Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mánadagur 5. juli · Nr. 103 Sosialurin Randi Jacobsen Grønlendingar, sum eru føddir uttan fyri hjúnar lag og hava útlendskan pápa, hava ikki rætt til at fáa at vita, hvør pápi teirra er ella var, og ei heldur hava teir rætt til at arva hann. Hetta er galdandi fyri tey, sum eru fødd fyri eitt ávíst ár, alt eftir hvar í landinum tey búgva. Lógin varð ikki broytt sam­ stund is í øllum landinum. Tað er ein stórur flokkur av fólki, tí í 50­, 60­ og 70­árunum var hópur av donsk um (og føroyskum) handverkarum og arbeiddi í Grønlandi, og nógv útlendsk skip komu inn. Eftir at Anne Sofie Hardenberg sein­ as ta heyst gav út bókina “Kampen for en far”, varð stig tikið til at stovna felag, og miku kvøldið í seinastu viku varð felagið Kat tuf fik Ataata stovnað. Navnið merkir Lands felagið pápi, veit grønlendska út­ varpið. Forkvinna í felagnum er Tida Ravn. Lars Løkke Rasmussen, for sætis­ ráð harri í Danmark hevur boðað frá, at støðan hjá teimum løgfrøðiliga faðirleystu grøn lend ing u num skal kannast. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Tað kann vera eitt heldur eins táttað lív at sita í varð­ haldi vikur ella mánaðir, men Arrestið ghúser eitt ávíst ar beiði fyri, at fólkini ikki skulu rotna, meðan tey sita. Roynd verður eisini at men na tey. Tveir dagar um vikuna er Niels Nattestad í Arrest húsi­ num og undirvísir teimum fang um, sum eru áhugaðir fyri at læra nakað. Tvær ferðir tveir skúla­ tím ar eru um vikuna. Í dag er tann skúlin tó farin í summar frí. Umstøðurnar í Arrest­ húsi num eru ikki tær bestu, men tað gongur kortini. Fang ar nir verða undirvístir í eini skulastovu, sum er til tað sama. ­ Eg undirvísi mest í føroyskum og læri eg fang­ ar nar ta grundleggjandi mál­ læru na, at benda, seta ð, um orða flokkarnar o.s.v., sigur Niels Nattestad. Hann undirvísir teim um eisini í rokning og mate ma­ tikk. Niels Nattestad heldur tað vera eina stuttliga upp­ gávu at undirvísa í Arrest­ húsinum. Teir flestu fang­ ar nir tíma væl at sita á skúla bonki, ikki minst teir, sum eru komnir upp í árini. Ymist fyri Tað er nokkso ymist, hvussu fang arn ir eru fyri í førleika í føroyskum og rokning. Summi tímdu ikki so væl at læra, tá ið tey gingu í skúla. Onnur eru heilt væl fyri og hava studentsprógv. Hetta ger undirvísingina ikki til minni avbjóðing hjá lærara­ num. ­ Vit hava tað eisini hugna ligt og práta um leyst og fast, sigur Niels Nattestad, sum nú hevur virkað sum lærari í Arresthúsinum í trý ár. Bent Jákup Hansen, leiðari í Arresthúsinum held ur tað vera sera týdn­ ing ar mikið at royna at halda fangu num uppi við at geva teim um vitan. Í Arresthúsinum er eisini eitt kondirúm, og farið verð­ ur eisini við fangunum á renni breytina ella út á bygd at íðka onkran ítrótt. Tað ligg ur ikki fast, hvagar farið verð ur. ­ Vit hava haraftrat ein prest knýttan til húsið. Hann er her og hevur gudstænastu, og onkuntíð fara vit á bygd í onkra av kirkjunum, har gud s tænasta ikki er tá, sigur Bent Jákup Hansen. Tað hendir eisini, at farið verð ur í fjøllini ein túr við fangu num. Summir fangar hava ongan tíð verið úti í náttúruni áð ur. ­ Vit gera tað, vit eru ment fyri at lata eygu teirra upp fyri øðrum virðum og fáa tey aftur á beint, sigur Bent Jákup Hansen. Nógvir misnýtarar Fyrr vóru fangarnir onkun­ tíð á floti, men tað eru nógv ár síðan. Hetta kemur av, at áður vóru flestu fangarnir fólk, sum høvdu koyrt ávirkað. ­ Nú sita tey flestu fyri rús evni ella fyri at hava framt harðskap orskað av mis nýtslu. Harðskapurin kem ur ofta av vantandi tol­ semi millum ung, sum ofta eru blandingsmisnýtarar, sig ur Bent Jákup Hansen. Tað tekur vikur at fáa ein mis brúk ara niður á jørðina aftur. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Vit kenna tað eisini í Føroyum, at summir handlar helst vilja hava blaðung starvsfólk, sum ikki hava rætt til fulla løn. Onkur handil her hevur sagt fólki upp, tá ið tey eru fylt 17 ár. Eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag fáa fólk yvir 17 ár fulla løn.Í Danmark er aldursmarkið 18 ár. Danska fakfelagið HK royndi eitt slíkt mál í rættinum vegna einn mann, sum fekk sekkin í eini handilsfyritøku, tá ið hann fylti 18 ár. Drongurin fekk lægri løn enn hini, áðrenn hann arð uppsagdur, og bæði hann og fakfelagið hildu, at hann hevði rætt til somu løn sum tey meira tilkomnu, tí hann gjørdi sama arbeiði. Pástandurin hjá fakfelagnum var, at drongurin var aldursdiskrimineraður í løn og við at verða uppsagdur. Men tað helt Eystari landsrættur ikki, og HK umhugsar at fara víðari við málinum. Fakfelagið heldur, at avgerðin er í stríð við ES­reglur. randi@sosialurin.fo Faðirleys í Grønlandi hava stovnað felag Grønlendingar, sum eru føddir uttan fyri hjúnarlag, hava stovnað “Landsfelagið pápi” Í lagi at koyra ungfólk fyri aldur Ung og løn: Eystari Landsrættur hevur í ein um rættarmáli í Danmark avgjørt, at handl ar kunnu siga ungfólki upp, tá ið tey fylla 18 ár og skulu hava fulla løn Fangar á skúlabonki Arresthúsið Tey, sum sita í varðhaldinum í Havn, kunnu fáa undirvísing og íðka ítrótt. – Vit royna at lata eygu teirra upp fyri øðrum virðum, sigur Bent Jákup, leiðari í Arresthúsinum Verðin er eitt sindur trong hjá teimum , sum sita. Tí er gott fyri fangarnar av og á at uppliva nakað annað brUMMA