Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 8 Sosialurin Inna Tørnroos Margretha var í beige littari drakt og Heindrikkur í knæbuksum og reyðum jaktsokkum. Danski journalisturin undir liðuni á mær spurdi, um tað vóru føroysk klæði, hann var í ... Eitt av mongu blómutyssunum varð handað drotningini. Í Mykinesi var tað Ronja í Eyðanstovu, ið var blómugenta. Varaborgarstjórin í Sørvágs kommunu, Jóhan á Ørg, bjóðaði drotningini og Heindrikki prinsi vælkomnum, og fylgið fór síðani niðan í flaggskrýddu bygdina. Oskar Joensen greiddi frá um søguna og tey ymisku húsini. Eisini varð vitjað í Kristianshúsi, har málningar av Sámal Joensen- Mykines vórðu vístir fram. Síðani fekk drotningin og fylgi hennara ein betri bita í bygd ar- húsinum, áðrenn leiðin gekk til Mið vágs og Vestmanna. Nógv á skránni Í Miðvági vitjaðu drotningin og prinsurin á Krígssavninum. Vága- kórið sang, og borgarstjórin, Albert Ellefsen, flutti fram røðu. Í Vestmanna var nógv á skránni. Byrjað varð á Fiskivinnuskúlanum, har Jákup Mørkøre undirvísti hjún unum í lívfrøði. Síðani fór Heindrikkur prinsur niðan á SEV og síðani til ungdómshølið »Staðið«, meðan drotningin helt seg til søgu og kirkjulív og vitjaði Søgusavnið og Vestmanna kirkju. inna@sosialurin.fo Dagur 2 Margretha slapp til Mykinesar Vitjan Túrurin hjá Margrethu drotning til Mykinesar var leingi eitt ivamál vegna mjørka. Men tá alt sá svartast út, lætti tokan, og tyrlan kundi lenda í sólskini í Mykinesi. Drotningarhjúnini júst lend í Mykinesi. Oskar Joensen greiðir frá um bygdina. Glað drotningarhjún í Mykinesi. Tyrluflogskipararnir, ið flúgva fínu gestirnar. Drotningin vitjar Krígssavnið í Miðvági. Karl Jóhan Nielsen greiðir frá. Nógv folk tóku ímóti drotningini í Vestmanna. Sandavágsbørn vóru eisini úti og veittraðu til drotningina. Á SEV fekk Heindrikkur prinsur undirvísing í, hvussu vatn verður gjørt um til orku.