Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 Sosialurin Leo Poulsen Tað var Kunningarstovan í Nólsoy, sum tók stig til eitt rennitiltak í fjør, har luttakararnir byrjaði ren­ ing ina í bygdini, runnu út á Borðuna og heim aftur. Einir 12­15 fólk høvdu meldað seg til, og tiltakið hepn aðist so mikið væl, at tátt urin verður tikin upp aftur í ár. ­ Nú hendi tað óhapp í fjør, at ein av lut takar unum var so óheppin at bróta beinið suðuri á Borð uni, og tað merkti sjálv andi tiltakið. Hin veg in hepnaðist so væl í allar aðrar mátar, at vit skipa fyri líknandi renn ing aftur í ár, sigur Katrina í Geil, ið er ein av fyri reikaru num. Rennararnir savnast í Kunningarstovuni klokk­ an 22.30 eftir at Ternan er kom in úr Havn, og síðani verð ur runnið haðani út á Borðuna og heim aftur. Tveir vandir mara­ thon renn arar, báðir nóls­ oy ing ar, verða við, bæði sum luttakarar, men eisini sum ferðaleiðarar. Saml aði teinurin út á Borðu na og aftur er um 20 kilometrar. ­ Heimaftur komin ber til at fáa sær brúsubað og ein góðan bita við før­ oysk um viðskera, áðrenn farið verður aftur til Havn ar við báti, sigur Katr ina í Geil. Hon sigur, at sjálvandi eru onnur enn rennarar eisini vælkomin út til Nóls oy ar fríggjadagin at njóta oynna og náttúruna á náttartíð. ­ Kunningarstovan verð ur opin, meðan runn­ ið verður, so ongum nýtist at vera úti alla tíðina, sig­ ur Katrina í Geil. Renningin verður sum nevnt nú fríggjadagin, og tey, ið hava hug at verða við, verða bið in um at boða frá á Kunn ingar­ stovuni, telefon 327060, inn an klokkan 17 í morgin. leo@sosialurin.fo Miðnáttar­ renning út á Borðuna Renning Í fjør var ein roynd gjørd at skipa fyri sonevndari miðnáttarrenning út á Borðuna í Nólsoy og tað hepnaðist so væl, at tátturin er tikin upp aftur í ár Eini 15 fólk tóku lut í miðnáttarrenningini í fjør til stRoks Móttøka og fernisering Magnus Gunnarsson Fríggjadagin 9. juli verður mót tøka og fernisering hjá Nord isk Håndskomageri & Design í Sjúrðargøtu 10 í Havn, har Helene Stjern­ holm designari og Janus D.Guttesen teknari sýna fram. Helene Stjernholm desig­ n ar skógvar og sýnir fram sínar tekningar og nýggj­ ar skógvar, sum hon hevur designað. Janus D. Guttesen hevur fernisering av seks tekn ing­ um, ið síggja út sum so nevnd koparstikk í gomlum stíli. Tekningarnar vísa hvus su skógvar hava verið gjørd­ ir og umvældir frá mið øld og til okkara dagar. Tekn ing ar nar eru í A3 stødd og skulu hanga sum prýði á skó makar­ a verkstaðnum. Móttøkan og ferni ser ing in verð­ ur 9. juli frá kl. 15­ 17.30. maggi@sosialurin.fo Helene Stjernholm designari og Janus D. Guttesen teknari design Ivan Hansen, eigari av Nordisk Håndskomageri & Design, og dótturin Helene Stjernholm Mynd: Jens Kristian Vang