mikudagur 14. juli 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
18
Miðvikan
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
6. partur
Mamma sat á garðinum
Seinasti partur endaði við, at Óla
Jákup, stjúkpápi mín, í 1941 doyði av
eini spreingivanlukku í Dali. So nú
sat mamma aftur einkja. Tá var hon
41 ár. Børnini vóru framvegis ung.
Eg var 17 ár, og hini systkini vóru
frá 14 til 4 ár.
Mamma sat tá framvegis við
garðinum. Hon sat eisini við honum
fleiri ár eftir, at eg var giftur.
Mamma vildi ikki lata festið frá sær
fyrr enn øll børnini høvdu lært.
Báðar døturnar vóru sjúkra
systrar. og Ritleig lærdi jarnsmíð
hjá Hans Arge. Tann yngsti beiggin
Jóannes lærdi til snikkara hjá
Zakarias Bech í Havn.
Sjálvur borin til garðin
Men eg var so borin til garðin. Hetta
merkti, at mítt lívsvirki gjørdist í
Dímun. Men eg var so á háskúla
veturin 1944/45. Símun av Skarði
var deyður í 1942, og Jóannes, sonur
hansara, hevði tikið yvir. Rasmus
á Háskúlanum livdi framvegis
tá, men hann var ikki í skúlanum.
Mourits Mohr hevði avloyst hann
í rokning og øðrum lærigreinum.
Pápi hevði verið tveir vetrar á
háskúlanum.
Festibrævið
Festibrævið hjá pápa segði, at vit
kundu hava 35 neyt og ein galtur,
sum er svín av kallkyni. Mamma
hevði grís fyrsta árið. Hetta var
ov stríggið, serliga vit teirri serligu
føði, sum svín skuldu hava.
Tá eg festi var hetta við galti
slept. Um galtur ikki var, kundu
vera 36 neyt. Umframt kundu vera
500 áseyðir. So nógv var kortini
ikki. Men vit kundu so hava úti
ímóti 300.
Í Dímun eru 13 merkur. Hóast
oyggin altíð hevur verið eitt
festi, so hevur hvør mørkin við
hálvmørkum hvør sítt navn. Bøurin
liggur í tveimum, Eystaribøur og
Vestaribøur, húsini standa í millum.
Ein mørk kallaðist Gøtuteigur
Hvør bøur er býttur upp í átta
partar við hvør sínum navni. Sum
vanligt var í Føroyum fyrr, vóru
bøgarðarnir av flagi. Men seinni
vórðu grótgarðar lagaðir um allan
bøin.
Vit sluppu eitt sindur lætt
við hoyggi í mun til aðrastaðni.
Neytini gingu úti mestsum alt árið.
Tá ið illveður kundi koma í oktober,
stóðu neytini inni um náttina, men
vit loystu tey út hvønn einasta
morgun, tá ið tað var so frægt
veður. Tað var gamalt í Dímun, at
tað skuldu bert 12 byrður av hoyggj
til hvørja kúgv, meðan tað aðra
staðni kundu krevjast 60 byrðar.
Men kortini var tað nógv hoyggj
sum kravdist til so nógv neyt
umframt tey fýra rossini.
Tað var heldur ikki altíð, at
tað bar til at hava neytini úti so
stóran part av vetrinum. Tá ið tað
fall á ringar vetrar við illveður og
nógvum kava var ofta trongligt
við hoyggi aftur móti vári.. Tá var
onkuntíð roynt at skera lundasinu,
deyðasina, til teirra. Tað kom fyri, at
neytini doyðu í raki, men hetta var
áðrenn mína tíð.
À oynni var bara vatn í einum
staði. Tað var tí ofta torført at
fáa nóg mikið av vatni. Tað vóru
brunnar bygdir at goyma tað vatn,
sum kundi fáast.
Men nú er vatnleiðing løgd oman
úr erva til húsini úr Hestakeldu.
Hetta arbeiðið læt abbi, tann blindi
Janus, gera. Fyrr var vatnið borið
niðan úr Kleivini, har hon kemur
upp.
Mjólkin í Dímun var kend fyri
at vera sera feit. Sagt varð, at á
rómastampi var rómin næstan
tumma tjúkkur omaná. Neytaslagið
mundi vera sera gott.
Neytadrongur
Vanligt varð eisini altíð at hava
neytadrong at ansa eftir neytunum,
tá ið tey vóru uppi á oynni. Har var
vandi fyri, at tey fóru fyri bakka.
Rasmus í Rennuni í Dali, elsti
beiggi langabba, Óla Jákup, hevði
tað arbeiði burturav at sita hjá
neytum. Hann var vist ikki heilt
fullførur. Hann endaði sínar dagar
sum neytadrongur í Dímun í 1880
unum. Hann var kortini ikki tann
seinasti at ansa neytum.
Tá neytini vóru so nógv úti, var
eisini gjørt nógv við at ganga til
neyta. Oyggin er 396 metrar høg,
meðan vit búgva uppi á 110 metra
hædd. Tí var tað nokk so bratt at
ganga niðan á oynna. Uppi á oynni
var eisini ein støðil, gyrðing, har
neytini vórðu rikin inn at verða
mjólkað.
Konufólkini ræddust eisini nokk
so illa tarvin, og tí máttu tey hava
mannfólk við sær eftir neytunum.
Men so komu tey eftir, at hundurin
Savn gjørdi somu nyttu. Hetta lík
aði ikki monnunum. Men hund urin
var sum eitt fólk. Onkur skuldu bert
teska »neytini« í oyrað hjá honum,
so streyk hann avstað og kom aftur
við teimum.
Neytini plagdu at koma oman av
oynni um Mikkjalsmessu. Har var
so aftur ein støðil, ein girðing, har
neytini vórðu savnað um náttina, tá
ið tey kundu vera úti.
Ostur úr Dímun
So nógv neyt góvu eisini nógva
mjólk, sum tað ikki kundu sleppast
av við. Men mjólkin varð gjørd til
ost, og tað var nógvur ostur gjørdur
í Dímun. Mamma seldi nógvan ost.
Tað byrjaði, tá ið mittasta konan hjá
abba kom til Dímunar. Hon hevði
sum áður greitt frá verið niðri sum
ung genta. Hon hevði eisini arbeitt á
einum meiarí niðri og kendi til osta
gerð. Hon fekk sentrifugu og byrj
aði ostagerðina. Ostur í Dímun var
kendur um landið fyri sína góðsku,
sum eisini Oliver Effersøe greiddi
frá í greinini vit høvdu í 5. parti..
Vit gjørdu eisini smør, men tað
var mest til húsbrúk. Man sá ikki
margarinpakka í Dímun í mínari
tíð.
Janus í Dímun:
Ættin hjá mammuni úr Skúv
oy, Lorvík og Norðragøtu
Í hesi røð er greitt væl og virðiliga frá faðirættini hjá Janusi. Men mamman Hansina
hevur eisini eina áhugaverda ættarsøgu. Men fyrst greiðir Janus frá bóndaskapi í Dímun
Við posti til Dímunar. Óla Jákup og Kjartan Niðri í Stovu.
Óla Jákup er sonur Johan, beiggja Kjartan
Filippus (1872-1963), abbi Janus saman við Antines úr Skúvoy
og Hákun Djurhuus, sum var systkinabarn Hansinu
Poul Uttar í Stovu, langabbi Janus.