mikudagur 30. juni 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Spenningurin er øgiligur uttanfyri
flokshølið, her royndin er.
Fleiri av næmingunum í flokk
inum hjá Guðrið hava longu verið
uppi í donskum, sum er lærugreinin
henda dagin.
Ein teirra, Torstein er uppi beint
nú, og eftir hann skal Guðrið upp
sum hin seinasta henda dagin; sum
tann seinasta royndin í hesum
skúlaárinum; og sum tann seinasta
royndin í heila taki hjá teimum í
Vestmanna skúla.
Hinir næmingarnir sita og práta
so hugaligir um royndina og hvat
nú er á skránni. Uttanfyri á gongini
sita næmingar í 9. flokki og práta.
Og í gongini longur niðri situr ein
drongur og klimprar uppá flyglið
hjá skúlanum.
Hetta tykist kortini ikki nerva
Guðrið tað allarminsta. Hon er
í øllum førum væl fyrireikað til
royndina. Tann stóri spurningurin
er so, hvønn tekst sum hon kemur
upp í.
– Eg havi í øllum førum lisið allar
søgurnar, staðfestir Guðrið. So fáa
vit at síggja.
Tað eru tvær kvinnur, sum skulu
avgera hvønn karakter hon fær. Tær
eru dansktlærari hennara, Augusta
Egholm Petersen og próvdómarin
Tanja Ejdesgaard, sum starvast við
Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Nervøs
Tey hava nú gingið 10 ár í skúlanum,
og nú er tíðin komin at royna aðrar
leiðir.
Fyrst av øllum skulu allar roynd
irnar fáast frá hondini. Tey hava
verið uppi í øðrum lærugreinum,
men áðrenn próvhandan og summ
arfrí, skal tann danski setningurin
dugast.
Pensumið hjá teimum fevnir um
bæði søgur, yrkingar, vísur, eina bók
og ein film.
Og Guðrið er væl fyrireikað, sum
longu nevnt:
– Um tað gongur illa hjá mær í
dag, so havi eg í øllum førum gjørt
tað sum eg kundi áðrenn, slær hon
fast.
Vónirnar áttu kortini at verið
góðar, tí hon frammanundan hevur
fingið eitt 11tal og tvey 9tøl. Men
hevði Torstein nú bara gjørt seg
lidnan.
– Jú, eg eri eitt sindur nervøs.
Men eg gleði meg bara til at fáa tað
yvirstaðið, kemur tað stillisliga frá
henni.
Í góðari tíð
Eftir skránni til royndina í dag
skuldi Guðrið inn fyri lærara og
próvdómara kl. 11:40.
Men hon var longu møtt ein
tíma áðrenn í skúlanum.
– Eg føli meg betri, tá eg eri í góð
ari tíð, sigur Guðrið.
Klokkan er farin væl av 11:40,
og enn er einki sum bendir á, at
Torstein fer at koma út aftur úr
flokshølinum.
Hon hevur eisini alla góða grund
til at ótolnast at sleppa inn, tí nú er
klokkan skjótt middagur, og einki
bendir á, at lærararnir eru lidnir
at eksaminera tann næstseinasta
næmingin.
Fyri líkasum at dulma nervarnar
eitt sindur, situr Guðrið bara og
smámurrar eitthvørt lag.
Og so endiliga, fer hurðin upp
og Torstein kemur út. Tað var
vist eisini tíð uppá. Klokkan vísir
nevniliga 12:02.
14 minuttir
Hóast Torstein nú er útkomin, so
má Guðrið bíða eina løtu aftrat.
Lærararnir skulu fyrst avgera,
hvønn karakter ið Torstein skal
hava. Hann hevur verið uppi í einum
sangi hjá danska poppbólkinum
Shubidua, sanginum Hvalborg.
– Bara eg fái eitt 8tal, so eri eg
glaður, sigur Torstein.
Tað fekk hann eisini, og nú er
túrurin komin til seinasta næm
ingin í dag, Guðrið Poulsen.
Klokkan er 12:08, og nú er bert
eftir at vóna, at Guðrið fær eina
góða søgu og fer at fáa løn fyri stríð
sítt heima við hús.
Tað er kortini líkt til, at hon veit
hvat hon skal siga: Bert 14 minuttir
seinni var hon úti aftur á gongini.
Klokkan er 12:22.
– Huuh. Nú er liðugt, sigur hon
ovurfegin á málinum.
Danskt-føroyskt
Hinir næmingarnir koma allir yvir
ímóti henni, og vilja vit meiri um
hvussu gekk.
– Eg veit ikki. Haldi at tað var
gott, men eg kom til at siga okkurt
føroyskt orð. Tá mátti eg bara
flenna, men eg fekk tíbetur rættað
tað aftur beinanvegin, greiðir hon
brosandi frá.
Líkt er til at lærararnir geva
sær góðar stundir at koma fram
til tann karakterin, sum hóskar til
framløguna hjá Guðrið.
Tíðin gongur, og tað er ikki
sørt, at tey ótolnast eftir hesum
týdningarmiklu boðunum.
Endiliga fer hurðin upp. Hetta
vóru seks langir minuttir at bíða.
Hinvegin gekk tað skjótt at fáa
karakterin at vita.
Løtu aftur kemur hon brosandi
aftur út í gongina.
– Eg fekk 10!, kemur tað brosandi
frá henni.
Skúlafelagarnir ynskja henni
tillukku. Men tey fáa ikki langa tíð
til hetta, tí ein einstøk uppgáva má
gerast aftrat, áðrenn tey fara heim í
dag: Skúlastovan skal ruddast.
– So fari eg at slappa av til
klokkan 5, tí tá skal eg til arbeiðis
á MAGNstøðini, sigur ein brosandi
Guðrið.
Nú er tað y
próvtøka – Bara eg skjótt sleppi til royndina. Tað eru longu fleiri minuttir,
síðani eg skuldi verið farin inn, sigur Guðrið Poulsen, sum mikudagin var til
próvtøku í donskum hjá 10. flokki í Vestmanna skúla. – Eg havi í øllum førum
fyrireikað meg so væl sum eg kann. Nú VIL eg bara sleppa inn, sigur hon.
GóÐIr karaktErIr
10. flokkur í Vestmanna hevði danskt sum sítt seinasta fak. Karakterirnir
høvdu verið góðir dagin fyri, og vóru tað eisini tann seinna dagin.
Mynd: Jens Kristian Vang
Haldi at tað var gott, men
eg kom til at siga okkurt
føroyskt orð
Eg havi í øllum førum
lisið allar søgurnar
Eg gleði
meg bara til
at fáa tað
yvirstaðið