Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Snorri Brend Tað sær kanska ikki út av nógvum. Men aftanfyri eina og hvørja pútu liggur eitt stórt arbeiði. Tað kann Herman Joensen skriva undir uppá. Hann býr á sambýli í Sandavági, men er regluliga til arbeiðis her á verk­ húsinum í Sørvági. Í løtuni er hann farin undir fyrsta stigið til eina mynd, sum hann í roynd og veru fór undir á jólum. Myndin av báðum hestunum verður einaferð seinni fest á eina pútu. ­ Hetta er eitt drúgt arbeiði, tí ein má vera sera nærlagdur, skilir tú. Nú havi eg ikki nógv eftir ­ nøkur fá røð, so tað fer kanska at taka ein mánað ella so aftrat. ­ Ja, hetta tekur sína tíð, greiðir Herman frá. Hann hevur verið sera íðin í arbeiði sínum, og er haraftrat vorðin stuðlaður og væl hjálptur av dugnaligu starvsfólkunum á verkhúsinum. Úr hansara hondum eru higartil komin bæði turrikløð, dýnubetrekk til børn, løparar, lappar og mangt annað, sum viðskiftafólkini í hand li­ num hjá verkhúsinum hava havt møgu leika at ogna sær gjøgnum nógv ár. ­ Mær dámar sera væl her, sigur Her man Joensen. snorri@sosialurin.fo Eitt hesta arbeiði Nú havi eg ikki nógv eftir - nøkur fá røð, so tað fer kanska at taka ein mánað ella so aftrat VERKHÚSIÐ - Her er sera gott at vera, tí starvsfólkini eru sera dugnalig, sigur Herman Joensen, ið er ein av brúkarunum á Verkhúsinum í Sørvági Herman Joensen er ein av brúkarunum á verkhúsinum í Sørvági. Her er hann í ferð við at arbeiða uppá eina mynd av tveimum hestum, sum einaferð í framtíðini fara at prýða eina pútu Mynd: Jens Kristian Vang Herman Joensen er sera íðin og nærlagdur í sínum arbeiði. - Hetta teppið havi eg eisini vovið, greiðir hann frá. Mynd: Jens Kristian Vang HESTAR NÆRLAGNI