Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010 4 Samrøða Uni Arge uniarge@gmail.com Rødd hansara hevur í nærum 30 ár verið at hoyrt í hvørjum útvarpslurti í landinum, og seinnu árini hevur hann í sínum sendingum hugleitt um tilveruna, samfelagið og innara friðin. Í hesi samrøðuni fara vit á upp dag­ ingarferð í hugaheiminum hjá Jákupi Magnussen. Hvønn týdning hevur tann ljósa tíðin fyri teg? Vár og summar eru stuttligari, tí fólk verða meira opin, og nógv tiltøk verða sett í verk. Tað er eisini sera lívs játt­ andi, at flytifuglurin kemur aftur, og at fólkalívið livnar sum heild. Lívs­ dygdin verður eisini størri, tí sól orkan ger meg betur føran fyri at vera til staðar í lívinum. Hon gevur mær hug at spæla og smílast meira, ja, eis ini elska meira. Er ljósið ein fortreyt fyri, at vit eru eydnusom? Eg haldi ikki, at ljósa tíðin er ein bein­ leiðis fortreyt fyri, at vit eru eydnu som. Men av tí, at vit lata okkum stýra so nógv av veðrinum, tykist ljósa tíðin at vera fortreytin fyri góðum lag og trivnaði. Tað er vísindaliga prógv að, at menniskjanum tørvar ljós, og eg ivist ikki í, at so leingi fólk verða stýrd av ytri viðurskiftum, verður myrkur orsøk til tunglyndi og aðrar sinnisligar lívskreppur. Nógv kunnu vit tó gera fyri at bøta um okkara yo­yo lyndi. Eg havi í eitt áramál lært meg at góðtaka lívið, sum tað lagar seg. Hetta hevur bøtt um javnvágina í mín um lívi og eisini minkað um sinnis ligu ávirkanina av veðrinum. Er tann ljósa tíðin betri enn tann myrka tíðin? Her má eg siga, at alt er líkaverdugt, og tí eru árstíðirnar bara, sum tær nú einaferð eru. Betri og verri er ein sinnislig meting, sum tekur annað fram um hitt. Tað kann samanberast við tað at gera mistøk. Mistøk havi lægri tign enn tað, sum eydnast, men uttan mistøkini høvdu vit ikki lært, hvussu vit kunnu fremja brøgd og megnar­ avrik. Alt hevur sín rætt. Er lyndið í føroyingum ávirkað av veðurlagnum? Føroyingurin letur seg stýra av myrkr­ inum. At síggja til húka vit nógv, og talumátin er mangan rættiliga jaja. Vit tosa altíð um regnið, hóast vit eru fødd inn í tað. Nú skal eg ikki gene­ ralisera ov nógv, tí føroyingar finn ast, sum hava stórt yvirskot og seta nógv í verk, men nógv okkara vanta orku. Er landið kanska so lítið, at vit stjala orku frá hvørjum øðrum við ov nógvum eftirliti? Prógvið um, at veðurlagið ávirkar okk um, er várið. Tað tykist sum, at før oyingar snara 180 stig, tá sólin hækkar. Og vit verða samsvarandi vón brotin, tá summ arið ikki eftirlíkar veður ynskjum okkara. Ert tú nakrantíð bangin fyri myrkrinum? Nei, tað eri eg ikki. Haldi tað hin vegin vera spennandi. Minnir nakað um lívið, ið eg haldi vera mest spenn andi, tá eg havi so fáar ætlanir sum gjørligt, tí tað letur upp fyri tí ókenda. Tá eg vaks upp, var onki inter net ella aðrir margmiðlar. Vit høvdu plátuspælaran og útvarpið. Tí spældu vit næstan altíð úti, eisini tey myrku vetrarkvøldini. Veðrið var ikki av gerandi, tí vit lagaðu tey nógvu goymi­ og leitispølini eftir tí. Eg haldi, hetta er ein orsøk til, at eg ikki ræð ist myrkrið. Í dag dámar mær eis ini væl náttina, tí tá reflekteri eg um lívið og spáki mínar túrar. Verður tú veðursjúkur av myrkri, vindi og regni? Ljósa tíðin kemur hvørt ár til mín sum bæði gáva og yvirraskilsi. Sein­ astu mongu árini havi eg hvønn vetur verið sannførdur um, at eg eri leysur av árstíðum, og at myrkur, vind ur og regn tí ikki ávirka mítt lyndi. Hetta er nú ikki bara ynski hugsan, tí eg eri sannførdur um, at øll náttúru fyrbrigdi bara eru, sum tey eru, og at vit onki kunnu gera, sum kann broyta ein illfýsisdag til summardag. Kort ini kann eg ikki hava alt upp á pláss í so máta, tí tá mars mánaði er hálv runnin, kenni eg á mær, at eg lýsni og verði meira nærverandi. Hevur tú nakrantíð ætlað at flutt úr Føroyum orsakað av mjørka? Ja, fyrr gjørdi eg tað ofta. Í bak spegl­ inum síggi eg meg sjálvan sum rætt iliga tunglyntan og negativan. Tað var helst orsøkin til, at eg fór at læra meg at vera ærligur um mín persón og fáa frið við meg sjálvan og onnur. Eg var stýrdur av egonum, sum ongantíð var í friði. Eg hevði ikki valdið í egnum lívi, og tí hevði eg eis ini rættiliga døkkar periodur og var sannførdur um, at í øðrum lond­ um gingu fólk á gullgøtum. Hetta kom serliga til sjóndar, tá veðrið leik aði í. Tá bannaði og blótaði eg mangan um hesar klettar og siteraði tvøra mannin, Pól í Føroyum, sum segði, at Føroyar bara vóru nakrir klettar til flytifuglarnar at hvíla seg á. Eg royndi at búgva bæði í Norra og Danmark, men var ikki eydnuríkari har. Tað segði mær so, at veðrið er ikki tann týdningarmesti faktorurin í mín um trivnaði. Tolir tú mjørka? Eg bart út sagt elski mjørka. Haldi tað vera so hugnaligt at ganga í havnar­ gøtum, tá tjúkkur mjørki ligg ur millum Prát – SeinaStu mongu árini havi eg hvønn vetur verið sAnnFørdUr um, at eg eri leySur av ársTíðUm, og at myrkur, vindur og regn tí ikki ávirka mítt lyndi, Sigur JákUp mAgnUssEn, útvarpSmaður, í sUmmArpráTinUm heSaferð. hann ElskAr mjørka, ræðiSt ikki myrkrið og kennir ljóSu tíðina Sum eina gáVU, men gott er av og á at Sleppa av lAndinUm at vera AnonymUr, heldur hann Eg góðtaki bara lívið sum tað er