Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 Sosialurin Heimsins besti lækni innan skurðviðgerð fyri fiti vitjar í Føroyum 1. august Fyrilestur um skurðviðgerð fyri fiti og diabetes við Dr. Dillemans, ið hevur flest royndir innan skurðviðgerð fyri fiti í Evropa KirurgiRejser er einasti fyriskipari av ferðum innan fiti-skurðviðgerðir í Norðurlondum, og hevur sent fleiri enn 1000 sjúklingar til viðgerðir í Belgia hjá Dr. Bruno Dilleman. Hetta hevur eydnast sera væl. Fleiri túsund fólk standa á bíðilista til skurð- viðgerð fyri fiti í Danmark og Føroyum, men fleiri velja at fíggja skurðviðgerðina uttanlands sjálv, av ótta fyri nógvu fylgisjúkunum, ið stand- ast av yvirvekt. At tú kanst spara kr. 45.000,- í mun til, hvat tað kostar at verða viðgjørdur í Norðurlondum, fær fleiri at velja Belgien fram um Norðurlond. Eisini royndirnar hjá Dr. Dillemans hava stóran týdning fyri sjúklingarnar. Dr. Dillemans hevur gjørt flest skurðviðgerðir fyri fiti í Evropa og hevur havt fægstu komplikatiónir. Dr. Dillemans fer at halda fyrilestur í Føroyum sunnudagin 1. august 2010 kl. 13:30 á Hotel Føroyum. Stjórin og ferðasamskiparin hjá KirurgiRejser, Atef El-Kher, luttekur somu- leiðis á fundinum og sigur soleiðis: »Eg fari sjálvur at greiða frá smálutum í sam- bandi við ferðina, frá tí ferðin verður bókað og til sjálva ferðina. Dr. Dillemans fer neyvt at greiða frá sjálvari skurðviðgerðini. Fyrrverandi sjúklingar vera eisini við og fara at greiða frá teirra upplivingum. Vit hava hesaferð eisini boðið fleiri føroyskum læknum og sjúkrasystrum við, soleiðis at tey fáa møguleika fyri at fáa eitt fakligt prát við Dr. Dillemans. Fleiri av luttakarunum hava longu verið ígjøg- num eina skurðviðgerð og hava mist yvir 80 kg, og fleiri ivast enn í, um tey skulu fara avstað«. Hava vitjað í Føroyum áður Atef El-Kher var í Føroyum fyri fýra mánaðum síðan í sambandi við at fleiri føroyingar hava verið í Belgia og fingið skurðviðgerð og fyri at kunna onnur áhugað um møguleikarnar. Hesin túrurin eydnaðist sera væl. Áhugin í Føroyum fyri fiti-skurðviðgerðum er nógv størri enn roknað varð við. Vit hava heilt einfalt undirmett viðurskiftini í Føroyum. Upp- lýst varð, at bert 20 sjúklingar kundu verða skurðviðgjørdir um árið innan tað almenna. Harumframt mugu sjúklingarnir sjálvir kanna alternativar møguleikar í útheiminum og royna at finna fram til besta prísin og bestu góðskuna. Hetta kann vera sera torført hjá einum vanligum sjúklingi. Síðan vitjanina hjá KirurgiRejser í Føroyum í mars, hevur Dr. Dillemans viðgjørt fleiri enn 30 føroyskar sjúklingar. KirurgiRejser og fiti-skurðviðgerðir Samanlagt hevur KirurgiRejser sent fleiri enn 1.000 sjúklingar til skurðviðgerðir í Belgia og A. El-Kher hevur verið ferðaleiðari og ráðgevi á øllum túrunum. Hann er soleiðis við allan vegin, heilt frá flogvøllinum til kanningarnar og sjálva skurðviðgerðina. Orsøkin til at ferðirnar hjá KirurgiRejser eru so væl umtóktar, er, at trygdin og góðskan altíð verða sett í hásætið. Góða samstarvið við læknatoymið hjá Dr. Dillemans hevur sjálvandi stóran týdning. Dr Dillemans er læknin við nógv flestum royndum á hesum økinum. Hann hevur gjørt fleiri enn 10.700 skurðviðgerðir og er tann lækning, ið hevur havt fægstar komplika- tiónir av viðgerðunum. Narkosulæknin í toyminum er Prof. Mulier, ið hevur ment eitt heilt serstakt narkosuslag, sum verður nýtt í viðgerðini. Viðgerðirnar verða framdar á AZ Sint Jan Hospital, ið er eitt alment sjúkrahús í vakra býnum Brügge í Belgia. Sjúkrahúsið hevur fleiri enn 1300 seingjarpláss. Prísdømir (laparoskopisk): Gastric Bypass (bert skurðviðgerðin – íroknað innlegging 3 dg)................DKK 69.950 Gastric Bypass (allan pakkan)..................................................................DKK 75.950 Vanligur prísur í Norðurlondum (bert skurðviðgerðin) ...............................DKK 112 – 130.000 Allur pakkin (Íroknað afturat sjálvari skurðviðgerðini): Flogferð t/r Hotell-uppihald (3 nætur) Innanhýsis ferðing (flogvøll, hotell, sjúkrahús) Viðtala við skurðlæknan áðrenn skurðviðgerðina Viðtala við kostráðgeva áðrenn skurðviðgerðina Danskur vegvísari við til kanningar og skurðviðgerð Sjúkrarøktarfrøðingur vitjar teg á hotellinum til eftirkanningarnar Áðrenn Aftaná KirurgiRejser International Health Care ApS Rolfsvej 19 2000 Frederiksberg tlf. +45 | 35 38 77 77 www.kirurgirejser.dk info@kirurgirejser.dk Sosialurin / KvR 34 18 00 Atef El-Kher, stjóri og ferða- samskipari hjá KirurgiRejser Dr. Bruno Dillemans, serlækni innan skurðviðgerð fyri fiti Fyrilesturin er ókeypis, men vegna avmarkað pláss er neyðugt at tekna seg í seinasta lagi 15. juli við at venda sær til KirurgiRejser www.kirurgirejser.dk