Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið næsta mikudag: Vestanstevna í Sørvági Nú nærkast av álvara til ársins fimtu stevnu – Fjarðastevnuna í Vestmanna. Henda stevna hevur nógv ár á baki, og spurningurin er enn einaferð, um hon hevur sama áhuga millum vestmenningar í dag sum áður. Tann spurningin settu vit okkum at kanna. Inni í tveimum handlum í Vestmanna hittu vit nøkur av viðskiftafólkum teirra. Spurningurin til teirra var hesin: Ert tú spentur til Fjarðastevnuna í ár? Gleða seg Eingin ósemja á plenuni Millum ár og dag hava mong mál av felags áhuga verið uppi og vent í sam starv inum millum báðar granna kommunurnar – Vestmanna og Kvívík. Sum vera man eru bygda ráðslimirnir ójavnir á máli um teir ymisku spurningarnar. Men á Fjarðastevnuni sleppa tey í øllum førum at gloyma alt um ósemjur og politisk mál. Sunnudagin kl. 15 verður nevniliga ein fótbóltsdystur leiktur millum umboð fyri Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu. Her ræð ur bara um at fáa bóltin í mál hjá mótstøðuliðnum. Dysturin, sum er settur at vara í ein tíma, verður spældur á plenuni í skúlanum. Borgarstjórin setir stevnuna Sum við øllum øðrum stevn um skal stevnan setast. Hetta fer borgarstjórin, Karl A. Olsen at taka sær av. Henda setanin verður á bryggjuni, beint við und ir húsið, og síðani verður far ið beinleiðis í holt við barna róðurin. Tá hesir eru at enda kom nir, og allir hinir vinnararnir funnir, fer Bárður Nielsen at handa steypini á sama staði. Skúlin er grøn­ asti stov nurin Í farni viku varð kunngjørt, at virðislønin fyri Ársins grøna stovn verður latin skúlanum í Vestmanna, sum hevur gjørt nógv fyri umhvørvið. Í metingini verður sagt, at í skúlanum hevur ein rokkið fleiri málum at minka um orkunýtslu til bæði upphiting og ravmagn. Skúlin hevur eisini fingið í lag vælvirkandi ruskskiljing har pappír, mat leivdir, battarí’ir og annað rusk verður tikið inn til hag reiðing. – Nakað fer til beinleiðis endurnýtslu, annað er vanda mikið rusk, meðan matleivdir fara til kompost, har tøðini verða nýtt í viðarlundini og aðrari gróðurseting, ið skapt er kring stovnin farnu 10 árini, verður sagt. Skráir og ætlanir eru lagd ar, har myndugleikar, starvs fólk og brúkarar í felag skipa grønu verkætlanina, ið støðugt er í menning og útbygging. Við framskygni og við áhaldandi at menna grøn tiltøk, er hesin stovnur fyrimyndarligur og eitt gott dømi um, hvussu slíkir stovnar kunnu skipast. – Metingarnevndin hevur ongar neiligar viðmerking til henda stovnin, verður sagt at enda. – Nei, eg eri ikki serliga spent. Tað er einki serligt við stevnunum longur. Men kappróðurin, hann er OK. Katrin Andreassen, Vestmanna – Eg havi ikki sæð skránna. Men eg gleði meg til alt sum er, serliga kappróðurin. Ejfinn Joensen, Vestmanna – Jú, eg eri spentur. Vit plaga at hugna okkum, bæði á sjógvi og á landi. Eg eri ikki serliga spentur í kappróðri. Páll Poulsen, Vestmanna – Veit ikki hvat eg skal siga. Eg havi upplivað tær so ofta, og tær eru nøkulunda tað sama ár eftir ár. Karl Simonsen, Vestmanna – Jú, eg eri spentur. Mær dámar væl stevnurnar, serliga kappróðurin. Mouldi Bourbian, Vestmanna