Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 4 Sosialurin Leo Poulsen So eru aftur tveir kapp­ ing ar neytar á føroyska øl­ brygg ingarmarknaðinum. Seinnapartin í gjár hevði Okkara móttøku í hølunum á Velbastað, har bryggjaríið formliga fór í gongd. Tað er nú liðið eitt ár síðani fyrstu lutirnir komu til landið, og tað var partafelagið Thorshavn Mælke­ og Marga rinefabrikk, ið fór und ir arbeiðið. Formaðurin í fe lagnum, Mikkjal Helmsdal, greiddi eitt sindur frá or søk­ ini til, at tað júst var inna n bryggjaríverðina, at slepta margarinframleiðslan helt fram. Hann greiddi eisini frá, at navnið Okkara er eitt gamalt merkisnavn, og at tað tí kend ist rætt at leita navnið fram aftur. Nevndarformaðurin, Óli Hansen, og stjórin, Wilhelm Petersen, greiddu eisini eitt sindur frá bryggjarínum og frá framleiðsluni, áðrenn Carl Johan Jensen við einari mergjaðari røðu og ikki minni mergjaðari yrking við íblásti frá sjálvum Tóri, Guði, alment setti framleiðsluna í gongd. Passandi var tað eisini yrkjarin, sum fekk fyrsta slurk in av nýggja ølinum. Framleitt hevur verið í morgun, og skipanin arbeiðir skjótt. Wilhelm Petersen segði, at framleiðslan hevði ligið á 3.700 dunkum um tím­ an. Alment verða tey trý øl­ sløgini frá Okkara, pilsnar, classic og gull, at fáa til keyps leygarmorgunin klokkan 10, tá handlarnir hjá Rúsuni lata upp kring landið. Kennist væl Wilhelm Petersen, stjóri, var sjálvandi væl nøgdur, nú tað langt um leingi er kom ið hartil, at ølið fer út í handlarnar. – Jú, tað kennist væl at vera komin so langt. Tað hevur verið eitt langt og drúgt arbeiði, serliga seinastu mánaðirnar, har ymisku loyv ini eru komin upp á pláss, avtalur við avtakarar av ølinum eru gjørdar og skipanin royndarkoyrd, sigur Wilhelm Petersen. Nú verða so hesar tríggj­ ar ølirnar at fáa í rúsu handl­ unum, og tappað verður í dunkar heldur enn fløskur. Um vit hyggja at lond un um utt an um okk um, so vind­ ur dunka ølið ógvu liga nógv upp á seg. Brúk ar in vil hava dunkar, tí teir eru handa ligir, lættir og lættir at sleppa av við, sigur Wilhelm Petersen. Okkara kemur inn á ein marknað, sum bara telur eitt annað føroyskt bryggjarí, men ein hóp av útlendskum. – Hugsa vit um dunkarnar, so eru tað bara vit og út­ lendsku bryggjaríini, sum fram leiða í dunkar, so á tí økin um er tað greitt ein kapp­ ing móti útlendsku bryggja­ ríunum. Men hugsa vit um góðsku, so er tað í kapping við hitt føroyska bryggjaríið, Føroya Bjór, sigur Wilhelm Petersen. »Fimm komma fucking átta« Nýtt øl Tá bryggjaríið Okkara í dag alment varð tikið í nýtslu, hendi tað við einari røðu hjá Carl Johan Jensen, sum endaði við einari mergjaðari yrking, har høvundurin millum annað harmaðist alkoholprosent markið á 5,8 Wilhelm Petersen er stjóri á bryggjarínum, Okkara, og hann er væl nøgdur, nú bryggjaríið alment er farið undir framleiðslu Mynd: Álvur Haraldsen NøGDUR Brøðurnir, Mikkjal Helmsdal, sum er nevndarformaður í Thorshavn Mælke­ forsyning og Margarinefabrikk, og Høgni Jensen, sum er bryggjari á Okkara Mynd: Álvur Haraldsen Bryggjarí í Føroyum Restorff's Bryggjarí 1849- 2007 Føroya Bjór 1888- Okkara 2010 Fakta