mikudagur 14. juli 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hósdagin 15. juli fyllir Páll
Peter sen, á Smið í Kaldbak,
65 ár. Páll var sostatt bor in í
heim á hásumri í 1945, árið tá
annar heims bar dagi end aði,
og Evropa fór und ir endur
reisnina eftir oyð ing arnar í
krígnum.
Hóast onkrum stíg inn
ímillum ber til at siga, at støð
ugur framburður hevur eisini
merkt lívið her á oyggjunum
til henda dag.
Vissiliga er nógv broytt
frá dreingjaárunum hjá Pálli
í heimbygdini, tá kúgvin,
bát urin, onkur hissini seyð
ur,
nakrar
tímalønir,
tá
væl vildi til, onkur túrur
til skips í summarhálvuni,
vóru álitið undir føroyska
húsarhaldinum
á
bygd.
Kald bak, nú næsta granna
bygd
hjá
høvuð stað num
og partur av Tórshavnar
komm unu, lá avbyrgd líka
til seinast í 70árunum, tá
vegurin kom. Sambandið við
hinar Føroyar og Havnina
var sjóvegis. Tað tók ein túr
við mjólkarbátinum ella við
opnum báti yvir á Hvítanes
at koma til Havnar.
Tað vóru treytirnar so
nýliga sum í ungdómsárum
okkara, sum nú hóast alt bert
eru seksti og eldri. Foreldrini
hjá Pálli vóru Herborg (f.
Vang) úr Kaldbak og Ingvard
Petersen úr Fuglafirði. Tey
bæði fingu 10 børn, sum
heldur ikki var óvanligt tá.
Av teimum komu níggju
undan. Umframt Páll vóru
dreingirnir
Hans(imann,
farin), Frank, Agnar og Torkil.
Genturnar eru Fanny, Sonja,
Ingibjørg og Ruth.
Páll gekk í skúla í Kaldbak til
14 ára aldur. Síðan – sum so
mangir aðrir kaldbaksmenn
niðan á Oyggjarvegin at
arbeiða, tá Radarstøðin í
Mjørkadali varð bygd fyri
umleið fimti árum síðan.
Páll slapp í læru sum
bygn ingssnikkari hjá Ólavi
Højgaard í Havn. Tað var tá,
hann møtti Jóruni Thomsen,
dóttur
Hans(imann)
úr
Skemm uni
í
Porkeri
og
Onnu Sofíu (f. Tausen) úr
Hovi. Tey áttu, umframt Jór
una, børnini, Eivind (farin),
Anniku, Niels, Ásgerð og
Heðin.
Páll og Jórun blivu gift
blaðung í 1963 og settu
búgv í egnum húsum yviri
við Strond. Framúr ágrýtin
arbeiddu tey bæði saman í
kjallaranum heima við hús
við at smíða køkar, eftir at
Páll hevði arbeitt úti sum
snikk ari
um
dagin.
Tey
bæði hava alt lívið verið
eitt framúr gott toymi, hava
stuðlað hvørt øðrum væl og
sett sær høg mál. Tey høvdu
felags lívsvirði, fast stavnhald
í lívinum, settu álitið á Gud
og høvdu sítt andaliga heim í
Ebenezer frá tí fyrsta saman
við familjunum í bæði borð.
Signingarnar komu ein fyri
og onnur eftir. Børnini eru
fýra, Gudný, Eyðgerð, Heri
og Ingi.
Ein handverkari er út
settur fyri arbeiðsskaða, og
Páll er ikki sloppin undan.
Fleiri ferðir hevur heilsan
verið fyri bakkasti. So veldst
um mannin: antin hann
setur seg hendur í favn, sum
viðhvørt ikki slepst undan,
ella hann tekur upp annan
tátt, tá tað ber til. Fyrstu
ferð, Páll fekk varandi mein
í rygg in, fór hann at læra til
tekn iskan atstøðing og fekk
síð an starv sum kommu
nalur húsavørður og met ing
armaður.
Páll varð í 1984 valdur
limur í Tórshavnar býráð
á lista fólkafloksins. Hann
sat sum býráðslimur her í
høvuðstaðnum í fýra setur
fram til 2000 og síðan sum
varamaður eitt býráðsskeið.
Páll er fyritaksamur mað
ur,
so
fast
starv
hevði
kanska ikki nóg nógvar av
bjóðingar í sær. Hann fór
tí mitt í 80árunum undir
tað, sum uttan iva hevði
verðið
hansara
lívsverk,
nevni liga at gera stásiligan
bygning úti í Mykinesgøtu
til maskinsnikkaravirki.
Men
soleiðis
skuldi
ikki ganga. Ikki heilt, men
næstan. Tann stóra krepp
an gjørdi vart við seg, eftir
spurningurin á øllum tæn
astum minkaði skjótt. Fyri
at sleppa undan tí vanlukku,
sum tá legsaði eitt virki niður
fyri og annað eftir, lutaðu
Páll og Jórum bygningin
sund ur og raktu beint á
helst ta einastu loysn, sum
bjarg aði
støðuni.
Niðara
hædd í húsinum varð í mong
ár brúkt sum vaskari, og nú
seinni árini sum reprovirki
og prent smiðja.
Fyri Páll og Jóruna spurd
ist burtur úr tann virkis
ætlanin,
sum
føroyingar
flest ir hava hoyrt um, kenna
av góðum royndum og hava
upplivað mangar minniligar
løtur, nevniliga Pálsstova, har
sum brúdleyp, føðingardagar,
veitslur og ikki minst ervi
verða hildin.
At Páll er treystur, sást
eina best, eftir at hann til
arbeiðis uttan fyri Pálsstovu
datt úr stiga og niður í túnið
og breyt fleiri geislar. Heldur
ikki hesaferð fall hann í fátt.
Eftir fleiri skurðviðgerðir
og høkjur í fleiri mánaðir
hev ur hann vunnið sær før
leikan aftur. So væl hevur
hildnast, at Páll og Jórun
hava bæði keypt niðara part
av húsinum aftur og nýliga
selt alt húsið til nýggjan
eigara, P/f Prenta (Sjónband)
hjá Tróndi Joen sen, sum
tey avtalaðu við at reka
Pálsstovu sum veitsluhøll
eina tíð fram.
Fyritaksom fólk eru tey
eisini uttan fyri familju fyri
tøkuna, nú saman við næsta
ættarliði, tí tey eru parta
eigarar í lemma virk inum í
Vági, har Páll er for mað ur í
nevndini.
Føðibygdin dró. Longu
fyrst í 80inum gjørdu tey
bæði av at flyta aftur í
gamla barnaheimið á Smið
í Kaldbak, sum mest hevði
verðið leigað út ella staðið
tómt, eftir at foreldrini fluttu
til Havnar at búgva aftan á
børnunum í 60árunum.
Nú fæst Páll við seyð, bát
og neyst í heimbygdini.
At Páll og Jórun eru rík
liga signað, sæst ikki minst
av kærleika teirra til børnini
og øvugt. Samanhald og kær
leiki breiða seg sum ringar í
vatni. Riðilin av abba og
ommu børnum er fjølgaður
heilt upp í 18 tilsamans. Øll
kenna seg tætt knýtt at abba
og ommu. Eisini eru tvey
langabbabørn komin. Tað er
ikki hissini, tá langabbin bert
er 65 ára gamal. Men Páll var
bert 17, tá hann varð pápi og
bert 37, tá hann varð abbi
fyrstu ferð.
Vit fara at heilsa Pálli á
Smið og bestu konu, hann
kundi fingið, Jóruni, hjarta
liga tillukku við 65 ára
merkisdegnum og vænta at
síggja tey bæði, fjøl mentu
familju teirra og nógv um
vinfólkum úti í Páls stovu
leygardagin,
har
øll
eru
hjarta liga vælkomin tím ar
nar millum kl. 11 og 16.
Vinfólk
Páll Petersen fyllir 65
Flagtekju?
Norskar flagtekjur
Skjótt og ómakaleyst
Eisini hava vit nævur og torvhaldsjørn.
Ring og fá eitt óbindandi tilboð.
v/ Jákup á Lag · P.O. Boks 230 · FO-110 Tórshavn
Tel +298 584020 · sjovinnubudin@kallnet.fo
Norðstreymoyar
prestagjald
Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar
prestagjald við sæti í Hvalvík. Talan er um eitt
fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum
í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini
og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009
millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har
sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin førir kopibøkurnar í samstarvi
við prestin í Kvívík, ið er kirkjubókaførandi
presturin. Starvið verður skipað í samvinnu við
hinar báðar prestarnar í prestagjaldinum. Embætið
verður sett 1. desember 2010 ella skjótast til ber.
Í prestagjaldinum eru átta kirkjusóknir: Tjørnu
víkar, Haldórsvíkar, Hvalvíkar, Saksunar, Hósvík
ar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmanna kirkju
sókn. Umleið 3.900 fólk búgva í prestagjaldinum.
Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í
Hvalvík, Hvalvíksvegur 37. Sóknarpresturin hevur
skyldu at búgva í prestagarðinum.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Guds
tænastur verða hildnar á ellis og røktarheimi og
sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og
lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast
prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið
ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoral
seminarium saman við umsóknini.
Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin í ár og
kunnu taka við kallinum um ársskiftið 10/11, eru
vælkomnir at søkja.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum
vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995
ella jf@folkakirkjan.fo
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J.
Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO110 Tórs
havn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 6. september 2010 kl. 15.00.
stift@folkakirkjan.fo
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 12
FO 110 Tórshavn
stift@folkakirkjan.fo.