Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í fjør fingu føroyingar al ment Brúkaraumboð, sum skuldu hava eftirlit við markn aðar før ings­ lóg ini og virka fyri góðum markn­ aðarføringssiði. Hetta var nógv ár eftir, at okkara grannalond fingu slíka lóg og eftirlitsstovn. Fyrsta árið gjørdist sjálvt hendingarríkt hjá Brúkaraumboðnum, tí fólk stóðu mest sum í kø fyri at kæra sína neyð. Fyrsta árið vóru fleiri enn hundrað mál viðgjørd, og líka nógv vóru avvíst. Nógvu fyrispurningarnir og kærurnar til Brúkaraumboðið vísa, at brúk er fyri einum umboði av hesum slagi. Misnøgd millum fólk um marknaðarføring kundi nú latast einum stovni, sum kann taka avgerð í málum, sum frammanundan ofta endaðu sum kegl millum fólk og fyritøkur. Hetta er ein stórur fyrimunur fyri bæði brúkaran og tey, sum markn­ aðarføra vørur og tænastur, tí tað er betri at fáa eina niðurstøðu á einum trætumáli, enn at lata málið enda uttan enda. Greiðar ábendingar hava eisini verið um, at vinnan hevur sýnt nýggja Brúkaraumboðnum neyðuga virðing, og at Brúkaraumboðið ofta er farin í konstruktivan dialog við fyritøkur hevur eisini slóðað fyri einum betri samstarv, enn um nevin var á lofti frá byrjan og allatíðina. Stovnurin hevur tilvitað lagt varisliga fyri, og tað hevur verið skilagott, tí sjálvsagt skulu bæði brúkarar, vinnufyritøkur og onnur venja seg við stovnin. Tað talar eisini Brúkara um­ boðnum til rós, at stovnurin hevur havt stutta viðgerðartíð a nógvum málum. Viðhvørt hevur tað bara snúð seg um fáar dagar, so er ein avgerð fallin. Onnur meira fløkt mál hava sjálvsagt tikið longri tíð, men eina miðal viðgerðartíð upp á 20 dagar kundu nógvir aðrir almennir stovnar lært av. Í hesum døgum er øsingin stór um nyggja heimabankan hjá før­ oysku peningastovnunum. Fólk eru ørkymlað um nýggju skip­ anina og ómaks gjøld ini, sum pen inga stovnarnir taka. Brúk­ ara um boðið kann í løtuni ikki viðgera mál, sum snúgva sum pen­ ingastovnarnar, men ivaleyst eru tey mong, sum høvdu ynskt ein slíkan eftirlitsstovn, sum kundi viðgera ítøkilig bankamál skjótt og væl. Landsstýrismaðurin í fíggjar­ málum hevur róð fram undir, at Brúkaraumboðið skal fáa øktar heimildir til at viðgera mál við tilknýti til peningastovnarnar, men tað fer at taka rúma tíð at fáa hesa broyt ing gjøgnumførda, hóast ynskiligt hevði verið við einari skjótari broyting á hesum øki. Eina miðal viðgerðartíð upp á 20 dagar kundu nógvir aðrir almennir stovnar lært av. Jens­Kjeld Jensen er nú farin at leita eftir upp­ lýsingum um sonevndu loð býflugurnar. Tann fyrsta loðbýflugan, sum vit hava kunnleika um, varð fangað í Føroyum í 1887. Síðani tá hava tær verið at sæð hendinga ferð kring landið. Hesi seinru árini eru alt fleiri fráboðanir komnar inn um loðbýflugur, og hóast alt bendir á tað, kunnu vit ikki prógva, at hon ynglar, tí enn er einki býli funnið. Loðbýfluga hevur heilt víst ynglað í Føroyum í fornari tíð – serliga í vík­ inga tíðini, tá veðurlagið var nakað lýggjari enn í dag. Tey ymisky sløgini av lo ð býflugum eru rættiliga ymisk á at líta. Tær eru ymiskar í stødd og hava ymiskar litir. Nakrar eru gular og hvítrondutar, aðrar eru svartar og hava reyðan afturpart. Men eitt hava tær allar til felags – tær eru prúðar á at líta, tær surra og eru lodnar. – Nú eg eri við at savna saman tað tilfar, ið finst um loðbýflugur í Føroyum, vil eg ógvuliga fegin koma í samband við fólk kring landið, sum antin síggja ella hava sæð hesi lodnu flogkykt, hava tikið myndir ella møguliga fangað eina loðbýflugu. Alt hevur áhuga, sigur Jens­Kjeld Jen sen. BRÚK FYRI UMBOÐI Í dag fyllir Ringo Starr sjeyti ár. Trummusláarin í heimsins størsta tónleikabólki hevur verið kallaður tann vinarligi Beatlin, tann stilli Beatlin og tann fjolluti Beatlin, men sjálvur hugsar hann meira um frið á jørð. Ringo Starr sigur, at hann ynskir sær bert eina føðingardagsgávu, og tað er frið og kærleika. Hann heldur, at í dag skulu øll fólk gera friðarteknið við fingrunum, og hann droymir um, at tað veruliga verður friður á hansara føðingardegi einaferð – helst um middagsleitið. Ringo Starr er tann fyrsti Beatlin, sum rundar tey sjeyti. John Lennon og George Harrison doyðu, áðrenn teir gjørdust so gamlir, og í juni mánaði næsta ár fyllir Paul McCartney 70. Tað hevur verið tosað um, at Ringo Starr hevði føroysk ættarbond, men hann hevur so ikki vitjað í Føroyum, tað vit vita um. Fyrsti Beatlin rundar 70 Statt við títt orð, løgmaður heðin mortensen kjak á síðu 10 Takk og lov fyri MUTE agga niclasen tíðargrein á síðu 13 Loðbýflugur ynskjast