Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Komandi partur Nú veksur Janus til. Hann fær ábyrgdina av garðinum. Eisini verður greitt frá ættini hjá mammu hansara Hansinu sær eina húshaldirsku, sum var úr Skúvoy. Hóast hann var so stóran part av lívinum í Føroyum, so tosaði hann ikki føroyskt, men hann vildi helst, at tað varð tosað føroyskt við hann. Her kann nevnast, at tað komu eisini menn frá Brøðrasamkomuni á Tvøroyri út í Dímun at halda møti. Millum hesar vóru brøðurnir Andreas og Ansgar Nolsøe av Tang­ anum. Stjúkpápin doyr Enn eina ferð skuldu vit uppliva eina deyðavanlukku, hesa ferð í Dali. Pápi doyði sum áður nevnt í 1924. Men í 1927 giftist mamma aftur við Óla Jákup í Toft úr Dali. Hann festi ongantíð men virkaði tó sum bóndi í Dímun. Mamma sat sjálv við festinum. Tað gingu bert 17 ár frá tí pápi doyði, til mamma missir seinna mannin av eini heilt serligari van­ lukku. Hann doyði nevniliga av eini spronging í Dali í 1941. Óla Jákup var farin til Dals, og hann ætlaði sær at fáa menn við sær at fygla eftir lomviga. Fygling fer fram eftir at pisan er komin út, og oyðufuglurin kemur uppá rókina. Hetta er tann ikki kynsbúni fuglurin, sum fyrst á sumrinum heldur seg til sjós. Tá hann kom uppá rókina, setti hann seg ytst at tromina. Tað vóru serligar reglur fyru fygling. Endamálið við fyglingini var fyrst og fremst at fáa oyðu­ fuglin. At veiðan skuldi vera burðar­ dygg lá djúpt í fólkinum, sum skuldi liva av fugli. Tí var ásett, at tað skuldi ikki takast meira enn ein triðingur av fuglinum. Heldur ikki mátti rókin røkjast meira enn triðja hvørt ár. Óla Jákup var komin til Dals tann 14.juli. Tað var av fagrasta veðri. Fyrrapartin var Óla Jákup farin niðan á Sýn eftir torvi. Hann kom aftur við einum 200 punds sekki av torvkonglum. So var tað ein drongur í Dali, sum kom inn og segði við Óla Jákup, at hann hevði funnið nakað niðri á Møl. Hann visti ikki, hvat tað kundi vera. Óla Jákup fór við dronginum at vita, hvat hetta var fyri nakað. Hetta var eitt hylki, um einar 60 cm til longdar, minti um eitt flatt lomvigaegg. Ùr øðrum endanum var ein veirkustur um hálvan metur til longdar. Óla Jákup hevði so skrúvað hylkið sundur og tikið eitt stykki úr tí. Hann var farin til hús við tí og hevði tikið tað inn í skúlan at hyggja nærri at hesum. Orsøkin til at hann fór í skúlan var, at loftið tá ikki var innrættað og tí ofta varð nýtt til ymisk umvælingararbeiði Teir báðir dreingirnir, sum høvdu verið í fjøruni, fylgdu við honum, men hann vildi ikki hava teir við inn í skúlan. Óla Jákup fór uppá loft at seta seg og fór at skrúva hetta sundur. Tá brestur. Annar drongurin var tá komin uppá loftið. Hann var funnin millum skins og hold í skúlanum. Hin var deyður í gongini. Óla Jákup var sum skilst heilt illa farin. Dreingirnir vóru 15 og 19 ára gamlir. Tað doyðu tískil tríggir av hesi vanlukku. Tað merkiliga var, at dreingirnir sum doyðu, vóru báðir tvíburðar, men ikki við hvønn annan. Óli hjá Vitussi, systkinabarn pápa, átti annan drongin. Óla Jákup í Hvanngarðinum var abbi at hinum dronginum. Óla Jákup gjørdist 48 ár og varð jarðaður í Húsavík. Tá var ikki kirkjugarður í Dali. Tað vildi verið ov óhøgligt at jarða hann í Dímun. Óla Jákup var jarnsmiður og sera hegnigur. Hann lærdi á Tvøroyri hjá Jørgen Smið og var útlærdur í 1916. Hann var uppfinnsamur og fekk ótrúliga nógv at bera til. Millum annað gjørdi hann sum sveinastykki eina lítla kanón, sum kundi standa á einum borði sum prýði. Hon kundi bæði løðast og skjóta. Hon er enn til í ættini. Óla Jákup var av prúðastu monnum. Tiltikin var hann fyri dirvi, eitt nú í bjørgunum. Hann var ikki kendur fyri at vera skilaleysur ella óansin. Tað var heldur hinvegin. Kortini skuldu tað gangast sum tað gekk. 33 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 Tað var um reppið, at Gunnar í Toft eisini datt oman í Dímun. Her saman við konuni Gretha og soninum Johannes, sum hevur givið út bókina um Dal við íkast úr Dímun. Frá Føroyafilminum hjá Nordenskjøld í 1929. F.v. Hansina í Dímun, Óla Jákup Johannesen, seinni maður Hansinu við dótrini Olgu á arminum, Anna Mortensen av Tvøroyri, Martin á Toft í Dali, Johan Hentze úr Skúvoy, Sofus, umrøddur í greinini og Nordenskjøld. (Úr Skúvoyar Søgu.) Á Dráttinum í Dímun. Janus, sonur Óla Jákup hjá Janusi, er beint komin úti í Dímun at vera, fyrbils í eitt ár Inni í Gøtu í Skorini í Dímun. Aftastur Óla Jákup, seinni maður Hansinu, síðan Dánjal Jákup Berg, lærari, úr Hovi og Johan Hendrik í Garðinum úr Skúgvi, pápi Hákun Djurhuus. (Úr Skúvoyar Søgu.)