hósdagur 24. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 16 - 24. januar 2002
Nr. 16 - 24. januar 2002
23
Í hesum døgum há-
tíðarhalda grannar
okkara orknoyingar
25 ára dagin fyri
byggingina av
oljuterminalinum
Flotta, sum higartil
hevur tikið ímóti 100
mill. tunnum av
ráolju frá Foinaven
feltinum skamt frá
okkara marki.
OLJUMENNING
Jan Müller
Hóast teir í mongum sýnast
okkum langt burturi og
okkum óviðkomandi, so
eru Skotland og oyggjarnar,
Hetland og Orknoyggjar
kortini okkara næstu grann-
ar, og stórhendingar har,
kunnu eisini hava týdning
fyri okkum, sum eitt nú tá
stórar oljukeldur verða
funnar og stórar útbygg-
ingar fara fram í hesi vinnu.
Og hóast mong av okkum
ikki geva útviklinginum hjá
hesum
næstu
grannum
okkara stórvegis ans í løt-
uni, so kann júst hann verða
okkum til gagns í framtíð-
ini. Tí oljufund og útbygg-
ingar har vilja uttan iva
eisini seta ringar í vatnið,
sum røkka til okkara.
Tann var tann tíð, tá
oljuvinnan varð avmarkað
til Norðsjógvin, og har hon
sýntist okkum fjar og óvið-
komandi. Men so flutti hon
seg longur vestur eftir og
nærkaðist okkara sjóøki.
Og síðani farið varð undir
leita eftir kolvetni her hjá
okkum eisini eru vit brád-
liga vorðin ein náttúrligur
partur av einum nógv størri
øki – av eini størri menn-
ing.
Meðan vit føroyingar
bíða eftir úrslitunum av
fyrsta oljufundinum, hava
grannar okkara skjótt 30 ár
á baki í hesi vinnu. Og tað
er ikki so langt síðani, at
teir fóru at tosa um, at nú
fór at ganga móti endanum.
At skjótt fór oljan fór at
verða uppi. Tey túsundtals
fólkini, sum fingu sítt
dagliga breyð í hesi vinnu,
kendu óttan á sær. Tey fóru
helst at missa arbeiði, og
endin fór at blíva, at økini
her í útjaðaranum í Skot-
landi, Hetlandi og Orkn-
oyggjum fóru at missa sítt
vinnuliga fótafesti.
Men gongdin hevur so
kortini víst seg at blíva ein
onnur. Og hetta fegnast tey
um. Nýggj oljufund og
nýggjar útbyggingar hava
aftur sett hesar grannar
okkara í brennidepilin, tá
tað um framtíðar oljuvinnu
ræður.
Nú um dagarnar kundu
íbúgvararnir á Orknoyggj-
um hátíðarhalda 25 ára
dagin fyri byggingini av
oljuterminalinum í Flotta.
Eftir at hava gjørt fyrireik-
ingar til at rigga av eftir
eina ríka oljutíð í eina
fjórðings øld er gongdin nú
brádliga vend 180 stig. Við
oljufundunum vestan fyri
Hetland er lív komið í aftur
á Flotta, sum hvørja viku
tekur ímóti stórum nøgdum
av ráolju frá Foinaven
oljufeltinum
skamt
frá
føroyska markinum. Og tað
er greitt, at orknoyingar
seta stórar vónir til ta
leiting, sum nú fer fram í
grannalagi teirra. Oljukeld-
urnar á Atlantsmótinum eru
bert eitt hanagleif frá tí
oljuhavn, sum teir eru so
ernir av, og koma hesar
kenslur eisini til sjóndar, nú
Fottaterminalurin hevur 25
ár á baki. Í hesum sam-
bandi hevur operatørfelagið
Talisman latið sjúkrahúsin-
um í Balfour ein stóra
peningagávu, sum skal
brúkast til at nútímansgera
tað. Hini feløgini, sum reka
terminalin eru Agip, sum
vit eisini kenna frá føroyska
landgrunninum og Intrepid
Energy North Sea, eitt
felag, sum hevur fingið
leitiloyvi í Hvítu sonuni á
bretskum øki.
Oljuterminalurin á Flotta
varð tikin í nýtslu í 1977 av
táverandi orkumálaráðharr-
anum Tony Benn. Tá visti
eingi, at olja fór at verða
funnin vestan fyri oyggjar-
nar. Undir hátíðarhaldinum
segði stjórin í Talisman, at
teir høvdu ætlanir um at
halda lív í oljuterminalin-
um í enn eina fjórðings øld.
Higartil eru 2,2 milliardir
tunnur av olju umframt
stórar nøgdir av gassi út-
fluttar frá Flotta til rafina-
ríir í Europa og USA.
Meira enn 6000 tangaskip
hava verið eftir last. Til-
samans 100 mill. tons av
olju frá Foinaven eru land-
aður á Flotta hesi seinastu
nógvu árini.
Tað er greitt, at íbúgvar-
arnir á Orknoyggjunum
eisini fylgja væl við leit-
ingini á føroyska land-
grunninum. Tí eins og het-
lendingar hava vónir um, at
møgulig føroysk olja verð-
ur flutt til teirra oljutermi-
nal í Sullom Voe ynskja
orknoyingar og oljufeløgini
har eisini, a “føroyska” olja
kemur til Flotta.
Tað er ikki so langt
síðani, at Eyðun Elttør,
landsstýrismaður og onnur
umboð úr Føroyum, vitjaðu
í Flotta og har sóu, hvønn
týdning ein oljuhavn av
hesum slag hevur fyri eitt
lítið oyggjasamfelag. Tað er
tí greitt, at útviklingurin eitt
á øllum Atlantsmótinum
hevur stóran áhuga fyri
bæði føroyingar og orkn-
oyingar, sum komandi árini
helst fara at hava nógv
størri samvinnu. Nýggja
Norrøna fer so eisini at
gera sítt til at byggja brýr
millum oyggjasamfeløgini.
Orknoyingar seta álitið
á Atlantsmótið
Oljuterminalurin í Flotta á Orknoyggjum hevur havt stóran týdning fyri lítla oyggjasamfelagið seinastu 25 árini. Nú verður
tosað um at leingja livitíðina hjá oljuhavnini við 25 árum aftrat
Umframt olju frá
Atlantsmótinum verður olja
frá fleiri feltum eystan fyri
flutt til flotta
Framleiðlsu- og goymsluskipið Petrojarl Foinaven og
flutningskipið á Foinaven feltinum, ið eiga stóran part av
lívinum í Flottaterminalinum á Orknoyggjum
Avgjørt er at leggja
oljuleiðing frá
risastóra Clairfelt-
inum til Hetlands.
Hetta kann fáa
týdning fyri møguliga
føroyska olju.
Hetlendingar síggja
hetta nevniliga sum
ein møguleika at fáa
“føroysku” oljuna til
Sullom Voe
OLJUMENNING Á
ATLANTSMÓTINUM
Jan Müller
Nakað norðan fyri Orkn-
oyggjar liggur ein annar
oyggjabólkur, Hetland. Í
oljuhøpi eyðkennir tað hes-
ar báðar oyggjarbólkarnar,
at her finnast tvær risa-
stórar oljuhavnir, terminal-
ir. Olja frá bretsku keld-
unum í Norðsjónum og á
Atlantsmótinum verður við
skipum og oljuleiðingum
flutt til lands, á Orkn-
oyggjum til Flotta og í
Hetlandi til Sullom Voe.
Tað er ikki so langt
síðani, at lagnan hjá báðum
hesum oljuhavnum og hekk
í einum klønum tráð.
Væntandi oljufund gjørdu,
at áhugin fyri at brúka
terminalarnar
minkaði.
Men so skuldi alt brádliga
fáa eina aðra vend. Nýggj
oljufund og betri tøkni til at
kunna fáa meira burtur úr
verandi goymslum hava
givið bæði hetlendingum
og orknoyingum nýggjar
vónir.
Herfyri varð ein gassleið-
ing løgd frá Foinaven og
Schiehallion feltunum til
Sullom Voe í Hetlandi og
víðari til Magnus-oljufeltið
norðaliga í Norðsjónum.
Hetta eru fyrsta royndin við
infrastrukturi á Atlants-
mótinum. Gass verður flutt
til lands og víðari til Magn-
us, har tað verður sprænt
niður í undirgrundina, fyri
at økja um trýstið. Harvið
fæst meira olja upp úr
goymslunum. Henda gass-
leiðing kann hugsast at fáa
týdning fyri møgulig gass-
fund í føroyskum øki.
Olja frá Clair
Tann stórsta hendingin í
frálandavinnuni á Atlants-
mótinum vestan fyri Het-
land í mong ár er annars av-
gerðin at gera milliarda-
íløgur í at fara undir
framleiðslu frá risaastóra
oljufeltinum Clair, ið varð
funnið fyri 25 árum síðani.
Ikki fyrr enn í dag er tøknin
so mikið útviklað, at tað er
vorðið lønandi at taka
tungu oljuna upp. Nú er so
avgjørt at leggja eina
oljuleiðing á havbotnin til
Sullom Voe í Hetlandi.
Hetta hevur skapt nýtt
bjartskygni í Hetlandi, sum
frammanundan tekur ímóti
oljuni frá Schiehallion felt-
inum við føroyska markið.
Hetlendingar eru sera
fegnir um avgerðina at
leggja eina leiðing heldur
enn at flyta oljuna til lands
við skipum. Hetta minkar
munandi um vandan fyri
dálking.
Oljuleiðingin
verður 75 kilometrar long.
Hon fer fyri ein part at
liggja við síðuna av olju-
leiðingini frá Foinaven og
Schiehallion.
Roknað verður við at
fyrsta oljan frá Clairfeltin-
um kemur í land í 2004 ella
so. Við hesi gongdini
roknar stjórin á Sullom
Voe, Poul Diamond við, at
livitíðin hjá oljuhavnini
verður longd við 25 árum
aftrat. Clairfeltið er nevni-
liga størsta oljufeltið á
bretska
landgrunninum.
Tað er bert ein lítil partur tí,
sum hol verður sett á nú.
Seinni verður farið undir at
framleiða frá øðrum pørt-
um av Clair. Feløgini, sum
eiga lut í Clairfeltinum, eru
øll kenningar frá føroyska
økinum:
BP,
Conoco,
Chevron, Texaco, Enter-
prise og Amerada Hess.
Týdning fyri føroyska
olju
Í Hetlandi er góður hýrur,
nú avgjørt er at leggja
oljuleiðing frá Clair til
Sullom Voe. Við at leggja
eina oljuleiðing av økinum
vestan fyri Hetland til lands
meta eygleiðarar tað eisini
meira sannlíkt, at olja frá
føroyskum øki kann verða
flutt til Sullom Voe. Hetta
er annars eitt av ynskjunum
hjá hetlensku myndugleik-
unum verður olja funnin í
føroyskum øki. Teir halda
tað vera lagaligari, bíligari
og betri hjá føroyingum at
flyta oljuna til Hetlands til
verandi oljuhavn enn at
skula byggja oljuterminalar
í Føroyum. Tome Stove,
løgmaður í Hetlandi sigur
við The Shetland Times, at
tíðinini um oljuleiðing frá
Clair koma sera væl við.
Hetta fer at økja um olju-
øldina í oyggjunum við
nógvum árum. Eisini um-
boð fyri umhvørvismynd-
ugleikar fegnast, tí hetta er
ein nógv tryggari flutn-
ingur enn at flyta oljuna við
skipi sum nú.
Men tað eru so sanniliga
ikki bara orknoyingar og
hetlendingar, sum fegnast í
hesum døgum. Eisini inni á
skotska meginlandinum er
frøðin stór, eftir at kanad-
iska oljufelagið PanCanad-
ian hevur gjørt eitt risastórt
oljufund, Buzzard, stutt frá
Peterhead. Fundið hevur
kveikt nýtt lív í vónirnar
hjá túsundtals arbeiðsfólki í
oljuvinnuni,
tí
nýggja
fundið kemur at skapa nógv
arbeiði í landi. Í dag eru
meria enn 100.000 skotar
við í oljuvinnuni so ella so.
Buzzardfeltið fer at varð-
veita mong arbeiðspláss og
skapa nýggj eisini. Leiðarin
í býráðnum í Aberdeen,
Len Ironside sigur við The
Press and Journal, at hetta
fundið ger, at Aberdeen
framhaldandi vil vera leið-
andi oljubýurin í Europa.
Spurt kann nú verða,
hvønn áhuga og týdning
hendingarnar í grannlag-
num kunnu hava fyri før-
oyingar. Tað er greitt, at nú
vit eru nærri eini oljuvinnu
enn nakrantíð, so vilja
hendingar av hesum slag
eisini fáa týdning fyri
okkum. Eitt nú kunnu
oljuleiðingar vestan fyri
Hetland fáa alstóran týdn-
ing fyri komandi fund á
føroyskum øki. Og hvør
veit, oljuterminalar í Het-
landi
og
Orknoyggjum
kunnu eisini ein dag hava
týdning fyri okkum. Alt
hetta ger so eisini, at vinn-
an í Føroyum, sum roynir at
fáa atgongd til á oljuøkið,
kann knýta samstarv við
fyritøkur í Skotlandi, bæði
tá talan er um tilgongdina á
føroyskum og á bretskum
øki.
Týðandi stig til menning av Atlantsmótinum:
Oljan frá Clair til Sullom Voe
Oljuhavnin í Sullom Voe í Hetlandi, sum um 3-4 ár fer at taka ímóti fyrstu oljuni frá risastóra
oljufeltinum Clair
Í løtuni verður arbeitt við at finna rætta slagið av
framleiðslupalli á Clairfeltinum
Vit síggja gassleiðingina, sum er løgd frá Foinaven og Schiehallion (stutt frá føroyska
markinum) til Sullom Voe í Hetlandi og víðari til Magnusfeltið í Norðsjónum. Longur norðuri
síggja vit Clairfeltið, sum nú hevur ligið í dvala í 25 ár. Tað varð funnið í 77 og nústaðni er
tøknin komin so langt, at oljan kann takast upp. Hon skal flytast til lands við oljuleiðing. Fyri
sunnan síggja vit Buzzardfelagið, sum er funnið og sum fer at birta nýtt lív í oljuvinnuna í
Skotlandi
C
M
Y
K
23
22