Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mánadagur 12. juli · Nr. 106 Sosialurin Magnus Gunnarsson Lutaseðlarnir hjá B68, har høvuðsvinningurin var ein Toyota Corolla frá Reyni Service, eru nú drignir. Tann sum vann bilin var Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingslimur, á Toftum. Jógvan Ingvard fylti 80 ár hósdagin 8. juli, tann dagin tá bilurin varð handaður honum hjá Reyni Service í Hoyvík. Bilurin er ein silvurlittur Toyota Corolla 1.4 D-4D Luna til eitt virði upp á 250.000 krónur. Jógvan Ingvard sigur, at fyrsti bilur hann keypti sær var eisini ein Toyota Corolla í 1974. maggi@sosialurin.fo Vitjað verður hjá Sp/f Kaj Andrea sen & Co. í Hoyvík, har stjórin í fyritøkuni, Berg ur Andreasen, for- telur um hvussu teir hava fyrireikað seg til summar ið við sølu av t.d. viðfestisvognum og øðr- um flutningstólum. Eisini um mangt annað sum fyri tøkan hevur at bjóða. Saman við Heðini Weihe, sølumanni hjá Auto Service, verður nýg- gi Opel Meriva roynd ar- koyrdur Eisini er ein samrøða við Jógvan Ing vard Olsen á Toftum, fyrr ver- andi lands stýris mann og løg tings lim, sum vann høvuðs vinn ing in á luta- seðl un um hjá B68. Hann for tel ur í sendingini, at hann minnist tíðina, áðrenn koyri vegur kom til Toftir og um fyrstu bilar- nar har. Corolla í føðingardagsgávu Jan Petersen frá B68 (v.m.) og Sámal av Reyni frá Reyni Service handa bilin og eitt blómutyssi til Jógvan Ingvard Olsen, hepna vinnaran av bilinum Toyota Corolla bilurin, sum ítróttarfelagið B68 herfyri burturlutaði, varð vunnin av Jógvani Ingvard Olsen á Toftum Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.15 Chrysler skifta til Lancia í Evropa Magnus Gunnarsson Chrysler skeltini hjá flestu bilforhandlarunum í Evropa verða í komandi ári skift út við Lancia skeltir. Orsøkin er, at italsku Lancia eru partur av Fiat-konsernini, sum eigur 20 prosent av Chrysler í USA. Nú er so avgerð tikin um at Chrysler bilarnir, ið verða seldir í Evropa, skulu marknaðarførast sum Lancia, sum annars er luksusbilmerkið hjá Fiat. Chrysler skifta tó ikki til Lancia í Stórabretlandi og Írlandi, har Lancia ikki verða seldir. Amerikonsku Jeep, sum eru partur av Chrysler, skulu tó framvegis marknaðarførast sum Jeep í Evropa. Fiat stjórin Sergio Marchionne roknar við, at sølan av amerikansku Lancia bilunum verður meira enn tvífaldað í 2014. maggi@sosialurin.fo Her eru tær fyrstu myndirnar av Chrysler 300 í Lancia útgávu Chrysler Voyager fer at eita Lancia í Evropa Jógvan Ingvard Olsen fortelur í sendingini, at hann minnist tíðina, áðrenn koyrivegur kom til Toftir Nýggi Opel Meriva verð ur royndarkoyrdur saman við Heðini Weihe, sølumanni hjá Auto Service Bergur Andreasen, stjóri í Sp/f Kaj Andreasen & Co, sum m.a. umboðar Variant viðfestisvognar