Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 6 Sosialurin Rigmor Dam Nú vit hava kongaliga vitjan í Føroyum, hava fleiri fólk varn ast lætta lyndið hjá prins gemalinum, og at hann hev ur nógv betri hug at koma í samband við fólk og miðl ar enn drotningin. Vit vita, at danir mangan finn ast at prinsgemalinum. Hann dugur ikki nóg væl danskt, hann er ov tjúkkur, drekk ur ov illa, kennir ikki sítt pláss og er ofta ófanta­ lig ur í almennum høpi. Men øll hesi lýti verða við eitt snarað á, tá prins­ gemal ur in kemur til Føroya. Her taka fólk kanska ikki formalia so tungt, og franska lyndið hóskar væl til avslappaðu formarnar í Før oyum. Í øllum førum eru fleiri, sum hava havt á munni, nú kongshjúnini vitja her í landinum, at gemalurin hjá hennara hátign er ein frynti­ ligur og stuttligur maður, sum ikki gongur so høgt upp í formalitetirnar. Donsku miðlafólkini, sum fylgj ast við parinum, siga eisini, at tað er nógv lættari, tá prinsurin er einsamallur, og tá drotningin og hennara ráð gev ar ikki eru til staðar. Fleiri føroyingar hava upp l i vað spontanitetin hjá prinsgemalinum. Til døm is dámar honum væl at verða tikin til viks til ein priv at­ an gibbenakkara, og hann finn ur meiri enn so upp á at broyta skránna og finna upp á okkurt annað. Hetta upp livdu tey til dømis í Vest­ manna, har hann eftir ætlan skuldi koyra við kortégu oman á kongaskipið, men held ur valdi at fara til gongu. Og á kaiini fór hann líka inn á flakavirkið at heilsa uppá. Børn og ung fáa eitt prát og enntá eitt klemm frá prinsi num, sum ikki aftrar seg við at spæla og stuttleika sær við teimum. Tá Silja Star fór við hjúnunum undir Vest manna­ bjørg ini, var hennara hátign ikki at síggja, tí hon krógvaði seg alla tíðina aftan fyri trygd ar fólk. Men hansara hátign hevði absolutt onki ímóti at heilsa upp á pressuna, sum lá í einum lítl­ um báti undir liðuni á Silju Star. Hann veitrari og smílt­ ist og tóktist at hugna sær óført. Eitt, sum fleiri hava upp­ livað er, at Henry í heil um spyr til støðuna í heims­ meistar a skapinum í fótbólti. Og hetta hevur verið lagið alla Føroyaferðina: Prinsurin er í essinum, meðan hennara há tign er eitt sindur varnari, tó at hon eisini er blíð, tá hon skal. rigmor@sosialurin.fo 76 ára gamli prinsgemalurin jollar sær ordiliga í Føroyum. Fólk eru samd um, at hann er bæði opin og blíður og lættur at koma í samband við Henry mitt í verðini Í Koltri í Mykinesi - Kan man spise fiskene? skemtaði prinsgemalurin Telving í Skúlanum við Løgmannabreyt Á veg inn í kirkjuna í Hoyvík