fríggjadagur 2. juli 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
Sosialurin
Sera góð hús
á Strondum
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Alt er gjørt á besta hátt – bæði
innan og uttan. Húsini eru sera
snøgg og nakað heilt serligt.
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni
standa eini hús, sum eru heilt serlig.
Húsini standa væl fyri við blindan
veg. Grannalagið er sera hugnaligt,
og grannarnir eru blíðir og fyri-
komandi.
Húsini
Húsini eru í 2 hæddum. Tey eru 12
ára gomul, alt er innrættað, og hús-
ini eru sera væl hildin. Húsini eru væl
bjálvað, so orkunýtslan er lítil. Húsini
eru nakað fyri seg og sera spennandi.
Einki er spart, tá talan er um tilfar
og dygd. Til húsini hoyrir eisini eitt
stórt bilhús í tveimum hæddum og
hjallur. Húsini hava stóran køk úr
besta tilfari, úr køkinum er útgongd
til altan. Brenniovnur er í stovuni,
sum er stór og hugnalig. Tá tú kemur
niður í niðaru hæddina, sært tú, at
alt er innrættað og gjørt á besta
hátt, og har er eitt stórt baðirúm við
gosbaði. Úr niðaru hæddini er bein-
leiðis útgongd til urtagarðin. Húsini
eru klødd við timbri og hava alu-
miniumstak.
Húsini standa sera væl og frítt fyri.
Tað verður ikki bygt frammanfyri.
Húsini standa í náttúruvøkrum, frið-
arligum, veðurgóðum og barnavina-
ligum umhvørvi við blindan veg og
útsýnið er sera gott. Dagstovnur,
bygdarhús, skúli, sparkivøllur og
busssamband eru nær við.
Stílur og snið – inni og úti
Stílurin er nútímans lættur og ljósur.
Opni stílurin innan ger, at tú hevur
gott samband við umhvørvið uttan,
men hóast tað, er tað sera fjálgt inni
hjá tær sjálvum. Sólargangur er
góður, niðanfyri húsini er terassa.
Alt økið uttan um húsini er gjørt
liðugt og stórur og sera væl hildin
garður / urtagarður er uttanum.
Húsini standa í friðarligum, barna-
vinaligum umhvørvi og tætt er til
allar hentleikar.
Innan
Í ovari hæddini eru gongd, wc við
brúsu, køkur, stova sjónvarpsstova,
bryggers, hjúnarrúm, kamar , baði-
rúm, hjallur og hurð frá køkinum út
á altanina. Í neðra er vaskikjallari /
kjallari, gongd, fýrrum, 4 kømur og
baðirúm við gosbaði.
Fakta
Adressa ............undir Torvbrekku 5,
Strendur
Byggiár: ...........1998
Hæddir:............2
Gólvvídd:..........224 m2
Grundøki:.........720 m2
Hjallur: .............Ja
Bilhús:..............Ja
Prísuppskot: ...kr. 2.000.000