Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. juni · Nr. 100 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Út ímóti á miðdegi hósdagin var síðsti skúlatími í bygdar­ skúla num í Sandvík. Í øllum førum fyribils. Næsta ár verða í hvussu so ongi skúlabørn í Sandvík og um skúlin nakrantíð letur upp aftur, er ógvuliga óvist. Tað er ikki tí, at skúlin er niður lagd ur, at hann nú letur aft ur. Tað er tí, at foreldrini hava sjálvi viljað, at børnini skulu fara til Hvalbiar at ganga í skúla, har tey kunnu vera saman við fleiri børnum og lærarum. Nita Næs, lærari í Hvalba, sig ur, at tað var longu í heyst­ feriu ni, at hon gjørdi vart við, at hetta bleiv hennara síðsta skúla ár í Sandvík, tí næsta ár verða bara tvey børn verið eft ir í Sandvík ­ Tá haldi eg, at skúlin vorð in ov lítil og tað kann ger ast ein sosialur missur hjá næmingunum, sigur Nita Næs. Vanliga hava børnini ging ið í skúla í Sandvík í fimm ár og so eru tey farin til Hvalbiar at ganga restina av tíðini. Av teimum trimum næm­ ing unum í Sandvík í ár, skuldi Marý Sigurheim und­ ir øllum umstøðum til Hvalb­ i ar . Annars skuldu hini bæði børn ini, Suni Ári Kruse og Rói Spange Larsen, fara í fim­ ta flokk næsta ár, men tað er so endað við, at foreldrini hava heldur viljað latið tey fylgt við til Hvalbiar. Frammanundan eru onk­ ur sandvíksbørn longu farin til Hvalbiar, tí foreldrini vilja tað, hóast tey eftir aldrinum áttu at gingið í skúla í Sand­ vík. Ógreitt Sum í flestøllum øðrum bygd um, hevur barnatalið í Sandvík sum heild verið støðugt minkandi seinastu nógvu árini. Men tá ið skúlin var í væl makt ini báðu megin sein na heimsbardaga, vóru onkuntíð væl yvir 30 skúla­ børn í Sandvík Tey børnini, sum eru und­ ir skúlaaldur, kunnu teljast á ein ari hond, men tað er óvist um tey fara í skúla í Sandvík. Tað er í øllum førum greitt at onk ur foreldur vilja heldur hava børnini í tann størri skúl an í Hvalba. Í sambandi við at skúlin held ur uppat, varð bjóðað til mót tøku í skúlanum, har fitt av fólki var komið saman. Nita Næs, sum hevur verið lærari í Sandvík seinastu fimm árini, helt, at tað hevði ver ið læruríkt, áhugavert og krevj an di at vera einalærari. Men hon segði, at samstarvið við skúlastýri, foreldur, bygda­ ráð og skúlan í Hvalba, hevur verið gott. Skúli hevur verið í Sand­ vík heilt síðani 1890 og skúlin er í góðum standi og væl út gjørd ur. Enn er ikki greitt, hvat hann skal brúkast til. Men á móttøkuni lovaði borgar­ stjórin, Ottu West, at bygda­ ráð ið skuldi gera sítt til at gamli bygdsskúlin fekk ann­ að innihald og verður røktur. aki@sosialurin.fo BYGDARSKÚLI Hósdagin var síðsti skúladagur í gamla bygdarskúlanum í Sandvík og enn er óvist um hann letur upp aftur Ein lítil skúli kann gerast ein sosialur missur hjá børnunum Síðsti skúlatími í Sandvík Tríggjar yrkingar um gamla skúlan Tá ið móttøka var í sambandi við, at skúlin í Sandvík skal lata aftur, høvdu tey trý skúlabørnini yrkt hvør sína yrking um skúlan Gamli Skúlin! Í skúlanum her í Sandvík ¬­ eg nú gangi, tó skjótt til Hvalbiar skúla eg fara skal. Farvæl gamli skúli, farvæl og takk – fyri hesa góðu tíð. Tað er so nógv eg havi lært, sum eg nú havi sera kært! Tey fyrstu tølini, tey fyrstu orðini, tey fyrstu fríkorterini og tær fyrstu balladurnar. Ja, tað er so nógv at minnast aftur á. Ein slíkan dag sum í dag. Nú summarferia skjótt er, So fáa vit frí og kunnu spæla, hygga og hava tað stuttligt. Eftir summarsteðgin, eg í Hvalbiar skúla fari. Tað gleði eg meg eisini til, tó eg av og á – FARI at hugsa um teg – Gamli skúli mín. Marý Sigurheim 1000 takk - Sandvíkar skúli! Her eri eg Í hesum skúla ­ eg 4 ár havi gingið Tað fer at vera keðiligt uttan Sandvíkar skúla At sakna teg eg fari ­ og tað eg her læri. 1000 takk. Suni Ári Kruse Gamli skúli Gamli skúli, sum er frá 1890 og sum hevur verið her í bygdini líka til 2010. Tær skal eg nú siga farvæl. Í 4 ár eg her havi gingið, og nógv stuttligt havi vit gjørt sama. Eg minnist tá vit: Vóru á ferð í norðoyggjum og har sóu mangt og hvat.. Eg minnist, tá vit spældu jólaleik í Sandvík, og tá vit vóru á Prestfjalli, tá eg lærdi at lesa, rokna og ... at bíða... Tí í skúlanum má ein onkuntíð bara bíða... Og tað má ein tola.. Ella lærir ein ikki nokk.. Gamli skúli ­ eg tær sigi takk Takk fyri mangan ein góðan skúladag. Nú tú 120 ára gamal ert, gráur og tó grønur. Eg vóni, at skúlin verður brúktur til nakað serligt í framtíðini. Rói Spange Larsen Síðsta skúlatíma í Sandvík brúktu tey trý børnini mest til at rudda og siga farvæl. Frá vinstru eru tey Marý, Suni Ári og Rói. Lærarin er Nita Næs og heldur, at ein skúli við so fáum næmingum er ov lítil FLYtA