Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105 18 Sosialurin Sjúkrarøktarfrøðingur til A2/Føðideildina Umsóknarfreistin er 19. juli 2010 Onnur leys størv (sí meira á www.ls.fo) Varadeildarleiðari til Bráðdeildina G1 Hevur tú hug at vera við til at mynda eina spennandi og avbjóðandi deild, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal saman­ tvinnast við háteknologi, so er møguleikin her. Vit søkja eftir varadeildarleiðara til G1 á brøki 0,8 til setan 1. september 2010 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsøkið umfatar intensivu deild, við­ rakning, skaðastovu og bráðmóttøku. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • Virkandi leiðari, tá deildarleiðarin er burturstaddur • Arbeiða í tøttum samstarvi við deildar­ leiðara í mun til dagliga arbeiðið: starvsfólkaviðurskifti arbeiðslisti fíggjarætlan • Leggja tilrættis og gera innleiðsluætlan fyri nýsett starvsfólk • Vera við í klinisku sjúkrarøktini • Arbeiða í tøttum samstarvi við kliniska sjúkrarøktarserfrøðingin um fakliga menning á deildini • Ábyrgd av instrumentum og tólum Krøv til umsøkjaran: • prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur • áhuga í leiðslu • áhuga í fakligari menning av starvsfólki • hollan fakligan førleika innan intensiva økið og viðrakning og/ ella bráðmóttøku og skaðastovu • góð samstarvsevni • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • teldukunnleika Nærri fæst at vita við at ringja 304500, lokal 5811 til Jórun Højgaard, deildarleiðara, t­post: lsjorho@ls.fo ella til Astu Joen­ sen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á Brádeplinum, lokal 5102, t­ post lsastjo@ls.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 16. august 2010 kl.12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar­ og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar­ og starvsfólkadeildin, FO­100 Tórshavn ella við telduposti til umsokn@ls.fo S t ø r v á L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m w w w .l s . f o Trivnaður Gransking & menning Sjúklingurin í miðdeplinum Sosialurin / KvR 34 18 00 Sjúkrarøktarfrøðingur til Bráðdeildina G1 Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggj­ andi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her. Vit søkja eftir tveimum sjúkrarøktarfrøð­ ingum á brøki 0,8 og einum á brøki 0,7 til setan 1. september 2010 ella eftir avtalu. Bráðdeildin er ein heild við fleiri ymiskum funktiónum, sum umfata intensiva deild, viðrakning, skaðastovu, bráðmóttøku og læknavaktina Tú kemur, í mun til tørv og førleika, at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan intensiva økið, viðrakning, skaðastovu­ og bráðmóttøkuna. Vit kunnu bjóða tær: • innleiðslu og upplæring • fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar • starvsfelagar við góðum fakligum førleika • starvsfelagar, ið ynskja at arbeiða í einum mennandi umhvørvi • ein spennandi arbeiðsdag við góðum møguleika fyri egnari menning • at arbeiða triðja hvørt vikuskiftið Tú hevur: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi • evni til skjótt at skapa tær yvirlit • evni at arbeiða sjálvstøðugt • hug til fakliga menning og avbjóðingar • góð samstarvsevni og er fleksibul • eitt opið og jaligt sinni • møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag­, kvøld­ og náttarvaktum • teldukunnleika • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini Lønar­ og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Før­ oyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita við at ringja 304500, lokal 5811 til Jórun Højgaard, deildarleiðara, t­post: lsjorho@ls.fo ella til Astu Joensen, leiðandi sjúkra­ røktarfrøðing á Brádeplinum, lok. 5102, t­post: lsastjo@ls.fo Umsóknarfreistin er 16. august 2010 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur til G3, Medisinsk Ambulatorium Á G3, diabetes amb. er eitt starv sum avloysari leyst at søkja á starvsbrøki 0,8 til setan 16. august 2010 ella eftir avtalu. Arbeiðsuppgávur á diabetes amb. er í høvuðsheitum, at • kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarðandi um diabetes • undirvísa individuelt og í bólkum • gera undirvísingarætlanir til sjúklingar • seta fyribyrgjandi tiltøk í verk • kunna, vegleiða og undirvísa aðrar deildir um røkt og viðgerð av diabetessjúklingum • samskipa samstarv við aðrar deildir og primer øki • samskipa viðgerðir og eftirkanningar hjá diabetes sjúklingum • hava sjálvstøðugar viðtalur • geva viðgerðir Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt og fjølbroytt umhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • faklig vitan innan økið • kliniskar royndir innan røkt og viðgerð á økinum • góð samstarvsevni, kunna arbeiða tvørfakligt • arbeiða sjálvstøðugt Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava • diabetes eftirútbúgving • drúgvar royndir innan økið Løn og setanartreytir sambært sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð­ ingar og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Evu M. Holm, deildar­ leiðara, tlf. 304500, lokal 6250 ella til Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøð­ ing, lokal 6102, t­post: lsingga@ls.fo Umsóknarfreistin er 21. juli 2010 kl. 12.00