Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. juli · Nr. 106 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Fýra næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík hava lut tik­ ið í endakappingini í Euro­ pean Business Game, sum var í Limosine í Fraklandi í døgunum 27. juni til 2. juli. Næmingarnir Lilian Gul lak­ sen, Laila Mikkelsen, Jóannes Martin Johannesen og Vagnur Thomsen mannaðu eitt fiktivt virki, sum tey kall­ aðu North Comfort. Virkið framleiðir hitaskamlar til eldri fólk, og sølan er fyrst og fremst ætla bústovnum. Luttakandi virkini skulu gera sáttmálar og avtalur við onnur virki um framleiðslu, flutning og sølu. Harafturat skal fígging fáast frá pen­ inga stovni. Virkini skulu eisini samskifta við onnur EBG virki uttanlands fyri at skapa sambond ímillum ung úr europeisku londunum. Næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík gjørdist nummar 3 í endakappingini, har 11 lond luttóku, og Dan­ mark bleiv vinnari. Lut tak­ andi londini vóru Danmark, Grønland, Føroyar, England, Skotland, Frakland, Bolzano, Italien, Kroatia, Slovakia og Kekkia. Umframt næmingarnir vóru Karin Kirke Petersen lær ari, Sigmar Jacobsen dóm ari og Rani Nolsøe NPC (national program coordi­ nator) við í ferðalagnum. H ann tosaði við stórum stav­ um, løgmaður, tá hann í síðstu viku gjørdi greitt, at tað kostaði lands stýris fólkum høvd ið, um tey í óðum verku fluttu al mennar stovnar, uttan at hetta framm an und an varð avtalað í lands stýrinum. Hetta segði løgmaður, eftir at øsing hevur verið um, at um­ sitingin av barsilsskipanini skal flytast av ALS í Havn til Taks á Tvøroyri. Lands stýrismenn hava verið úti og tikið sær heiðurin, annað lands stýrisfólk hevur funn­ ist harðliga at, og stjórin á Taks hevur boðað frá, at hann sjálvur av sínum eintingum hevur tikið hesa avgerð, sum altso ikki er at flyta ein stovn, men at flyta nøkur størv innanhýsis. Tað skal sjávandi ikki vera nøkur ólukka, at nøkur almenn størv verða løgd uttan fyri Havnina. Sjálv andi ikki tað. Men tað má heldur ikki verða eitt mál í sær sjálvum hjá politikarum at flyta almennar stovnar úr Havnini og út á bygd – bara fyri at flyta teir. Vit kunnu eisini koma í ta støðu, at vit tæga almennu skipanina so nógv í smálutir og spjaða hana so nógv, at púra einki skil verður í. Vit mugu hava eina miðstøð ­ eisini fyri almennu fyrisitingina, og tann miðstøðin er sjálvsagt høv­ uðs staðurin, sum í Føroyum er tað einasta »kraftsentrið«, um vit kunnu kalla tað so. Tað er at blæsa torvmold í eyguni á fólki at billa teimum inn, at vit kunna hava eitt ella tvey kraftsentur afturat, tí tað verður bara eitt. Í Danmark er tað júst útjaðara­ politikkurin, sum er ein orsøk til, at borgarliga stjórnin seianstu tíggju árini er við at missa fótafestið. Serliga Vinstriflokkurin sær út til at missa nógvar annars trúfastar veljarar av avgerðini um at byggja eitt stórt miðsjúkrahús í Jylland, sum samstundis merkir, at fleiri smærri sjúkrahús verða løgd niður. Úrslitið er, at ein útjaðaraflokkur er stovnaður, sum rættiliga sær út til at fáa vind í seglini – og sum fer at gera, at borgarligu atkvøðurnar fara at spjaðast so nógv, at borgarligi meirilutin á Fólkatingi hvørvur. Í Føroyum hava vit kanska sterk ari útjaðarapolitikarar enn í Dan mark. Í øllum førum hava slík ir persónar ofta so stórt vald í polit isku flokkunum, at til ber at trýsta ávísar avgerðir ígjøgnum, sum fyri fleiri verða mett sum ørvitisprojekt. Men vit skulu liva í øllum land­ inum. Tí er tað av týdningi, at vit duga at meta um, hvørjar tænastur skulu miðsavnast og hvørjar skulu miðfirrast – til gangs fyri okkum øll á besta hátt. Tað eigur ikki at vera eitt mál at flyta stovnar Nólsoyingar hava um viku­ skiftið upplivað nakað, sum teir neyan áður hava upp­ livað í oynni. Farnu dagarnar hava bæði ein hýruvognur og ein campingvognur verið í Nólsoy, og tað fekk okkara blaðmann, sum er búsitandi í Nólsoy, at spíla eyguni út og taka myndir. Flutningurin var hýru­ vogn um, camping vognum og øðrum akførum út í Nólsoy er blivin veruleiki, eftir at Ternan er farin at røkja farleiðina millum Havn ina og Nólsoynna. Og ja, nú skuldi eisini borið til at tikið ein hýru­ vogn í Havn heim í túnið í Nólsoy, um onkur kundi hugs að sær tað. Nýggjar tíðir í Nólsoy Føroyskir næmingar blivu nummar trý Vit raðfesta trygdina høgt Petur Joensen síða 10 Á bygd ella í bý eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo Frá vinstru: Jóannes Martin Johannesen, Lillian Gullaksen, Laila Mikkelsen og Vagnur Thomsen Eg elti møgu­ leikan annika smith síða 6–7