Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 4 Sosialurin Rigmor Dam Týsdagin sigldu hennara há tign Margretha Drotning við fylgi millum oyggjarnar. Gott, at drotningin er trygg á sjónum, tú tað var rættiliga harð balt viðhvørt. Silja Star legði frá landi í Vestmanna um hálvgum tíggju tíðina við kós móti stór bæru náttúruni undir Vesta man na bjørgunum. Hóast ættin var ikki hin besta og túrurin tískil gjørdist rættiliga harð bal­ að ur, lótust kongshjúnini ikki um vón. Við fullari ferð press aði Silja Star vesturum, so skúmið stóð um stevnið. Margretha Drotning tóktist bergtikin av bjørg­ unum, men var ikki so íðin at heilsa upp á mongu føroysku og donsku myndafólkini, sum lógu í einum minni báti undir liðini á Silju Star. Øðr­ vísi var við Heindrikki Prinsi, sum lættsintur vei t raði og tók myndir ­ bæði av náttúr­ uni og av vinfólkum um borð. Einu løtuna lá hann sker­ flatur á lastalúkuni og tók myndir upp í loft. Ivaleyst frá gera góðar myndir. Frá Vestmannabjørgunum var farið út í Koltur, har bónda hjúnini, í dýrdarveðri, tóku ímóti stóra fylginum. Har gekk leiðin út í gamla bý ling in og í elstu húsini, Niðri í Húsi, sum eru vorðin høvuðsumvæld. Niðri í Húsi nagl aði prinsgemalurin eina plátu á brósti, sum tøkk fyri stuðul frá kongshúsinum. Inni í fínu hvíttskúraðu stovu ni var borðreitt til tíggju við føroyskum mati úr sjógvi og landi. Allur matur­ in var úr Koltri, eins og lokali hvannasnapsurin, sum varð boðin runt – ein til hvørt beinið. Í Koltri var hennara hátign meira áhug að í at heilsa upp á fólk og at verða avmyndað, enn undir Vest­ mannabjørgunum. Túrurin í Koltri hepnaðist væl á allan hátt og vardi í úti við tveir tímar. Haðani varð siglt aftur um Hestoynna, har Norð lýsið, verjuskipini og aðrir bátar lógu klárir at taka ímóti. Inni í Klæmintsgjógv var for kunn ug og dragandi tón­ leika framførsla, sum hugtók fjøldina. Næsti steðgur var á Bakka frost í Eysturoynni, har tey høvdu gjørt nógv burtur úr at vísa og bjóða fylgi num ymsan mat úr fiski. Serliga var Hendrikkur prins­ ur sera forliptur í laksinum, varð sagt av Bakkafrost. rigmor@sosialurin.fo Dagur 3 Hurlaðu drotningina til Skúmið stóð um stevnið, tá Silja Star stevndi vesturum undir Vestmannabjørgini Børnini í Koltri í føroyskum klæðum við einari gávu til ommubørnini hjá Drotningini. Í posunum eru kongaspøl úr seyðabeinum Hetta var ikki fyrsta kongaliga vitjanin undir 313 metrar høga Trøllkonufingri. Sagt verður, at prinsurin, sum seinni gjørdist Fríðrikkur 7., varð sendur til Føroyar í 1840unum, tí hann skikkaði sær so illa í Keypmannahavn. Tá prinsurin vitjaði Trøllkonufingur, klintraði ein ungur koltursmaður upp í drangan og datt oman. Drongurin doyði Ein vakur og glaður dagur í Koltri Drotningin gav smágentuni eina blómu úr tyssinum Soleiðis gera fuglarnir! Drotningin undir Vestmannabjørgum