mikudagur 14. juli 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
20
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Oyggjablaðið
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Vilmund
Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
– Eysturkommuna stuðlar grunn
inum aftanfyri G! Festivalin við
200.000 krónum, og vit kunnu siga,
at kommunan soleiðis rindar seg
burtur úr hesum. Hinvegin syrgja
vit fyri, at ruddiligt er kring um í
Gøtu, har festivalgestir koma. Vit
sláa gras, seta upp flaggstengur og
royna at hava alt so nossligt sum
tilber.
Tað sigur borgarstjórin í Eystur
kommunu, Jóhan Christiansen,
sum er uppvaksin í Leirvík, men
hevur mammu úr Gøtugjógv og so
leiðis eigur nógvar góðar løtur sum
smádrongur og uppveksandi í hesi
bygd millum báðar »gøtirnar«.
Nú situr hann sum borgarstjóri í
samanløgdu kommununi við skriv
stovu við Gøtugjógv.
Errin borgarstjóri
– Aðrar bygdir hava stevnur og
ymiskar festivalar. Vit hava G!
Festivalin í okkara kommunu, sum
er eitt rættiliga stórt og umfatandi
tiltak, ið eg sum borgarstjóri í
kommununi eri glaður fyri – og ikki
minst errin av.
Jóhan Christiansen heldur fyri,
at tað vil altíð vera onkur sum
heldur, at hetta tiltak er ov stórt og
ógvusligt.
– Men eg haldi, at fólk sum heild
eru fegin og errin av, at G! Festi
valurin er vorðin eitt aftur vend andi
tiltak í kommununi, sum við tíðini
er vorðið ógvuliga væl fyriskipað –
og skipað við øllum tí, sum hoyrir
til eitt so umfatandi tiltak, sigur
hann.
Øll vælkomin
Borgarstjórin í Eysturkommunu
bjóðar øllum at vera vælkomnum
til bygdar, nú hetta stóra tiltak,
sum G! Festivalurin er, enn einaferð
verður reist á føtur.
– Vit fara eftir førimuni at taka
væl ímóti øllum gestum, sum vitja
okkum hesar dagar, festi val urin
varar – og øll skulu vera hjarta liga
væl komin, sigur Jóhan Christ ian
sen.
Borgarstjóri errin av G!
ERRIN – Aðrar bygdir hava stevnur og ymiskar festivalar. Vit hava G! Festivalin í okkara komm
unu, sum er eitt rættiliga stórt og umfatandi tiltak, ið eg sum borgarstjóri í kommun
uni eri glaður fyri – og ikki minst errin av, sigur Jóhan Christiansen
... eg eri glaður fyri
G! – og sum borgarstjóri í
kommununi ikki minst errin
av tiltakinum...
JÓHAN CHRISTIANSEN
Vilmund Jacobsen
Inntøkurnar av persónsskatti hjá
Eysturkommunu fara í ár at liggja um
einar 5657 miljónir krónur um mán
aðirnir, sum eftir eru av hesum árin
um, fara at vignast sum higartil í ár.
Borgarstjórin, Jóhan Christian
sen, sigur, at stór sveiggj hinvegin eru
í inntøkunum av partafelagsskatti,
men hesin munar sjálvsagt eisini
í kommunukassanum, tá hann
kemur.
Ríkt vinnulív
– Vit hava eitt ríkt vinnulív í
kommununi
við
fjølbroyttum
fram leiðsluvirkjum, bæði í Gøtu
og Leirvík, og hesi arbeiðspláss
saman við skiparakstri, ymiskum
handverksídnaði og handilsvinnu
eru við til at skapa vinnuligu
karmarnar hjá fólkinum, sum so
aftur geva kommununi inntøkur
til rakstur og íløgur.
Jóhan Christiansen sigur, at tá
hugt verður eftir vinnuliga virk
seminum í Gøtu, er tað serliga fiska
virkið, sum skapar nógv virksemi
eins og pelagiski flotin, sum Vinnan
rekur, hevur nógvar mans í starvi.
– Í Gøtu hava vit eisini ym
iskt handverksvirksemi sum alt
tilsamans gevur fólkinum møgu
leikar og inntøkur, sigur hann.
Børn og gomul
Bæði Gøta og Leirvík eiga lut
falsliga nýggj eldrasambýlir, eins
og kommunan er við í Røktarog
Ellisheiminum í Runavík, sum eisini
er útbygt við fleiri røktarplássum.
– Vit eru soleiðis væl fyri á eldra
økinum, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at á dagrøktarøk
in um er Eystur komm una eisini væl
fyri við barnagarði við Gøtugjógv
og nýggjum barnagarði við vøggu
stovu í Leirvík.
– Haraftrat hava vit dag røktar
skipan í kommununi, sigur borgar
stjórin.
Nógv bygging
Jóhan Christiansen sigur, at nógv
sethúsabygging hevur verið og er
framvegis í Gøtu og Leirvík.
– Nógv er eisini bygt í Syðrugøtu,
men nú er einki byggiøki eftir
har. Hinvegin eru byggiøkir eftir
í Norðragøtu, har eisini nakað av
bygging fer fram í løtuni. Í Leirvík
eru rættiliga nógv sethús komin upp
seinnu árini, og her verður framvegis
bygt, sigur borg ar stjórin.
Samlaða fólkatalið í Eystur
komm unu liggur beint undir 2000,
harav sløk 1100 fólk búgva í gomlu
Gøtu komm unu og umleið 900 í
gomlu Leir víkar kommunu.
VINNULÍV Við hækkandi skattaprosenti, nú stórar íløgur verða gjørdar í skúlar í kommununi, er líkt til,
at skattainntøkurnar hjá Eysturkommunu fara at halda tørn. – Ríkt vinnulív er í kommununi, og bæði
á eldraøkinum og barnaansingarøkinum eru vit væl fyri, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri
Ríkt vinnulív á landi og sjógvi
Borgarstjórin í Eysturkommunu,
Jóhan Christiansen, er
uppvaksin í Leirvík, men er
hálvur gøtumaður. – Eg eigi
nógvar góðar løtur og góð
minnir úr Gøtugjógv, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang