mikudagur 7. juli 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
Sosialurin
Oyggjablaðið
Nógv tey flestu sum fara við báti úr Sørvági leggja
leiðina til Mykinesar. Hósdagin fór kortini eitt fylgi aðra
leið. Við skiparanum, Gunnari Skúvadal skuldu donsku
gestirnir eina sjóvegis ferð norður um oynna og síðani
til Oyrargjógv. Tað var eitt sindur sjaskut í veðrinum,
men hetta bilti ikki hjá ferðafólkunum. - Vit hava í øllum
førum ikki brúk fyri sjóverkstablettum, segði eitt teirra
Í nøkur ár hevur kommunan arbeitt við at fríðka eitt øki
niðri í bygdini. Her er ein komin væl áleiðis, eins og myndin
vísir. Hús eru tikin niður, og borð og benkur komin ístaðin
gi
TORGIÐ
HAMPA
Lýðka og væta í luftini, eru bestu
umstøður hjá øllum plantuvøkstri,
serliga hjá grasi. Til hetta hevur Sørvágs
kommuna síni fólk at halda skil á - ella
halda niðri. Ein teirra er Herfinn, sum
her er í ferð við at hampa økið rundan
um kommunuskrivstovuna í bygdini
GRÓTLAÐING
Seinastu árini hevur Sørvágs kommuna gjørt eitt stórt
arbeiði at fríðka um í bygdini. Eitt av stórverkunum
í hesum sambandi er grótlaðingin á vegnum út til
havnalagið. Tað er Dia Jacobsen úr Leynum (myndin)
sum stendur fyri hesum megnararbeiði. Hóast
meginparturin av setninginum er greiddur, fer tað kortini
at taka eina tíð enn at gera arbeiðið heilt liðugt
ASFALTERA
Hósdagin í farnu viku fekk Sørvágur enn einaferð
kongaliga vitjan. Hóast talan hesaferð einans var um eina
gjøgnumkoyring til Bíggjar og aftur til flogvøllin, skuldu
drotningahjúnini kortini fáa ein góðan og slættan túr
gjøgnum bygdina. Her eru menn í ferð við at asfaltera eitt
petti av vegnum. Tað verður kortini ikki bert drotningin,
sum fær gleði og gagn av hesum. Eisini gestirnir á
vestanstevnu um vikuskiftið fáa fyrimun av hesum
ONGAR TABLETTIR