Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. juli · Nr. 103 14 Sosialurin Meinhard Wilhelmsen f. 3. aug. 1923 – d. 1. juni 2010 in memoriam Nú merkið veitrar hálva stong á landsins sjúkrahúsi, og minnir Meinhard’s berast mong í lotsins stilla súsi. Hann tænti væl í hálva øld, var hollur sínum vini, hann kendur var av mannafjøld, var mildari enn hini. --- Nú fórst tú tína evstu ferð, ta síðstu leið um leitið at finna veg til aðra verð, har sælum best er beitið. Tú vart so drúgvur, har tú var, teim veiku væl til handa, títt smíl teim sjúku bata bar í teirra heilsuvanda. Tú stillur vart í orð og tal, tá mildur tú oss møtti, har tú í verki gjørdi væl, og brek so mongum bøtti. Tú varin vart í tíni verð, sum lotið líkt tín dagur, tú kvirrur gjørdi tína gerð, so góður og so glaður. Nú fekst tú boð frá honum, ið for øllum lívi valdar, og sker sín skurð í lívsins líð tá løtur eru taldar. Nú fórst tú tína evstu ferð, har fedrar undan fóru, nú endaði tín góða gerð, nú frægir burt teg bóru. Vit takka tær for vinalag, for lívsins stev og stig, hvíl sælur undir grønum flag, eig ævinleikans frið. pmp 90 ára føðingardagur Sunnudagin 11. juli verður Jenny Ellingsgaard, Eiði, fødd Rasmussen og ættað av Norðskála 90 ár. Tann, ið hevur hug at heilsa uppá Jenny á føðingardegi hennara, hendan dagin, er hjartaliga vælkomin á Korndalsbýlið á Eiði millum kl 15.00 og 18.00. 90 ára føðingardagur Mánadagin 12. juli verður Símun Pauli Djurhuus, málari, Tórshavn 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Símun eru hjartaliga vælkomin á Suðuroyaveg 7, frá kl. 17.00 90 ára føðingardagur Mikudagin 14. juli verður Hans Marius (Lilleven) Johansen, Tvøroyri 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Lilleven henda dagin eru hjartaliga vælkomin á Hotel Tvøroyri ímillum kl 11.00 og 15.00. 85 ára føðingardagur. Mánadagin 5. juli verður Hugo Fjørðoy, Sørvági, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnum og barna­ børnum. 80 ára føðingardagur Týsdagin 6. juli verður Hans Jacob Olsen 80 ár. Føð ingar­ dagurin verður hildin í Streymnesi á Traðavegi 6. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 9. juli verður Sanna Johannesen, Skála 80 ár. Vælkomst verður í Meinigheithúsinum á Skála frá kl. 18. fríggjadagin. 80 ára føðingardagur Hin 8. juli fyllir Kanny Sambleben 80 ár. Dagurin verður hildin 10. juli á Hotel Føroyum saman við børnum og næstringum. 80 ára føðingardagur Týsdagin 6. juli verður Jofridt Jensen, Fuglafirði, 80 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 80 ára føðingardagur Tann 11. juli fyllur Leivur Eides gaard Poulsen, Korn dals­ vegur 1, 470 Eiði, 80 ár. Døgurði verður í í EB­húsinum á Eiði leygar dag 10. juli kl. 17 (stundisliga). Tey ið vilja verða við til at gera dagin hugna ligan fyri Leivur, kunnu tekna seg hjá Margit tlf.: 423454 innan 1. juli. Føðingardagar Mikudagin 7. juli hevur Vil­ helm Seyer Hansen verið í starvi hjá Pf. Leif Mohr í 25 ár. Hann hevur øll árini arbeitt sum goymslumaður og bilførari. Vilhelm er álitismaður burtur av. Hann er sera arbeiðssamur og blíð skort­ að ur, og er soleiðis nógv av­ hildin sum arbeiðsfelagi. Frá Pf. Leif Mohr verður sagt, at Vilhelm er eitt gott umboð fyri fyritøkuna, tá hann sum bilførari kemur í samband við nógvu viðskiftafólkini. 25 ára starvsdagur Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan, trúfesti og samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jytta Joensen, Miðvági andaðist og fór til gravar. Eisini takka vit tykkum, sum vóru um hana til tað síðsta. Vit takka eisini Sverra Steinhólm fyri góð og troysytarrík orð í kapellinum og Davidi Johannesen fyri, at hann vitjaði í hana í heiminum og vakra talu í kirkjuni. Eina tøkk senda vit eisini kirkjutænarum, sangarum, berarum og gravarum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk tit øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við ervinum. Takk tit mongu, nær og fjar, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Marianna, Erling, Jens Albert, Sóleyð, Kristina og Markus