Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. juli · Nr. 103 28 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Hóast AB hevur brúk fyri øllum góðum kreftum í løtuni, so kunn­ gjørdi felagið fyri kortum, at topp­ skorarin, Stig­Roar Søbstad, ikki verður at síggja í AB troyggjuni framyvir. Hann hevur valt at skifta til B36, sum í fjør endaði aftanfyri AB á stigatalvuni. – Tað var stuttligt at spæla í fjør, tí vit kláraðu okkum so gott, men í ár hava vit bara kempa í botninum. Eg havi ikki verið eins motiveraður í ár og tað er ein av orsøkinum til at eg velji at skifta frá AB, sigur Stig­ Roar Søbstad. Fíggjarliga støðan hjá AB hevur gjørt, at felagið fyrr í ár koyrdi allar spælararnir niður í løn. Eisini hava teir sagt farvæl við Tórð Thomsen, ið skifti til HB, og nú Stig­Roar Søbstad. – Tað er tað klárt, at spælararnir hava krav uppá sínar pengar og fáa teir ikki tað, so ávirkar tað moralin, sigur Stig­Roar Søbstad. Stig­Roar Søbstad hevur í ár skorað seks mál fyri AB, men hev­ ur ikki funnið sama formin, ið hann vísti tá hann kom til felagið í sein­ asta summar. – Eg havi sæð B36 spælt og mær dámar væl teirra spælistíð. Teir hava nógvar góðar álopskendar leik arar og koma til nógvar mál møgu leikar. Eg kenni á mær at eg kann gera mun og vónandi kann eg hjálpa teimum, sigur Stig­Roar Søb stad. Argjamenn og Stig­Roar Søbstad skiljast í sátt og semju og tað er einki ilt ímillum partarnir. – Eg havi havt tað gott á Argjum og ynskji teimum alt tað besta. Vit skiljast sum vinir og eg havi verið og sagt farvæl og havi fingið bæði klemm og mussar, sigur Stig­Roar Søbstad við einum smíli eftir dystin ímóti ÍF. trondur@sosialurin.fo fótbóltur Í vikuni gjørdist tað greitt, at norski framherjin hjá AB, Stig-Roar Søbsted, skiftir til grannarnir úr B36. – Tá eg kom til AB høvdu teir ambitiónir um at kempa millum fýra tey fremstu, men soleiðis er støðan ikki longur, sigur Stig-Roar Søbstad Stig-Roar til B36 Tróndur Arge AB valdi fyri kortum at lata topp­ skorarin í ár, Stig­Roar Søbsted, fara til B36. Fyrr í ár koyrdi felagið allar leikararnar niður í løn, men sambært Sjúðri Olsen úr FC Argjum er tað ikki fíggjarlig kreppa í AB. – Nei tað er ikki fíggjarlig kreppa í AB. Vit fyribyrgja bara, at AB kemur í fíggjarligt óføri. Vit mugu spara har vit kunnu, sigur Sjúrður Olsen úr FC Argir, sum rekur besta liðið hjá AB. AB hevði í fjør tað besta kapp­ ingar árið í søgu felagsins, tá teir endaðu á einum sætta plássi. Í ár hevur støðan verið ein onn­ ur. Felagið hevur undir niður­ flyt ingar strikuni í alt ár og eru í løtuni á einum deildum aftasta plássi sam an við FC Suðuroy. – Vit hava fleiri góðat spælarar á næstbesta liðnum, ið eru klárir at traðka til á besta liðnum. Eitt nú Jákup Dam, sum byrjaði inni í Fuglafirði. Vit hava eisini onkran styrk í kikarinum til at avloysa Stig­Roar, sigur Sjúrður Olsen. AB missur eisini Alex Mellem­ gard (18), Jobin Drangastein (19) og Tummas Justinussen (20), sum allir fara á fótbóltsskúla í Ikast í Danmark. – Ein av orsøkinum til at eg eri við í AB, er fyri at uppala egnar spælarar. Vit stuðla sjálvandi nú teir fara og vóna at teir koma aftur enn betri enn teir eru. Vit leita í løtuni eftir styrki til at avloysa teir tríggjar, sigur Sjúrður Olsen. Teir byrjaðu allir tríggir inn í Fuglafirði leygardagin. Alex Mellem gaard er tann spælarin hjá AB, sum hevur spælt triðj mest minuttir fyri AB í ár. – Vit gera alt í okkara magt fyri at yvirliva í bestu deildini, men tað er ongin vanlukka um vit flyta niður. Eg eri ikki í iva um, at vit koma uppa aftur beinanvegin, sigur Sjúrður Olsen AB hevur í løtuni 10 stig og liggur á einum deildum aftasta plássi saman við FC Suðuroy. AB hevur spælt ein dyst fleiri enn hini botnliðini. trondur@sosialurin.fo Ikki fíggjarlig kreppa á Argjum FC Argir: Stig-Roar Søbstad, her í sísta dysti sínum í AB-troyggjuni í Fuglafirði. Eftir summarsteðgin verður normaðurin at síggja í hvíta B36-búnanum Mynd: Álvur Haraldsen Eirikur Lindenskov Magnus Jákupsson vann sær hartil silvurheiðursmerki í 50 metra firvaldasvimjing, og bronsu heiðurs merki í 200 metra rygg svimjing, skrivar Svimji sam band Føroya í tíðinda skrivi. Fyrst setti Magnus Jákups­ son úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hann svam seg til silvur­ heiðursmerki við tíðini 25.90, har juniormetið hjá honum frá Small States stevnuni í Hafnar firði herfyri var 26.05, og føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá heimsmeistara­ stevnuni í Rom í fjør summar var 26.03. Síðani setti Cecilia Eysturdal úr Ægir nýtt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:41.07, har juniormetið hjá Moniku Biskopstø úr Ægir var 4:41.81, frá Reykjavík Inter­ national Games í januar í ár. Tíðin rakk til eitt sætta pláss av 12 luttakarum í hesi grein á norðurlendsku meistara stevn­ uni. So svam Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag seg aftur til føroyskt met og før oyskt juniormet, tá ið hann í 200 metra ryggsvimjing vann bronsu­ heiðursmerki við tíðini 2:11.26, har før oyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beo grad í 2008 var 2:12.62, og krav tíðin frá heysti 2008 til at kunna seta føroyskt juniormet var 2:11.99. So setti Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 1:17.08, har føroyska metið hjá Maluna V. Bærendsen frá donsku meistarastevnuni í 2008 var 1:17.30, og juniormetið hjá Tanju sjálvari frá Small States stevnuni í Hafnarfirði herfyri var 1:18.10. Eitt flott fjórðapláss til 12 ára gomlu Tanju árgang 1997, við trimum eldru 1996­arum frammanfyri seg, og fimm 1996­arum aftan­ fyri seg eisini. Og at enda sorlaðu tær fýra Cecilia Eysturdal, Tanja Skaalum, Turið S. Christiansen og Guðrun Mortensen føroyska landsliðsmetið í 4x200 metra frísvimjing, við at svimja teinin uppá 9:18.40, har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar, Elspu Mørkøre, Lisbeth L. Joen sen og Sáru Ejdesgaard frá íslendsku meistarastevnuni í 2004 var 9:54.55. Ein betring uppá 36.15 sekund, hjá hesum fýra gent um árgang 1996 og 1997, harav tvær fyrst verða veru ligir juniorar næsta ár, og hinar báðar í 2012. Í gjár setti Magnus Jákups­ son sum kunnugt før oyskt juniormet í 50 metra rygg svimj­ ing, tá ið hann vann sær gull­ heiðursmerki við tíðini 27.68, har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Umframt at tær fýra Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen settu før­ oyskt met og juniormet í 4x100 metra frísvimjing, við tíðini 4:19.01 har føroyska metið og junior metið frá Small States 2010 var 4:20.30. So tilsamans settu hesir ungu svimjarar altso fimm (5) før oysk met og sjey (7) føroysk junior met, hesar báðar dagar í Drammen sbadet í Noregi. Hóast tað gekk eitt sindur upp og niður til tíðir, so er hetta eitt avgjørt góðtikið úrslit, hjá hes­ um svimjarum sum enn ikki hava rokkið veruligan junior­ aldur, og tó so seta bæði junior­ met og seniormet. eirikur@sosialurin.fo svimjing Føroysku svimjararnir megnaðu í morgun at seta fýra nýggj føroysk met og fimm føroysk juniormet, á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum hevur verið í Drammen um vikuskifti Fimm føroysk met og sjey juniormet