mikudagur 30. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hann er eitt tað kendasta
andlitið í amerikanskum
sjón varpi. 76 ára gamli
Larry King hevur seinastu
25 árini gjørt 50.000 inter
view, og hann hevur tos
að við so kend fólk sum
Marlon
Brando,
Nel son
Mandela, Mikhail Gorba
tjov, Paul McCartney, Bob
Hope, Frank Sinatra,
L.
Ron
Hubbard,
Madonna og Martin
Luther King Jr.
Men nú skal
tað steðga.
Larry King
Live fer í
heyst í søg
una á sjón
varps rásini
CNN.
– Fyri 25 árum síðani
tosaði eg við guvernørin
í New York í fyrstu Larry
King Live sendingini, og nú
ártíggjund seinni havi eg
tosað við fólkini í CNN og
sagt teimum, at eg ynski at
gevast. CNN hevur gingið
mínum ynski á møti, sigur
Larry King Live á Twitter
síðuni hjá sær.
CNN harmast, at
teirra kendasti vert
ur gevst, men tey
vóna, at Larry
King vil átaka
sær
onkrar
ser ligar upp
gáv ur av og
á.
s
o hendi tað aftur, at løgtingið
mannaði eina nevnd. Og tá
vit siga »mannaði«, so skal
tað skiljast bókstaviliga. Tí serkøna
nevndin, sum løgtingið hevur sett
at endur skoða vallógina, er mannað
við 10 monnum og einari kvinnu.
Og sum hvørja ferð, tá slíkt
hend ir, so koma umberingarnar.
For mans skapur løgtingsins kennir
tað ikki sum sína ábyrgd at tryggja
javnt kynsbýti, og flokkarnir duga
heldur ikki at síggja, at tað skal
verða teirra uppgáva. Úrslitið er, at
vit eru líka vítt sum sítt, tá tað snýr
seg um javnstøðu í hesi nevnd, sum
skal tryggja okkum eina valskipan,
sum millum annað skal verða
trygd in fyri, at vit tryggja so gott
kynsbýti á tingi, sum til ber.
Vit kunnu so bara taka undir
við Demokratia, sum sigur, at tað
hevði klætt formansskapinum í
løgtinginum at broytt hesa ójøvnu
samanseting, sum sendir eitt sera
óheppið signal frá løgtingsins
hægstu tign. Demokratia mælir
til, at formansskapurin heitir á tey,
sum innstilla nevndarlimir, um
fyri hvønn nevndarlim at koma
við tveimum uppskotum einum
av hvørjum kyni. Síðan má tað
vera upp til formansskapin at seta
nevndina saman, so kynsbýtið lýkur
nútíðar krøv til javnstøðu. Hetta
hevði verið ein máti. Hinvegin áttu
tingbólkarnir sjálvir at funnið út av
hesum, tí tað er so upplagt, at júst
hendan nevndin, sum skal gera eina
nýggja valskipan, hevur so neyva
kynsliga samanseting, sum til ber.
Við seinasta løgtingsval øktist
kvinnuliga umboðanin á tingi
munandi. Nýggja valskipanin við
einum valdømi er uttan iva ein
týðandi orsøk til hetta, tí nú stendur
øllum frítt at velja millum øll valevni
í landinum. Gamla valskipanin var
diskriminerandi upp á fleiri mátar.
Ikki bara viðvíkjandi kvinnum, men
flokkar verða beinleiðis valdir frá í
ávísum valdømum. Eitt nú hevur
Tjóðveldi ongan kjans havt í Vágum
síðani 1958, og Sambandsflokkurin
er altíð við sviðusoð í Sandoy.
Tey fólk í hesum valdømum, sum
velja hesar flokkar, hava ikki
eitt frítt val. Somuleiðis er við
kvinnuumboðanini.
Kvinnurnar
hava betur kjans at verða valdar
við einum valdømi.
Men skulu kvinnur hava vald,
so skulu menn missa vald ella lata
vald frá sær, og tað er eftir øllum at
døma ikki so lætt. Her eiga politisku
flokkarnir at taka seg saman og
arbeiða eftir tí leisti, teir sjálvir hava
gjørt, tí tað einasta demokratiskt
rætta er, at vit stimbra skipanir
soleiðis, at vit fáa fleiri kvinnur
aktivar í politikki.
Skulu kvinnur hava vald,
mugu menn missa vald
Larry King
takkar fyri seg
Jan Hellesøe dugir meira enn
at mata seg. Hann gandar. Ella
kanska skulu vit siga, at hann
lumpar fólk við snild um.
Jan Hellesøe hevur før
oysk ættarbond, omma hans
ara var úr Føroyum, og hann
hevur av og á vitjað familjuna
her í Føroyum. Og tað var
eisini her, at hansara yrkisleið
sum gandakallur byrjaði fyri
14 árum síðani. Hann var til
eina familjuveitslu og hevði
lært seg at brúka eina eskju,
sum kundi fáa smáar lutir av
hvørva.
– So gekk eg runt í til
familjuna og spurdi, um eg
skuldi ganda eina 20 krónu
burtur. Og tað gjørdi eg so,
sigur Jan Hellesøe, sum fekk
nøkur oyru burtur úr ganda
kynstrinum hetta kvøldið.
Síðani er hann komin
víða
sum
gandakallur.
Hann hevur famført nógv í
Dan mark og seinastu tvey
árini hevur hann virkað í
Las Vegas í USA. Nú er Jan
Helle søe staddur í Føroyum,
og fríggja kvøldið ber til
at uppliva hann á Hvonn í
Havn. Har fer hann at vísa
kynstur saman við føroyska
gandakallinum
Ásbjørn
Berthel sen.
Og nú Jan Hellesøe er
komin beinleiðis úr Las
Vegas, hevur framførslan
fríggja kvøldið fingið navn
ið “What happens in Vágs
botn...”. Framførslan verður
millum klokkan 20 og 23,
og tað kostar 100 krónur at
koma inn. Íroknað prísin er
vælkomstdrykkur.
Valskip-
an fyri
bæði kyn
Kristianna winther
poulsen
KjaK á síðu 12
Javna
kyns-
umboðan
oluffa joensen
KjaK á síðu 12
Menn velja Menn
Mynd: Finnur Justinussen
Lumpaði 20 krónur frá familjuni