari úrslit í ár. Tillagingar eru gjørdar í 2009 og 2010, ið skulu betra rakstur felagsins. Gongdin higartil í 2010 vísir, at vit eru á rætt­ ari kós, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Voda­ fone. Fyritøkan hevur hild ið fram at útbyggja fartelefoni netið í 2009. Voda fone veitti 3G­tæn­ ast ur frá 2008, og henda tæn asta hevur nú tik ið seg veruliga fram. Fe­ lagið dekkar Tórshavn, Skálafjørðin, Klaksvík og meginpartin av Vágum – íroknað flogvøllin – og í 2010 verða framhaldandi útbyggingar. Felagið er eisini farið undir at veita nýggjar heildarloysnir til virkis­ kundar, sum stuðla upp undir virkisførið hjá virkjum. Í 2010 hevur Vodafone gjørt samstarv við City­handlarnar, og felagið ætlar, at hetta samstarv skal betra um tænastuna til frama bæði fyri brúkarar og Vodafone. – Vodafone er sann­ ført um, at tað er al neyð­ ugt, at mynd ug leikarnir dagføra fjar skiftis regl­ urnar í Føroyum, og at almenna netið verður lagt í eitt sjálvstøðugt partafelag, sigur Bjarni Askham Bjarnason. eirikur@sosialurin.fo Vodafone 900.000 krónur í halli ROKNSKAPUR Vánaligi heims­ búskapurin og minni nýtsla hjá kundunum ber í sær, at Voda­ fone hevði lítið undir skot í 2009, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Vodafone Stutt um Vodafone Vodafone (Kall pf.) Tænastuøki: Heildarveitari innan breiðband, fastnet og fartelefoni Stovnað: 1999 Byrjað tænastur: 2001 Yvirskot fyrstu ferð: 2004 Eginogn: 24,2 mió.kr. Javni: 74,2 mió.kr. Solvensur: 33% Langfreistað skuld: 20,5 mió.kr. Starvsfólkatal: 30 Fakta Randi Jacobsen Í Keypmannahavn er ein standmynd av Christiani IV kongi. Hon stendur við Nyboder, og tað verður ikki hildið at vera eitt hóskandi stað fyri at hava eina stand­ mynd av konginum, sum m.a. var sera upptikin av byggi­ virksemi og læt fleiri av stóru stásiligu bygningsverkunum í Keypmannavn og aðrastaðni byggja. Eitt av hesum húsum var Børsen, og nú hevur ein samd teknik­ og umhvørvisnevnd hjá Keypmannahavnar komm unu samtykt, at ein seks metrar høg standmynd úr bronsu skal reisast framm­ an fyri Børsen. Listamaðurin, sum hevur fingið uppgávuna at gera standmyndina, er Hans Pauli Olsen. – Eg síggi Christian IV fyri mær sum ein rættiliga prúðan mann, stoltur og eitt sindur arrogantur, sigur Hans Pauli Olsen. Hann hevur longu gjørt eina skitsu av standmyndini. Christian IV stendur oman á Rundatornið, ið stendur á høvdinum, og fýra kend torn úr kopari hjá konginum hanga niðurúr. Tornini venda eisini øvugt. Kongurin verður úr bronsu, og Rundatorn, sum kongurin eisini læt byggja, verður úr granitti. Ætlanin er at fáa pri vat­ ar grunnar at fíggja stand­ myndina. Onkrir grunnar hava meira ella minni játtað at stuðla, men enn er øll fíggingin ikki komin á pláss.. Ger stand­ mynd av Christian IV LiSt Myndahøggarin Hans Pauli Olsen fer nú at gera eina seks metur høga standmynd úr bronsu av mæta danska konginum Christiani IV. Standmyndin skal standa við Børsen í Keypmannahavn Leo Poulsen Tað er ein gamal siður, at tá tú møtir einum líkfylgi, steðgar tú bilinum og fer út til líkfylgið er farið framvið. Men hetta hendi ikki í gjár, tá bilafylgið við Hendrikki, prinsi, var á veg heim eftir aftan á at kongiligi gesturin hevði verið á Sjósavninum og vitjað. Og tað var onkur ikki serliga fegin um. Í einum teldubrævi til Sosialin sigur lesari: »Bilafylgið setti ikki so mikið sum ferðina niður. Nei, tað koyrdi í okkara eygum við ikki minni enn 50 km/t ­ fyrst tríggjar motorsúkklur, síðan einir tveir ella tríggir bilar, bæði larmandi og spruttandi framvið líkfylginum í regnin­ um«. Og lesarin heldur fram: »Eg helt at hetta var sera óvirðilig atferð. Tey í bila­ fylginum áttu at vita betur og duga betur á at skyna«. Tað er Jón Klein Olsen, vara politiinspektørur, ið hevur ábyrgdina av trygd­ ini í sambandi við drotn­ ingarvitjanina, men hann var partur av trygdini á fverðini til Mykinesar og tí ikki at fáa fatur á. Men sum skilst eru reglurnar ógvuliga greiðar, tá talan er um sonevnda VIP­koyring. Orsakað av trygd ini verður ongantíð steðgað, tá løgreglan verjir eitt slíkt fylgi. Tað hevur tí einki við kongshúsið at gera, og framferðarháttrin hevði verið hin sami, um talan so var um drotningina ella Obama. Tað verður ikki stegðað undir nøkrum um­ støðum. Heldur ikki fyri at virða gamlan sið. Virða ikki líkfylgi Tað er fallið onkrum fyri bróstið, at bilafylgið við Hendrikki, prinsi, ikki steðgaði, tá tað kom framvið einum líkfylgi úti við Landssjúkrahúsið