mánadagur 5. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
6
Sosialurin
Er summarið
avlýst?
So var summarið her. Í øllum førum sambært kalendaranum. Men eftir veðrinum at døma kundi
mánaðurin tað sama itið oktober. Og nú siga forsøgnirnar í øllum førum tveir dagar við stormi.
Dagfinn Olsen
Norðlýsið sigldi og Teistin
sigldi til og frá allan dagin.
Eisini
leitaðu
nakrir
smábátar út í Hest.
Veðrið hevur tó ikki verið
av tí besta leygardagin. Væl
av vindi var tað mesta av
degnum og tað regnaði ella
sirmaði.
Hetta
merkti
eisini
stevnuna í Hesti, sum hevði
rúgvusmikla
skrá.
Men
eittnú varð ætlaða útferðin
út í Koltur avlýst.
Men veðrið var skiftandi,
og tá stevnan varð sett
klokkan 14:00 sá sólin.
Og fólk hugnaðu sær
og
vitjaðu
skúlan,
har
framsýning var av ymsum
heimavirkaðum. Har sást
eisini eitt boð uppá, hvussu
føroyskar matvørður kundu
verið
marknaðarførdar.
Eittnú við lokkandi heitum
og innpakking.
Ymsastaðni fekst ymiskt
til matna, og fólk vóru blíð
í Hesti, og bjóðaðu innar.
Børnini sluppu eisini at
royna hoppiborg og annað.
Á kvøldi var ymiskt á
skránni,
eittnú
togtogan,
diskotek
í
bygdastovuni
og dansur við Moonlight á
bryggjuøkinum.
dagfinn@sosialurin.fo
Útoyggjastevna í skiftandi veðri
Útoyggjastevna Leygardagin leitaði fitt
av fólki sær á útoyggjastevnu í Hesti
Eydna Skaale
Juli plagar at vera okkara besti mánaður til
veður. Tað er nú, vit plaga at kunna nýta okkara
mest summarsligu klæði og njóta náttúruna.
Men tað verður so ikki reiðiliga enn. Tí sambært
veðurforsøgnunum skulu vit fyrst ígjøgnum
nakrar dagar av stormi.
Tað eru tvey lágtrýst, sum elva til keðiliga og
sera ósummarsliga veðrið. Seinnapartin í morgin
sigur hann skrið ella storm og regn. Mikudagin
verður eingin bati, tí tá verður somuleiðis skrið
ella stormur. Vit kunnu tó ugga okkum við, at tað
tá verður ælingur heldur enn regn. Hósdagin til
leygardagin verður eitt sindur frægari, hóast tað
eisini verður nógvur vindur –heilt upp í hvassan
vind, sum er 17 metur um sekundið.
Petur
Skeel,
sum
er
verðurmaður
í
Miðlahúsinum, sigur hetta vera sera óvanligt.
- Henda tíðin plagar at vera tann besta til
veður, men her er bara stormur fyri framman nú.
Vit kunnu heldur ikki gleða okkum til nakran
serligan hita, tí 14 stig verður helst hámarkið.
eydna@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var árliga útoyggjastevnan hildin í Hesti
Mynd: Dagfinn Olsen
Vindurin kann koma upp
í 24 metrar um sekundið
komandi dagarar
stevna
stormur