fríggjadagur 2. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Við Varðagøtu í Havn stend ur
í hesum døgum ein fremm
and ur bilur, eitt rugbreyð.
Bilurin
hevur
danskar
numm arplátur, og eigarin er
Erla Dal Mørch, sum er heima
og vitjar mammu sína.
Men hon er eisini komin
til Føroya í arbeiðsørindum,
tí bilurin er hennara rullandi
listgallarí, og hon málar,
meðan hon er í Føroyum.
Erla Dal Mørch er eitt gott
dømi um, at ikki er neyðugt
alt lívið at hanga í sama slag
arbeiði. Fært tú onkursvegna
eitt spark, kanst tú leggja
lívið fullkomiliga um.
Erla fór 17 ára gomul til
Dan mark ar og fekk sær út
búgv ing sum sjúkra røktar
frøðingur.
Í 1999 hevði hon verið í 30
ár í yrkinum og trongdi til
ein steðg.
Hon
meldaði
seg
til
donsku
sjónvarpsrøðina
Robin son Expeditionen, og
hetta kom at broyta lív henn
ara nógv.
– Ógvusligar upplivingar
sum tær í Robinson fáa fólk
at hugsa øðrvísi, og soleiðis
var við mær, sigur Erla.
Undan Robinson hugsaði
hon so smátt um at royna
okkurt annað arbeiði, men alt
hon hugsaði um, hevði meira
ella minni við sjúkrarøkt at
gera. Robinson førdi hana
inn á aðrar tankar.
– Eg fekk mær eitt fríár og
fór á listaskúla og lærdi meg
at arbeiða við glasi og leiri. Eg
havi altíð verið so hugtikin
av listini og litunum hjá
Tróndi Patursson og hugsaði
mær til, at eg skuldi fara at
mála á glas. Men tá ið eg fann
útav, hvussu nógv ein ovnur
kostaði, slepti eg tí ætlanini,
sigur Erla.
Beinanvegin, sum hon fór
at royna seg sum listafólk,
byrjaði hon so smátt at selja
verk síni.
Ferð kom á
Í 2004 ynski hon sær lørift og
máling í føðingardagsgávu,
og tá kom ferð á.
– Longu í 2006 gekk so væl
hjá mær, at eg kundi liva av
mínum verkum og siga fasta
arbeiðið frá mær, sigur Erla.
Hon viðgongur, at hon
var heppin, tí júst tá vórðu
nógv hús smíðað í Danmark,
og stílurin í hesum húsum
var góður karmur til verk
hennara. Húsini við høgum
og hvítum veggum og svørt
um inn búgvi kundu frísk ast
upp og fáa sál við stóru máln
ing um hennara á veggunum.
Heilt nógvar myndir hevur
Erla selt til familjur í slíkum
húsum.
Munn til munn
Seinasta árið hevur Erla
havt eitt fast gallarí, men
fíggjarkreppan hevði við sær,
at verri var at selja list. Hon
stongdi tí gallaríið og keypti
sær herfyri ein stóran bil,
sum hon so ferðast runt við
og selur list úr.
– Eg havi ongantíð lýst fyri
at siga hvør eg eri. Fólk koma í
samband við meg, tí tey hava
hoyrt um meg frá onkrum
øðrum. Eg havi kortini verið
um alt Danmark, sigur Erla,
sum stundum vegleiðir fólk í
at innrætta.
Hon hevur ongantíð lært
at mála, men hevur sín heilt
egna stíl. Tað eru fyri tað mesta
heilt stórir máln ingar, sum hon
málar á liggj andi. Myndirnar
hava einki bein leiðis motiv,
men tú kanst kortini síggja
myndir í mynd unum.
– Myndin verður til, meðan
eg máli. Tað líkasum kemur
til mín, hvussu myndin skal
verða, sigur Erla.
Litríkidømi
Hon brúkar nógva máling,
og eini átta løg eru á hvørjari
mynd. Felags fyri myndirnar
er, at tær hava sterkar litir.
– Litir eru mín stóra
inspirasjónskelda, og tá ið
fólk siga, at myndirnar ger
tey glað, havi eg nátt mínum
máli. Eg eri eisini fegin um,
at fólk keypa myndirnar
fyri myndirnar og ikki tí, at
eg havi gjørt tær. Eg eri ikki
nakað navn, sigur Erla.
Síðan hon kom til Føroya
fyri góðum tveimum vikum
síðan, hevur hon málað tveir
málningar. Nakrir hevði hon
við sær úr Danmark, og hon
hevði einki havt ímóti at sýnt
tær fram eitt nú á ólavsøku.
Um onkur í Føroyum hevur
hug at vita nærri um listina
hjá Erlu, er hon at hitta á tlf.
312694 ella 252502.
Bleiv listafólk av Robinson
List: Í 1999 luttók Erla Dal Mørch í donsku sjónvarpsrøðini Robenson Expeditionen. Ógvusligu
avbjóðingarnar fingu hana til at gevast sum sjúkrarøktarfrøðingur til nú at liva sum listafólk burturúr
Erla Dal Mørch hevur keypt sær ein bil, sum hon ferðast kring land og ríki í við myndum sínum
Mynd: Álvur Haraldsen
Litir eru mín stóra
inspirasjónskelda, og tá
ið fólk siga, at myndirnar
gera tey glað, havi eg
nátt mínum máli