mánadagur 5. juli 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
mánadagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Føroyski rockbólkurin The
Dreams roynir í hesum døg
um at vinna fram í Týsk
landi, og byrjanin hevur ver
ið góð. The Dreams vóru um
mánaðarskiftið tiknir við á
Rockzone listan hjá MTV í
Týsklandi, og sangurin Revolt
er komin beinleiðis inn sum
nummar 2 á hesum lista.
Á Rockzone listanum
kunnu hyggjarar hjá
The Dreams í Týsklandi
atkvøða fyri sangunum,
og The Dreams er longu
blivnir eitt populert val
hjá mongum.
The Dreams skulu eis
ini hava fleiri konsertir í
Týsklandi í næstum. Mið
skeiðis í juli spæla teir í
Berlin, Munchen og í Ham
burg, áðrenn teir síðani hava
konsertir í Danmark og eina
eistaka konsert í Føroyum.
T
að er ikki við mýkindum,
sum
dannebrogriddarin
norð an av Oyrar bakka fer
við Sosial in um um viku skiftið.
Ed mund Joen sen hevur tikið sær
tykni av, at vit í odda grein hava
sett spurnar tekin við allan glantri
leikin kring kongshúsið – og tað at
føroyavitjanin hjá hennara hátign
kanska kostar føroyskum og donsk
um skatt gjald arum áleið tað, sum
Ed mund Joensen og hansara felagar
í sam gong uni ætla at taka frá før
oyskum pensjónistum næsta ár – tá
ætlanin er at taka av javningina av
pensjónunum.
Taktiskur, sum Edmund Joensen
er, hevur hann sum ein tann fyrsti
fingið sær sín egna spinndoktara
– ein útbúnan journalist at skriva
fyri seg. Men hesaferð taka teir í
so rívan til. Ikki færri enn níggju
ferðir kallar hann Sosialin fyri
floksblaðið hjá Javnaðarflokkinum.
At hann ger sjónarmiðini hjá Javn
aðarflokkinum og Tjóðveld in um
til sjónarmið hjá »floksblaðnum« –
og øvugt – má standa fyri hansara
rokning. Vit kundu sagt, at Edmund
ræður á rækjuvirkjunum á Oyri.
Men tað ger hann ikki, tí tað er
selt. Vit kundu sagt, at hann ræður
í Sambandsflokkinum, men tað
ger hann ikki, tí har varð hann
koyrdu frá sum formaður. Sum
ein royndur vinnulívsmaður, so
veit Ed mund væl, hvat tað merkir,
at Javn aðarflokkurin hevur selt
Sosialin – sum harvið eisini form
liga varð loystur úr haftinum sum
floksblað.
Men aftur til drotningina. Hon
er ein klók kona. Tað vita vit, og
tað hevur hon víst so mangan. Fitt
og savnandi er hon eisini, og danir
og føroyingar fegnast fegin um
kongshúsið. Men fyri tað, so eru
tað nógv fólk – bæði í Føroyum og
í Danmark, sum halda, at alt hetta
stásið kring konghúsið er yvirdrivið
marglæti, sum skattgjaldarin skal
gjalda.
Vit hava ein monark, sum er
til pynt, og sum pyntar summar
borgarar við riddarakrossum helst
fyri at keypa sær trúskap og styrkja
støðuna hjá monarkinum – í øllum
førum
millum
riddarastættina.
Kanska okkurt er um tað, sum
nevnd arformaðurin í hinum »floks
blað num«, Líggjas í Bø, skrivar um
konspiratiónsteoriir, sum danska
stjórnin skuldi gera sær dælt av
eftir kríggið, at um føroyingar fingu
kongsvitjan fimtahvørt ár – og um
teir røttu menninir verða prýddir
við riddarakrossinum, so liggja før
oyingar skerflatir.
Hóast eitt uppskot um loysing
frá Danmark hevði fallið við einum
braki, tí føroyingar ynskja ikki
loysing, so hevði ein fólkaatkvøða
um framhaldi monarki kanska givið
annað úrslit. Kongstrúskapur hevur
einki við loysing ella samband
at gera. Men »óføroyskt« er tað í
øllum førum at gera so stóran mun
á fólki.
Drotningin keypir trúskap
við riddarakrossum
Amerikanski
fjølmiðilin
ESPN, sum er leiðandi innan
ítrótt í sambandsríkinum,
hevur gjørt ein lista við
teim um bestu øðrvísi upp
liv ingunum innan ítrótt
kring heimin. Tað hevur
Lane Strauss gjørt fyri
ESPN The Magazine, sum
kemur út 12. Juli.
Tey hava valt heldur
øðr vísi vinklar upp á ítrótt
in, og ein av teimum er
»Bestu, bíligu plássini« til
ítróttarkapping,
og
har
held ur Lane Strauss, at
Svangaskarði er í serflokki.
– Skalt tú av álvara hava
eitt flott útsýni, skal tú fara
til
Svangaskarð,
skrivar
ESPN og endurgevur eitt
um boð fyri Vivid Seats
fyri at siga, at tað eru nógv
áhugverd støð at vitja, men
einki er sum Svangaskarð.
ESPN hevur eisini funn
ið eina mynd, sum er tikin
omanfyri Svangaskarð á
einum góðum degi, tá ið
sólin skein, og grasið var
grønt. Og tað sær rættiliga
innbjóðandi út. Hvør veit,
um
amerikumenn
fara
at leita sær til Føroya at
hyggja eftir onkrum av
kom andi EMdystunum hjá
Før oyum.
Guðrið Hansdóttir skal í
august hava framførslu á
stóra palli á Summar Festi
valinum. Songkvinnan hev ur
áður spælt á Føroya størsta
festivali, og fyrst í august er
hon til reiðar við ein ari fram
førslu við sínum fangandi
popp sangum.
– Guðrið Hansdóttir hev
ur fleiri havt framførslur á
Summar Festivalinum, og í
fjør hevði hon eina framúr
góða konsert. Hon hevur
eis ini verið uttanlands og
spælt, og tí halda vit, at tíð
in er komin til, at Guðrið
Hans dóttir spælir á stóra
palli á Vágsbø, sigur Steintór
Ras mus sen, sum er ein av
fyri skip arunum av Summar
Festi valinum.
Guðrið á stóra pall
The Dreams á MTV hitlista
Rúsevni
ein tikkandi
bumba
AnnikA Olsen
kjAk á síðu 13
Einki er sum
Svangaskarð
Kenni
meg
noyddan
at tala at
Helgi FOssádAl
kjAk á síðu 12
TrúfasTi riddarin á Oyrarbakka