mikudagur 7. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Hósdagin í farnu viku var rættiliga
sjaskut í veðrinum. Tað regnaði og
var væl av vindi eisini.
Hetta tóktist tó ikki at rína við
ella forða Ørvuri og hinum í bólki
hansara at útinna verk sítt fyri Sør
vágs kommunu.
Tey vóru byrjað í hesum arbeiði
num mánadagin frammanundan,
og hóast bert fáir dagar vóru ging
nir síðani, sást longu til fyrstu
spor ini eftir ídnu ungfólkunum úr
bygd ini.
Tey vóru tó ikki einsamøll í hes
um. Gekk tú runt í bygdini, sóust
fleiri onnur ungfólk sum vóru úti í
somu ørindum sum liðið, sum Ørv
ur var partur av.
Vit rudda her uppi beint nú.
Tað er m.a. tí at stevna verður í Sør
vági næsta vikuskifti, og so kemur
eisi ni drotningin framvið um eina
løtu, greiðir Ørvur íðin frá.
Gamal í garði
Hóast Ørvur ikki er meiri enn
liðug ur við 10. flokk, er hetta við
“Ung í arbeiði” als ikki nýtt hjá hon
um.
Hann eru jú ættaður úr Bø, sum
eisini er partur av Sørvágs kommu
nu. Og í hesi bygdini hevur ein
havt eina heilt serstaka skipan fyri
børn ini og tey ungu.
Ja, eg havi arbeitt í hesum líka
síðani eg var átta ára gamal, greiðir
hann frá.
Skipanin var nevniliga hon, at tá
børn ini rukku hesum aldri, sluppu
tey við í hetta tiltakið.
Vit gjørdu faktist tað sama har,
sum vit nú gera. Vit fjerna alt tað
sum ikki sær pent út, sigur hann
av gjørd ur.
Okkurt eftir
Áhugin millum tey ungu fyri átaki
num “Ung í arbeiði” tykist vera
stór ur kring landið.
Her í Sørvági eru einir fimm
að rir bólkar av ungum fólkum í
ferð við at gera ymisk arbeiði fyri
kommun una: Rudda, lúka, sláa gras
og annað sum tørvur er á.
Bólkurin sum Ørvur Guttesen er
við í, taldi seks fólk. Tey hava fyri
tað mesta ruddað ovarlaga í bygd
ini.
Vit
hava
ruddað
her
í
brekkuni og eisini rundan um eini
hús sum komm unan eigur.
Men tá vit eru liðug her, veit eg
ikki beinleiðis, hvar vit skulu fara
ella hvat vit skulu gera. Men okk
urt man vera eftir til okkum, sigur
Ørvur við einum brosi.
snorri@sosialurin.fo
Rudda fyri kommununa
Ikki
skrelli
maður
Ørvur Guttesen er sum
nevnt aðrastaðni á síðuni
liðugur við 10. flokk.
Eftir at Ung í arbeiði er
liðugt og hann hevur hildið
summarferiu, ætlar hann
sær á Studentaskúla í Havn.
- Nú á døgum má man
hava eina útbúgving, fyri
at kunna gera nakað, líka
við undantak av at arbeiða
sum skrellimaður, sigur
Ørvur við einum brosi.
Sjálvur kundi hann
hugsað sær at arbeitt
innan bankaheimin ella
okkurt við roknskapi.
Men tíðin fer at vísa, um
hetta gerst veruleiki.
Fyrst má hann rudda
seg lidnan her í Sørvági.
Tað verður ikki so leingi
aftrat, tí nú stundar
til døgurðasteðgin.
Hóast Ørvur Guttesen stutt síðani er liðugur við 10. flokk, hevur hann verið við í tiltakinum
“Ung í arbeiði” síðani hann var átta ára gamal. - Hetta er í fínasta slag, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang
GAMAL Í GARÐI
UNG Í ARBEIÐI - Man vil jú hava bygdina vakra til stevnuna - og ikki minst til drotningavitjanina. Ikki so?!, sigur
Ørvur Guttesen úr Bø. Saman við øðrum ungdómi úr kommununi er hann við í tiltakinum “Ung í arbeiði” í Sørvági
Fleiri onnur ung eru við í
tiltakinum “Ung í arbeiði” í
Sørvági. - Vit rudda ovarlaga í
bygdini, nú drotningin kemur
framvið her um eina lítla
løtu, sigur Ørvur Guttesen
Mynd: Jens Kristian Vang
RUDDA
Vit fjerna
alt tað sum ikki
sær pent út
Nú á døgum
má man hava
eina útbúgving,
fyri at kunna
gera nakað