Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 Sosialurin Randi Jacobsen Mikukvøldið fyri viku síðan fóru tvær ungar gentur til Suður oyar við Smyrli. 18 ára gamla Marita Foldbo Holm og 17 ára vinkona hennara Sal vør Trúgvadóttir Kalsoy koyrd u av Drelnesi suður til Sumbiar, haðani teirra langa ferð skuldi byrja. Ein trið ja var eisini við, men hon noyddist at gevast, tá ið nakr i r dagar vóru farnir, tí hon fekk ilt í beinið. Tá ið tær í fjør gingu í 10. flokki í Felgsskúlanum á Oyrarbakka, fingu tær hug­ skotið at ganga úr sunnastu bygd í landinum og so langt norð ur og eystur, sum tær slup pu. Í fjør lá ikki fyri at gera hesa ferðina, tí tá róði ein teir­ ra kapp. Men í ár skuldi tað so vera. ­ Tá ið vit komu til Sumbi­ ar, fingu vit onkran at hjálpa okk um við at finna eitt stað, har vit kundu seta tjaldið upp, sigur Salvør. Tað kvøldið fingu tær sær ein góðan blund, og morgun in eftir fóru tær til gongu. ­ Tað var ógvuliga ringt veður, og øll kløðini vóru ígjøgn um. Tær gingu allan túrin eftir vegn um, og av tí at alt var so vátt, gistu tær hósnáttina hjá ommu eina av gentunum. Har fingu tær eisini turkað øll klæðini. Fríggjadagin fóru tær norð ur við Smyrli og gingu niðan á Oyggjarvegin. Tjaldið settu tær upp nærindis Hotel Føroyum. Veðrið bilti ikki Leygardagin gingu tær norð­ ur eftir Oyggjarvegnum og komu til Leynavatn, har tær settu tjaldið upp. Tá var nakað av vindi, men tær siga, at tað bilti kort ini ikki. Sunnudagin ætlaðu tær at ganga upp um fjøllini, men tær valdu at halda seg til vegin, tí tað var mjørki og toka. Tað kvøldið reistu tær báðar tjaldið við Norð skála­ tunnil in, og tá mánakvøldið kom, vóru tær í Leirvík. Henda dagin fylgdu tær ikki vegnum, men fóru upp um Trælavatnsskarð yvir á Kambsdal og haðani til Leir­ vík ar, har tær sluppu at turka klæðini. Týsmorgunin gingu tær gjøg n um Norðoyatunnilin til Klaks víkar. Byrðan hja teimum var tung, serliga eftir, at tann trið­ ja vinkonan legðist fyri, og tí valdu tær at sleppa sær av við ein part av klæðunum, tær høvdu við sær. Kortini høv du tær báðar 12 kilo hvør av við­ føri á rygginum. Í viðførinum var eisini ein sprittkøkur, og tá tær vóru svangar, steðgaðu tær á, kók­ aðu skrúvur, stoktu pyls ur og grillaðu. Breyð og við skera keyptu tær sær. Eymir leggir Tá ið tær trongdu til eitt skol, vask aðu tær sær í áum. Tað er hart fyri beinini at ganga so langar teinir eftir as falti. ­ Jú, beinini eru eym. Eg hevði logið, um eg ikki við gekk tað, sigur Salvør. Marita og Salvør eru væl nøgd ar við túrin. ­ Vit eru fegnar um, at vit gjørdu henda túrin, tí túrur in segði okkum eisini, hvar vit megna. Tær lata væl at blíð skapi­ num, sum tær møttu alla­ staðni. Í fleiri bygdum fingu tær ein drekkamunn og prát­ aðu við fólk. Á sjálvari ferðini møt tu tær bara bilum, men á Oyggjarvegnum møttu tær einum útlendskum ferða­ man ni, sum tær heilsaðu uppá. Teir fyrstu dagarnar prát­ aðu tær dúgliga saman, aðr­ ar dagar vóru tær meira tig­ andi, men tøgnin nívdi tó ikki. Onkun tíð var lagið minni gott, tí tær vóru móðar og kanska eisini eitt sindur móð ar av hvør aðrari. Eyðkendar á vegnum Foreldrini hava javnan frætt frá fólki, sum hava fingið eyga á tær á ferðini. ­ Onkur hevur sagt, at vit líkt ust tveimum gomlum monn um frá 19. Øld, tí vit gin gu við fjalsstavi, sigur Sal vør. Pápi Maritu er gamal skó­ ti, og hann átti mangt og hvat, sum tær høvdu gleði at hava við sær á ferðini. Til døm is vóru fjalsstavirnir hans a ra. ­ Stavarnir eru lættir og ótrú liga góðir at hava við. Týskvøldið fóru tær við bátinum til Svínoyar, har tær fyri seinastu ferð á ferðini set tu tjaldið upp. Áðrenn tær fóru at leggja seg, grillaðu tær súr búffar í øll um regninum. ­ Vit svóvu væl, tí vit vóru so móðar, sigur Marita. Í morgun vóru tær tíðliga á fót um, pakkaðu niður og so við bátinum til Fugoyar. Har skuldu tær bara steðga, til báturin kom aftur seinna partin, og so aftur heim í Sundalagið. ­ Hetta hevur verið stutt­ ligt, men nú eru vit veruliga móð ar og gleða okkum til at koma heimafur, siga Marita og Salvør. Troyttar og glaðar gongugentur Á ferð Vinkonurnar Marita Foldbo Holm og Salvør Trúgvadóttir Kalsoy eru útkoyrdar eftir at hava gingið heilt úr Sumba til Fugloyar. Tað hevði ikki verið gott, høvdu vit ikki verið í føroyskum hosum, siga tær Fjalsstavarnir vóru ein góð hjálp, siga Marita og Salvør Mynd: Eyðun Klakkstein Á ferð