Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 Sosialurin Kjak Gleddi meg at hoyra Maritu Rasmussen siga – í Degi og Viku 12. juli ‘10 - at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kundu hugsað sær ein ar beiðs- marknaðardepil. Hon nevndi, at tað hevði skapt synergi effekt, umframt at lógarverk og umsiting høvdu havt gagn av hesum. Taki fult undir við hesum sjónarmiðum. Eitt arbeiðs­ marknaðargjald Í verandi løtu rinda vit til ALS og í barsilsgrunn. Kundi hugsað mær, at vit ístaðin rindaðu eitt sonevnt arbeiðsmarknaðarg jald. Arbeiðsmarknaðargjaldið bleiv nýtt til ymiskt, sum hevði við arbeiðs marknaðar- viðurskifti at gera. Arbeiðs- marknaðardepilin umsat og virkaði fyri hesum. Nevnast kann: ALS, barsilsskipan, eftirútbúgving og ikki minst ein arbeiðsmarknaður, sum tók sosiala ábyrgd. Sosial ábyrgd Sosial ábyrgd á arbeiðs- markn aðinum snýr seg um, at arbeiðspláss gera sítt fyri at fyribyrgja, at starvs fólk gerast sjúk og niðurslitin. Arbeiðsplássini skulu kenna seg ‘ílatin til’ og raðfesta, at starvsfólk kunnu verða verandi á arbeiðs- marknaðinum, tá tey gerast sjúk, men hava varðveitt ein part av arbeiðsførleikanum. Harumframt er alneyðugt, at arbeiðsmarknaðurin í størri mun kann rúma teimum, sum standa uttanfyri ar- beiðsmarknaðin. Mong arbeiðspláss gera veruliga ein hóp fyri síni starv s fólk og fleiri eru eisini ‘við uppá’ at geva fólki við skerdum førleika ein møguleika. Royndir vísa tó, at tað mangan eru tey, sum eru sjúk ella hava skerdan førleika á einhvønn hátt, sum fyrst fáa fótin, tá sparast skal. Í ár var talið á umsóknum til Dugniskúlan við Áir met- høgt. Helmingurin fekk einki pláss. Sum er, er hesin skúlin einasta skúlatilboð til teirra sum hava hava skerdan før- leika onkursvegna. Almenna á odda Lógarkarminum tørvar av- gjørt ábøtur til tess at bøta um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum við skerdum før leika. Men skulu vit gera okkum vónir um, at sosiala ábyrgdin gerst størri, eigur tað almenna at ganga á odda og vera ein fyrimynd. Hví ikki hava beinleiðis orðingar um, at ávísur prosentpartur av arbeiðsmegini hjá tí almenna skal vera til fólk við serligum tørvi? Mær er sagt, at eitt slíkt uppskot til samtyktar var samtykt á Føroya Løgtingi í 80-árunum. Fleiri almenn arbeiðspláss taka sosial ábyrgd og privat arbeiðspláss við. Men langt er enn á mál um vit veruliga kunnu tosa um ein arbeiðsmarkna fyri øll. Tey ungu Avbjóðingin hjá teim ungu at finna sær starv er stór, tá arbeiðsloysið er. Tey hava onga útbúgving og fáar um nakrar arbeiðsroyndir at vísa á. Veit, at bæði ALS og Almannastovan royna at bøta um støðu teirra, men her kundi ein arbeiðs- marknaðardepil gjørt mun. Javnvágin millum familju og arbeiðið Arbeiðsmarknaðardepilin kundi eisini skapt betri karm ar og varpa ljós á aðrar avbjóðingar sum eru. Avbjóðingin hjá smá- barna familj um at finna javn vágina millum familju og arbeiðslív – ikki minst í verandi løtu, tá tað kanska er serliga trupult hjá for- eldrum, tí tey eisini eru bangin fyri at missa starv sítt. Ivist ikki í at tað ger avbjóðingina enn størri. Gráa gullið Ætlanin er, at fólk skulu eggj ast til at vera á arbeiðs- marknaðinum sum longst. Sjálvsagt eiga vit at gera tað attraktivt hjá teimum eldru at vera á arbeiðsmarknaðinum. Kanska serligar uppgávur? frítakast fyri ávísar upp - gávur? Sonevndar senior- samrøður og evnisdagar á arbeiðsplássinum? Einasta rætta í Føroyum Ein veruligur arbeiðs markn- aðardepil var eisini ein vit anardepil um arbeiðs- mark n aðarviðurskifti. Um boð aður av pørtunum á arbeiðs marknað inum, sosialu skipan unum, ALS, bar sils skip an, eftir/út búgv- ingar depil. Eisini hevði hesin tætt sam starv við ráðini í politisku skipanini, so neyðugar lógar til lagingar og góð hugskot skjótt gjørdust veruleiki. Um peningur eisini var til gransking á føroyska arbeiðsmarknaðinum og skila góðar verkætlanir sum skaptu trivna var tað eisini bara enn eitt pluss. Vænti avgjørt, at arbeiðs- marknaðurin fyri øll nógv lættari gjørdist veruleiki við einum veruligum ar- beiðs marknaðardepli. Júst í Føroyum átti at veri so einfalt at fari í holt við ein slíkan. Samanumtikið er at vóna, at vit heldur savna skipanir í einum depili heldur enn at spjaða. Vóni at vit, virðing og skil verður tikið fram um egináhugamál hjá ávísum politikarum. Bergtóra Høgnadóttir Joensen tingkvinna, tjóðveldi Arbeiðsmarknaðardepil – púra samd Sparingar verða í løtuni framdar á nærum øllum ellis- og røktarheimum og sambýlum kring land- ið. Tíverri velja flestu stovnar, at tað skal ganga út yvir arbeiðstíðina hjá røktarstarvsfólkunum. Røktarstarvsfólk, ið altíð hava arbeitt 8 tímar dagliga, skulu nú arbeiða millum 5 og 7 tímar ístaðin. Flestu limirnir í Almanna- og heilsurøktarafelagnum arbeiða niðursetta tíð. Fleiri teirra ynskja hetta, tí arbeiðið er likamliga og sálarliga strævið, men eisini nøkur, tí tey ikki sleppa at arbeiða fulla tíð. Á fleiri stovnum sleppa røktarstarvsfólk, sum nevnt, ikki at arbeiða fulla tíð. Men fyri stovnin í sjálvum sær loysir tað seg jú, at starvsfólkið arbeiðir niðursetta tíð. Tá eru fleiri fólk at taka av, tá ið á stendur, og tørvur er á tímaløntum fólki. Ónøgdin hjá teimum, sum ynskja ella tørva meiri arbeiði og pening hvønn mánað, er sjálvandi stór, tí tey hvønn dag mugu liggja framvið at fáa óætlaðar eykavaktir. Røktarstarvsfólk, sum arbeiða niðursetta tíð, og tí hava havt onkran eyka frídag um vikuna at hvíla seg, mugu nú, ið tey skulu arbeiða færri timar hvønn dagin, arbeiða fleiri dagar enn áður um vikuna. Hetta er snøgt sagt neyðugt, skulu tey fáa tímarnar, ið svara til setanarbrøkin. Hetta kann hava við sær, at sjúkufráveran økist, tí røktarstarvsfólkið ikki fær neyðugu hvíldina. Tá ið sjúkufrávera er á stovn unum, verða, sum er, eingi eykafólk kallað inn. Hetta merkir, at færri fólk noyðast at gera alt arbeiðið á stovninum. Almanna- og heilsurøktarafelagið ávar ar staðiliga ímóti hesi vandamiklu gongd. Hetta elvir til strongd og ótryggleika, og tað gagnar als ikki samfelagnum á nakran hátt. Sum kunnugt gjørdi Nærverkið í fjør eina kann- ing um starvsfólkatørv í Nær verkinum fram til 2015. Kanningin vísir greitt, at starvsfólkatørvurin økist, tí fólk gerast alsamt eldri, og tí vit liva longur. So statt er tað sera týdningarmikið, at stovnarnir veruliga hugsa um, hvussu meint fyri- litaleysar sparingar kunnu raka starvsfólkini. Fyrilitaleysar sparingar loysa seg ikki Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum Føroyar eru millum mest almennu búskapir í heim- in um. Landsstýrið av lag ar privatu vinnuna við at lata almennar stovnar átaka sær alt ov nógv, við studn- ingi og reglum, við at gita og siga seg vita betur enn vinna og marknaður. Sjálv- stýrisflokkurin heldur, at vit í staðin skulu velja liberala leiðslu. Liberal leiðsla hevði borðið í sær, at landsstýrisfólk ikki hevði havt ferðaskrivstovu inni í aðalráði sínum. Hvør veit, hvørji átøk eru verd at fremja, hvørjar messur verdar at fara til? Svarið er: ferðavinnan! Politiska leiðslan skal ikki gita, hvat loysir seg í ferðavinnuni. Lands stýrið skal heilt einfalt ‘matcha tað privata’ – innan ávísan karm, skulu vit lata privatum pengar at marknaðarføra ferða- vinnuna. Vilja tit brúka eina krónu, fáa tit eina almenna krónu afturat. Satsa tit tykkara pengar, satsa vit okkara – men tit skulu liva av hesum, so tit mugu velja, hvat loysir seg. Liberal leiðsla er á sama hátt at lata teir mongu hugaðu sjálvsognarstovnarnar og tey mongu áhugafeløgini í landinum sleppa at fremja trivnaðar, mentanar og út- búgvingaruppgávur. Góður sosial-liberalur politikkur er, at landið skal gjalda fyri at geva øllum førleikar og høvi og neyðuga røkt. Men landið skal ikki niður í smálutir at stýra væl virkandi stovn- um. Tvørturímóti skulu fleiri stovnar loysast frá miðfyrisitingini. Lands stýri- fólk og embætisverk skulu hugsa strategi og fremja neyðugt eftirlit, men ikki virka sum dagligur yvir- stýrandi myndugleiki í stór- um og smáum. Vit eru sannførd um, at neyðugt er við reformun á so mongum økjum, harímillum í almenna landsbygnaðinum. Vit vilja fremja liberala leiðslu, tá ið vit verða vald. Liberal leiðsla Heðin D. Poulsen, Kristina Toftegaard Larsen, Karl A. Olsen og Kári á Rógvi valevni Sjálvstýrisfloksins