Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105 Sosialurin Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jenny Ellingsgaard 90 ár Ein heilsan til vermóðir mína Jenny Ellingsgaard á hennara 90 ára degi 11.07.2010. Jenny er fødd og upp­ vaksin í Norðskála, dóttir til Onnu Súsonnu Johannesen úr Tjørnu vík og Niels Paula Ras mussen av Norðskála. Pápin var røktingarmaður og Jenny minnist mest mammu sína liggjandi í song ini sjúka, so av tí sama kom hon at hava so tætt forhold til pápa sín, sum hon altíð sá upp til. Jenny hevði tvey yngri systkin, Reynhard og Margrethu, Margretha doyði bert 18 ára gomul og Reynhard gjørdis sjúkur sum 46 ára gamal, og doyði nøkur ár seinni. Sjálvt um mamman altíð var sjúk, bleiv hon 60 ára gomul og pápin bleiv 66 ára gamal. So eingin av hennara kæru blivu rættiliga gomul. Sum ung for Jenny út at tæna, hon tænti í Jansagerði og í Havn. Arbeiddi eisini á spinnarínum, Bacalao og vask aði hjá Nonninum. Seinni møtir hon Arnhold Ellingsgaard av Eiði, og verða tey bæði góð við hvørt annað og giftast. Tey fingu børnini Anvør, sum er gift við Leivur Poul­ sen av Eiði, og búgva tey á Bornholm, Margrethu, sum er gift við Ludvík Petersen úr Sandavági, og búgva tey í Tórshavn, Johannes, sum er giftur við Hildibjørg Hjaltalin, og búgva vit eisini í Tórshavn, og Áka, sum er giftur við Anitu Hammer av Eiði, og búgva tey á Eiði. Jenny eigur 16 ommu børn og higartil 13 lang ommu­ børn. Arnhold var sjómaður, so Jenny var fyri tað mesta einsamøll við børninum, tá tey vóru smá. Eisini hevur ommusonurin Jack búð hjá ommu síni. Arnhold verður sjúkur, og gevst við at sigla, og arbeiðir tey síðstu árini á Bacalao, og býr so í Havn mitt í viku, meðan Jenny býr á Eiði, og hava tey tískil bert vikuskiftini saman. Jenny og Arnhold gera so av at gera sær eina íbúð í kjallaranum hjá dóttrini Margrethu, og skulu tey so flyta til Havnar fyri at vera meira saman; men áðrenn tey náa at flyta inn, doyr Arnhold knappliga, meðan hann er til arbeiðis. Hetta var ein forferdelig sorg fyri Jenny, sum hevði sæð fram til at nú skuldu tey endiliga verða saman. Jenny bleiv einkja 60 ára gomul og Arnhold bleiv einans 65 ár. Lagnan hevur verið hørð hjá Jenny, hon hevur mist nógv. Men lívið gongur víðari, eis­ ini hjá Jenny. Jenny flytir so til Havnar saman við Áka og Jack, sum skal til Havnar at ganga í skúla. Men tá Jack er liðugur í 7 flokki, vil hann aftur til Eiðis, og flytir Jenny so aftur til Eiðis fyri Jack`sa skyld. Men tá Jenny er um 75 ára aldur, selur hon húsini til Jack, og flytir til Havnar aftur. Henda megnar kvinna hevur mót upp á at byrja av nýggjum, og tað hevur eisini gingið gott, og hevur Jenny trivist væl í Havn, á Suðuroyarvegi, og hava vit í Havnini verið glað um at havt hana her hjá okkum. Jenny hevur verið sterk. Men tey síðstu 5 ­ 6 árini er ymist fari at bila hjá henni, hon sær ikki so væl, hoyrir ikki so væl, er dottin tríggjar ferðir, fyrst breyt hon armin, so beinið; men kom fyri seg aftur, og í august í fjørð breyt hon mjødnina og situr nú í rullistóli. Jenny hevur klárað seg so væl, men fekk heimahjálp til reingerð, tí hon var so lamin, og kundi ikki so gott klára tað sjálv; men alt annað ornaði hon sjálv. Hon bæði brúsaði sær sjálv, vaskaði klæðir, streyk, skifti á songini, og matgjørdi og bílegði vørur, til í eyguni søgdu stopp fyri matgerðini og at bíleggja vørur. Jenny eigur nógv góð børn m.a. dóttrina Margrethu, sum hevur gingið mammu síni til handar. Tá mamman ikki var før fyri at bíleggja vørur og gera mat, tók Margretha yvir. Og tá Jenny nú var komin so illa fyri, at hon ikki kundi klára seg uttan hjálp, tók Margretha mammu sína heim til sín, til hon nú var so heppin at fáa pláss á Korn­ dalsbýlinum á Eiði. Vit eiga so nógv góð minnir um teg Jenny góða, allar teir deiligu túrarnar á Eiði, har tú altíð tók væl ímóti okkum. Øll jólini vit plagdu at koma til tín, har tú altíð elskaði at stákast og hugna um okkum, og tá vit vakn aðu jólamorgun og skál full av slikki stóð uttan fyri kamars­ hurðina, ein siður, ið vit síðan hava ført víðari. Allar páskirnar, har tú kókaði egg til børnini og tey litaðu og rullaðu uttan fyri á bønum, og omma keypti teimum altíð páskaregg. Øll sumrini vit ferðaðust har norðuri hjá tær, vit fóru útferð, og tú gav okkum saft og køkur við. Tú stóð altíð í køkinum og matgjørdi til okkum, bakaði, kókaði og steikti. Tú fór síðst til songar og fyrst upp, so morg­ unmatur stóð klárur, tá vit komu upp. Tá tú kom til Havnar, klandraðust børnini um teg, um tú hevði verið tríggjar nætur hjá Margrethu fastur, so vildu okkara dreingir eisini hava, at omma skuldi vera tríggjar nætur hjá okk­ um osv. Tá tú vart hjá okkum, bakaði tú altíð vaflur, tú manst hava slitið mong vaflijørn upp. Altíð gav tú tær stundir at spæla við dreingirnar, teir plagdu at hála teg inn í kamarið hjá sær, so læs tú søgur fyri teimum, spældi kort ella pinnaspæl. Ella tit løgdu puslispøl. Tú hevur eisini verið uttanlanda og ferðast saman við okkum øllum, har tú gekk ímillum familjurnar. Okkara dreingir hava altíð sagt og siga enn, at tú ert verðins fittasta omma. Og eg má bara viðganga, at eg havi átt og eigi verðins bestu vermóðir. Tú og Arnhold tóku ímóti mær við opnum ørmum frá fyrsta degi av, tíverri fingu vit ikki loyvi at hava Arnhold hjá okkum so leingi, og hava okkara dreingir tískil ongantíð kent abba; men teir tosa um hann, sum um teir hava kent hann, hetta tí at tú altíð hevur tosað við teir um hann. Eg veit, at tú ert góð við okkum øll, og vit eru ikki minni góð við teg. Tú ert virkuliga ófør, síðsta vikuskifti var tú við til vígsluna hjá Marthu, ommudóttrini, og Hávardi, og ikki nokk við tí, tú kom heilt til Leirvíkar, at vera við til borðhaldi, og tá vit fóru heim mitt á nátt, sæt tú framvegis har, við einum stórum smíli. Tú stórtreivst millum øll, og tú var so glað tá øll bæði ung sum gomul komu at heilsa upp á teg. Og nú er tað so tú, sum verður heiðrað. Tú plagar at siga, “ja kanska verið eg 90”; men við hvørt so spyr tú eisini,” hví skuldi eg blíva so gomul” og jú mín sann, um tú ikki verður 90. Jenny góða, eg vóni at tú fært ein góðan og hugnaligan dag saman við okkum øllum, og at nógv fólk koma á gátt at heilsa upp á teg. Tað sum hevur eyðkent teg Jenny góða er, at tú altíð hevur verið so blíð við øll, og tú ert sera vældámd allastaðni. Tú hevur altíð havt stóran áhuga í sam­ felags viðurskiftum, og tað hevur tú framvegis. Tú er eitt deiligt menniskja, sum altíð hevur hugsað um onnur framum teg sjálva. Eitt stuttligt er at nevna eisini, nú tú fyllir 90 ár er, at versonurin Leivur fyllir 80 ár sama dag, og skulu vit øll leygarkvøldið í føðingardag hjá honum og so sunnudagin hjá tær. So Leivur tú fært eisini eina heilsan her, hjarta­ liga tillukku við degnum góði, við gleða okkum til veitsluna hjá tær. Jenny góða, hjartaliga tillukku á tínum 90 ára degi, Jesuspápi verður hjá tær. Við heilsan og tøkk fyri alt, ið tú hevur verið og ert fyri okkum. Eisini ein heilsan frá Johannes, Teitur, Bárður og Ara. Hildibjørg Andlát Elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Aðalbjørg Joensen, Oyndarfirði andaðist 5. juli, 87 ára gomul. Kistan kemur í Oyndarfjarðar kirkju leygardagin 10. juli kl. 16.00. Jarðarferðin verður sunnudagin kl. 14.00. Sigurd og børnini tey, ið ætla at geva blómur ella krans, kunnu í staðin lata eina peningagávu til missiónshúsið í Oyndarfirði, konta í Føroya Banka. Í dag, fríggjdagin 9. juli, fyllir Bjarni Holm lærari í Havn, 75 ár. Bjarni er hvalbingur, føddur 9. juli í 1935, sonur Thomasiu, f. Magnussen úr Trongisvági, og Eliesar Holm úr Hvalba. Bjarni gjørdist faðir­ leysur longu sum 5 ára gamal, tá ið pápin gekk burtur við Cherfull í Skop­ unarfirði í 1940. Eftir sat mamman við fýra børnum. Bjarni vaks tískil upp hjá ommuni og abbanum í Trongisvági. Liðugur við skúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba, til hann fór til Havnar á læraraskúla í 1954. Eftir at hann var út­ búgvin á Føroya Lær ara­ skúla í 1958, starvaðist hann sum lærari í Skopun frá 1958­60, á Velbastað frá 1960­64, í Tórshavnar kommunuskúla frá 1964­ 68, í Venjingarskúlanum frá 1968­75 og í Eysturskúlanum frá 1975­96. Hann hevur eisini undirvíst fleiri vetrar á kvøldskúlanum. Bjarni fór úr starvi sum lærari í 1996. Í síni tíð sum lærari var Bjarni saman við øðrum við til at geva fleiri bøkur út til skúlabrúks. Hann var eisini ein av teimum sum stovnaði Skúlabókafelagið í 1963. Bjarni hevur spælt nógv fótbólt. Tey flestu árini í B36 har hann var við til at vinna meistaraheiti í 1962. Umframt fótbólt hevur hann eisini spælt nógv flog bólt. Í 1958 giftist Bjarni við Jónu Restorff úr Havn. Tey fingu fýra døtur: Tove, Guðrið (doyði sum hálvtannað ára gomul), Guðrið og Annika, umframt barnabørnini. Bjarni og Jóna eru hvønn dag at síggja til arbeiðis í handlinum Andreas í Vágsbotni, har serliga nógv fremmandafólk vitja hesa árstíðina. Vit í Miðla­ húsinum ynskja Bjarna hjartaliga til lukku við degnum. ­red Bjarni Holm 75 ár