fríggjadagur 9. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010
6
IntervIew
RÓLANT WAAG DAM
rolant@sosialurin.fo
»Patience is a motherfucker when you
are living life in slow motion« Einki
min ni enn tað! Heitið á fløguni telur 12
orð og tað longsta av teimum er so ljótt,
at eg ikki fari at umseta tað til føroyskt.
– Ein sangur á fløguni eitur júst so
leið is, og eg haldi eisini, at Patience is
a motherfucker when your are living
life in slow motion sigur eitt sindur um
hin ar sangirnar á fløguni, greiðir Fróði
Han sen frá.
Ein av styrkunum við argja
manninum – ja, tað er umráðandi, at
hann er argjamaður, tí, sum hann sigur,
so er hann fanime ikki havnarmaður –
er, at hann ikki pakkar tingini inn. Tey
verða søgd júst soleiðis sum tey eru, og
so leiðis sum Fróði upplivir tey.
Eitt gott dømi um hetta, er nýggja
heit ið á bólkinum. Á fyrstu fløguni og
konsertunum aftaná, kallaði Fróði Han
sen bólk sín fyri Fróði. Nú kallar teir
seg fyri Fróði & The Pink Slips.
– Og Pink Slip skal ikki skiljast sum
nøkur fisa, ger Fróði greitt beinanvegin
og so kemur sjálv frágreiðingin:
– Ein Pink Slip er eitt slag av upp
sagn ar seðli og hóast hinir limirnir í
bólki num eisini eru partur av navninum
nú, so skal eingi ivi vera um, at eg eri
dikta tor í bólkinum og kann siga teir
upp til eina og hvørja tíð, sigur Fróði
ikki sørt speiskliga.
At nýggja navnið verður tikið í brúk
í samband við nýggju fløguna markerar
onkurs vegna eisini, at talan er um ein
nýggj an bólk. Allir tónleikararnir uttan
front figururin sjálvur, eru skiftir út í
mun til fyrstu fløguna.
Nýggja navnið staðfestir eisini, at
bólk ur in Fróði er meira enn bara tann
tón leik arin, sum hevur høvuðsleiklutin
á pallinum.
– Eg føldi, at tað ikki var rætt, bara at
kalla bólkin FRÓÐI. Vit eru ein bólkur
og tað snýr seg um so øgiliga nógv
meira enn bara meg. Tónleikurin og
tón leik ar arnir fylla nógv á pallmyndini,
og eg fari ofta av pallinum og standi
mill um áhoyrararnar og lurti, meðan
hinir tónleikararnir koyra á við solo’um
og hvørt av sínum, fortelur Fróði, sum
annars heldur uppá, at tað er rein til
vild, at pink gongur aftur hjá honum.
Fróði Hansen var nevniliga sangari
og trummusláari í bólkinum Moby The
Pink Pilot, og nú eisini frontfigurur í
Fróði & The Pink Slips, samstundis sum
Bárð ur Dal Christiansen hevur gjørt
húsar nar til báðar fløgur hansara – og
er tað nakað, sum eyðkennir listina hjá
Bárði Dal Christiansen, so er tað liturin
pink, sum er afturvendandi í nógvum
av verkum hansara.
– Og so er Pink Floyd eisini tann
bólk ur in, mær dámar best av øllum,
men tað er altso tilvild alt hetta her,
flenn ir Fróði.
Mánamorgun hongur enn
Tað var við at vinna FM 08 at Fróði
Han sen fekk sítt gjøgnumbrot á før
oyska tónleikapallinum. Hetta gjørdi
hann við bólkinum Moby The Pink
Pilot. Men sambært Fróða sjálvum, so
er hesin bólkurin ikki virkin.
– Er tað ikki soleiðis man sigur?
Tann bólkurin er í øllum førum ikki
virk in yvirhøvur, ger Fróði greitt. Men
hóast sína stuttu livitíð, so vann bólk
urin, sum sagt, áðurnevndu tón leika
kapping í 2008, teir vóru eisini í studio
og tóku upp og spældu bæði á G! og
Summ ar Festivalinum.
Men hóast Fróði síðani hevur spælt
við í tveimum øðrum bólkum, givið
eina fløgu út og tann næsta er á veg,
so er tað ikki ein sangur hjá Moby The
Pink Pilot, Fróða ella Fróða & The Pink
Slips, ið fólk altíð spyrja eftir til kon
sertir hansara.
– Eg havi ein Mánamorgun hang a
ndi yvir mær, og tað verður altíð spurt
eftir honum. Og nei, eg fari ikki at spæla
hann inni á The Rock, tá onkur rópar
tað. So mugu vit heldur finna gittaran
fram á morgunballinum aftaná, so er
tað einki problem, flennir Fróði.
Mánamorgun var ein verkætlan frá
Studentaskúlatíðini, har hann og floks
felagarnir, sum høvdu tónleik, gjørdu
ein sang og eitt videolag. Tannbust
Band róptu tey bólkin, lagið varð nógv
spælt í útvarpinum og var næstbest
dámda lagið í 15 teimum bestu í 2007.
Á youtube.com og á myspacesíðuni
hjá Tannbust Band er sangurin spældur
til samans 25000 ferðir. Fróði sang og
spældi trummur á hesum sangi, eins
og tað eisini var hann, ið gjørdi lagið.
Meira rockur
Í mun til Mánamorgun var fløgan
Creep ing Storm rættiliga rockutt. Sam
bært Fróða verður Patience is a mother
fucker when you are living life in slow
motion eitt vet harðari enn henda.
– Tað er rockur, vit spæla. Til tíðir
er tað øgiliga Pink Floydinspirerað.
Men henda fløgan verður kanska
meira rockutt enn hin, meira nossir í
og kanska eitt sindur harðari.
Ein annar munur er eisini, at nýggja
fløg an er ein EP við seks løgum. Or søk
in er tó ikki vantandi tilfar.
– Tað einasta, sum mær ikki vantar,
er tilfar. Tað er bara ein spurningur
um fígging, og nú høvdu vit so pengar
til eina EP, sum er munandi bíligari
at geva út enn ein heil fløga, greiðir
Fróði frá.
– Og nú vildi eg eisini koma út við
onkr um nýggjum, leggur hann aftrat.
Úrs lit ið er fýra enskir sangir og tveir
før oysk ir, har sangurin Tíð lekir øll sár
ber til at hoyra á myspacesíðuni hjá
bólki num.
Fróði hevur í stóran mun skrivað
tekst ir á enskum, men hevur tó roynt
seg onkuntíð fyrr á føroyskum.
– Nú er tað ofta á føroyskum, eg
skrivi. Føroyskt hevur eina erligheit
yvir sær, sum eg ikki haldi enskt hevur,
held ur Fróði, sum kortini ikki heilt
dug ir at siga hví, hann annars yrkir á
ensk um.
– Øll mín inspiratión stavar frá
ensk um og alt, sum eg lesi, er á enskum.
Men hvør veit, tað næsta, eg gevi út,
verð ur kanska á donskum, skemtar
Fróði.
Hóast tað neyvan verður til nakað,
so dylir Fróði ikki yvir, at hann er
sera fegin um at spæla í Danmark. Av
tí sama er bólkur hansara eisini sera
virk in.
– Í Danmark fært tú nýggjar møgu
leikar allatíðina. Í Føroyum er beinan
vegin so, at tað er tað sama umaftur
og umaftur. Har kann eg eisini vera
full vísur í, at eg kenni ein stóran part
av áhoyrarunum. Tað geri eg ikki, tá eg
spæli í Danmark og tað leggur eisini
eitt annað trýst á okkum, sum spæla,
for tel ur Fróði,
Frá kjallara til Rust
Fróði er vaksin upp við tónleiki alla
staðni kring seg. Vildi illa til, hevði
hetta verið við til at lagt eitt keðiligt
trýst á Fróða, um at hann skuldi spæla.
Hetta hevur tíbetur ongantíð verið skil
ið heima hjá Fróða og teimum.
– Tvørturímóti haldi eg, at eg havi
ver ið sera heppin. Eg eri altíðsloppin at
spæla, tá eg vildi, eisini trummur klokk
an ellivu um kvøldið, um tað var tað, eg
hevði hug til. Tað hevur virkuliga verið
gott hjá mær, heldur Fróði Hansen.
Úrslitið av øllum ganginum í
kjallaranum á Argjum, kunnu før oyi ng ar
enn einaferð uppliva, nú Frói kemur út við
síni næstu fløgu. Útgávukonsertin verður
á G! fríggja dagin um eina viku, og tveir
mánaðir sein ni verður útgávukonsert í
Danmark, tá Fróði & The Pink Slips spæla
á Rust í Keyp mannahavn 16. september.
Bara Fróði
er eftir
Ein nýggj fløga. Ein nýggjuR bólkur og Eitt nýtt navn. tað Einasta,
sum Er Eftir av fróða, Er fróði. sosialurin hEvur hitt 23 áRa gaMla
argjamannin til Eitt prát um tónlistaRliga lív hansara, týdningin av at
slEppa at buldRa við trummum í kjallaranum hEima við hús, tá honum
lysti, um at hava Ein studentaskúlasang hangandi yvir høvdinum og
Eisini spurt hví, nýggja Fløga hansara hEvur Eitt so langt hEiti