mikudagur 14. juli 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Reality-stjørnan Sidney Lee
roynir at liva eitt lív í sús
og dús á reyðum løparum,
forsíðum
og
endaleysum
veitslum.
Men
sambært
BT, sum hevur funnið sær
okkurt at skriva um í hesi
agurkutíðum, er tað ikki
stór vegis marglæti yvir bú-
staðnum hjá Sidney Lee.
BT avdúkar í dag bæði
eitt og annað um Sidney Lee,
sum er komin fram umvegis
reality-røðir í Danmark. Mill-
um annað skrivar blaðið, at
Sidney Lee ikki býr í stórari
íbúð á Kongens Nytorv, sum
hann hevur ført fram, men
heima hjá foreldrum sínum,
har hann hevur eitt kamar á
14 fermetrar.
– Eg havi onga viðmerking,
segði Sidney Lee, tá ið BT
hitti hann á veg heim í gjár.
Sidney Lee hevur sambært
blaðnum fleiri ferðir sagt, at
hann býr í einari stórari íbúð
fyri nógvar milliónir krónur,
sum pápi hansara skuldi havt
keypt honum, men hetta fær
BT ikki at passa, og tað ber
ikki til at fáa uppklára, hví
Sidney Lee sigur tað.
BT
skrivar
eisini,
at
fram til september í fjør
búði Sidney Lee í eini íbúð
í Vanløse, men hann varð
tveittur út úr henni.
L
øgtingsmaðurin Kári P. Høj-
gaard sigur í Sosialinum
mána dagin, at hann er til
reiðar at fara niður í løn fyri at
vísa seg sum góða fyrimynd, nú
tað almenna skal spara peng ar.
Onnur løgtingsfólk halda somu-
leiðis, at hetta hevði verið eitt
hósk andi stig hjá løgtinginum at
tikið, og í grannalondum okkara
hava politikarar skert sína egnu løn
seinastu tíðina.
Tað verður ikki ein lítil lækking
av lønini hjá løgtingsfólkunum,
sum fær avgerandi týdning fyri
búskapin ella samfelagið, men í eini
slíkari lækking liggur eitt signalvirði
um, at politikararnir vilja ganga á
odda, nú reimin skal spennast hjá
tí almenna – kanska eisini um slík
uppskot tykjast populistisk.
Men tað hevur ivaleyst eisini
týdning, at politikararnir, sum uttan
iva fara at verða fyri atfinningum í
sambandi við skerjingar og spar ingar,
kunnu siga, at teir eisini taka eitt tak
saman við øllum hinum. Tað bøtir
kanska um samvitskuna hjá teimum
fólkavaldu, tá ið tað skal skerast
burtur av hjá teimum tey eldru og
veiku í samfelagnum. Higartil hevur
tað ov ofta verið tey – og bara tey –
sum hava fingið minni.
Tað eru nú liðin nógv ár, síðani
lønirnar hjá politikarunum gjørdu
eitt ordans lop uppeftir. Tá varð
sagt, at tað skuldi betra um góðsk-
una á lóggávuarbeiðnum, og løg-
tings fólk skuldu kunnað liva av
sínum løgtingsarbeiði – og helst
bara tí.
Men tað er trupult at síggja
nakra broyting í hjástørvunum
hjá løg tingsfólkunum síðani stóru
lønarhækkingina. Fleiri tingfólk
hava framvegis væl lønt størv við
síðuna av sínum tingsessi, og tá ið
hugt verður eftir uppmøtingini til
tingfundir, kann mann ivast í, hvat
av størvunum hjá onkrum tingfólki
er hjástarvið.
Tað, sum hevur størri týdning
enn ein súmbolsk lønarlækking hjá
løgtingsfólkunum, er, at tingfólkini
leggja veruliga orku og tíð í ting-
arbeiðið, so dygdin verður so góð
sum gjørligt. Og teir pengarnir,
sum eru at spara við eini lækking
av løgtingsmannalønunum, kundi
hóskandi farið til at styrkt umsit-
ingina í løgtinginum, so talið á lógar-
upp skot um, sum verða løgd fyri
tingið uttan at verða løgfrøðiliga
eftir kannað, lækkaði.
Tað bøtir kanska um sam
vitskuna hjá teimum fólkavaldu
Mario Max Schaumburg
Lippe er 33 ára gamal prins-
ur, og tá ið hann her fyri var
til ein vælgerandi døgurða
í London, fekk hann eygað
á
svensku
prinsessuna
Madeleine.
Sambært svenska blað-
num Expressen er týski
prins urin nú forliptur uppi
í svensku prinsessuni, sum
fyri
kortum
avlýsti
brúd leypið við sjeik-
in hjá sær.
– Um tað veru-
liga pass ar, at hon
er støk, so er hon
mín dreyma prin-
sessa, sig ur týski
prins ur in
við
blaðið.
Fyri tveimum
árum síð ani var
Mario at finna
á for síðunum, tí hann gekk
saman
við
eysturríksku
Natascha Kam pusch, sum
varð inni stongd í einum
kjallara í átta ár, áðrenn hon
flýddi.
Sambært svenska Se &
Hør dansaðu svenska prin-
sessan og týski prinsurin
alla náttina, og Made leine
skuldi
verða
í
góðum lag.
Týskur prinsur
liggur framvið
Lægri Lønir í Løgtinginum
Sidney Lee býr
á 14 fermetrum
Kvinnur
eisini kom
nar á vøllin
Dagfinn Olsen
miðlar síða 10
Eg
skulkaði,
tá eg fekk
ein kjans
TOmmy anDreasen
síða 44-45
Mynd: Polfoto