Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 20 Sosialurin Oyggjablaðið Skeg at rógva Snorri Brend – Vit venja seks ferðir um vikuna, greiðir Sólrun frá. Nú eru stevnurnar í hásætið, og í dag eru í roynd og veru bert tveir róðrar eftir: Á vestanstevnu í Sørvági og á ólavsøku. Hóast tær sjey umborð á Ørnini venja dúgliga og luttaka við allar stevnurnar, kann hetta kortini ikki taka gleðina at rógva frá teimum. – Nei, tað er sera stuttligt at rógva. Man er nógv saman við hin um, og so kemur man eisini runt landið til stevnurnar, sigur ungi rógvarin. Ørnin er heimahoyrandi í Sanda vági, men tær rógva hóast tað á Mið vági. Tað vísir seg, at streymurin er minni, eins og um støðurnar hjá kappróðrarbát­ unum eru betri her. Hetta sama kvøldið var ætlanin at fara við Ørnini til Vestmanna, har rógvast skuldi leygardagin. Tað lønar seg altíð líka at vita, hvussu umstøðurnar eru, har róðurin fer fram. Gott at rógva Í flestu av føroysku bygdunum er altíð onkur ítróttargrein sum kann savna bygdarfólkið innandura ella uttandura, summar og vetur. Í bygdunum í Vágum hevur fót bólturin uttan iva verið tann greinin, sum hevði størstan áhugan. Men hetta hevur kortini ikki forðað øðrum ítrótti í at menna seg. Sørvágur er haraftrat kend fyri síni frálíku avrik innan flogbóltin, Miðvágur tað sama, meðan telv­ ing in helst er hon, sum hevur størstan áhuga í triðju bygdini í oynni, Sanda vági. Hóast alt hetta, hevur kapp­ róð urin haraftrat stóran áhuga millum teir ungu rógvararnar og øll hini, ið stuðla hesum ítróttar­ fólkunum. Sólrun sjálv hevur somuleiðis íðkað annan ítrótt enn kappróður, sum hon av álvara fór undir í mars mánaði í fjør. Hetta árið róði hon við Dúgv­ uni, ið er heimahoyrandi í Sørvági. Í ár hevði Sólrun aftur hug at royna nakað nýtt. – Eg vildi fegin íðka onkran annan ítrótt. Eg tímdi ikki bara at spæla fótbólt, og fór tí at rógva, greiðir hon brosandi frá. Hon situr í rúminum stýri­ borðs megin umborð á Ørnini. Henn ara partur skal so ikki liggja eftir. Vinna í heimasjógvi Í fjør summar var sostatt fyrsta árið at Sólrun var við til FM­ róðrarnar í kappróðri. Hon ásannar, at tað gekk ikki so væl sum hon og hinar umborð á Dúgvuni kundu ynskt sær. – Eg veit ikki, – vit lógu altíð aftast ella næstaftast, so tú skilir..., sigur hon. Í ár er hon vorðin fast mann­ ing umborð á Ørnini, ið er heima­ hoyrandi í Sandavági. Hetta er ein hvítur bátur, við reyðum stokkum og hvítari rond, og sigast kann, at tað hevur gingið betri enn í fjør. – Vit hava verið nummar 3 og 4, og nummar 2 á summarstevnuni. Men leygardagin vóna vit so at vinna. – Tað ætla vit í øllum førum at gera alt fyri, slær ungi rógvarin fast. snorri@sosialurin.fo Kappróður – Tað er stuttligt at rógva, men tað er ein hørð ítróttargrein, sigur Sólrun Jacobsen, ein av manningini umborð á 5-mannafarinum Ørnini úr Sandavági. Hósdagin arbeiddi hon saman við øðrum ungum í Sørvági, og um kvøldið skuldi hon til Miðvágs í bátin. - Tað er nógv harðari at rógva enn at spæla fótbólt. Vit mugu bara møta upp til hvørja einastu venjing, tí eingin eyka rógvari er at seta inn, um ein manglar. Alt hetta, ger eisini rógvingina nógv skegari! SKEG – Tað er sera stuttligt at rógva kapp, sigur Sólrun Jacobsen, ein av manningini umborð á Ørnini úr Sandavági. - Leygardagin ætla vit at vinna Mynd: Jens Kristian Vang