Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 24 Sosialurin Oyggjablaðið Synarchy: Meira melodiskt metal Ummælarar hava róst føroyska metal-bólkinum nógv, eftir at fyrsta fløgan kom út fyrr í ár. Mill- um annað gevur Rhys Stevenson úr Terrorizer nýggju fløguni 10 út av 10 og sigur, at bólkurin spælir break-your-neck trash metal og er besti nýggi bólkurin innan trash metal sjangruna í ár. Umframt hetta, sigur Rhys Stevenson, at Synarchy er eitt “metal band that certainly is predicted to cause a storm in Europe..” Synarchy var í mai á konsertferð kring Evropa, har fjepparar úr bæði Týsklandi, Póllandi, Kekkia, Slovenia og Eysturríki fingu høvið at hoyra føroyska bólkin framføra løg saman við brasilianska bólkinum “Musica Diablo” við kenda sangaranum Derric Green á odda. Lucy Love (DK) Umvegis Zambia, London og Keypmannahavn kemur rappsensatiónin Lucy Love á G! Pápi henn- ara var diskari, hon gongur í neonlittum hijab, og tað er hennara vegna, at stórur partur av donsku tónleikavinnuni er á gosi. Lucy Siame, sum hon veruliga eitur, varð fødd í Zambia, haðani pápi hennara er, meðan mamman er breti. Men Lucy er fyri tað mesta uppvaksin í Danmark. Hendan al tjóða bakgrund er opinlýs, bæði í hennara tónleiki og hennara tokka. Eftir bert stutta tíð og eina fløgu, “Superbillion”, hevur Lucy longu lagt danskan tónleik allan undir seg, og hon er væl á veg út um landoddarnar. Annika Hoydal fær fólk at syngja við Tað er vorðið siðvenja við felagssangi leygar kvøld- ið á G! og í ár hava fyriskipararnir fingið Anniku Hoydal og hennara vælsvingandi harkalið av fólka tónleikarum at skapa stemning, hugna og felagssang. Froðbiar Sóknar Bluesorkestur Hvaðani úr Føroyum skuldi eitt Bluesorkestur komið - uttan júst úr Froðba í Suðuroy? Bluesu r in varð upprunaliga mentur í amerikansku suður- statunum, millum fátækar og ólukkuligar fyrr ver- andi trælir. Hjá teimum bar hvørki til at halda fast við arbeiði ella konufólkið. Tað einasta, teir kundu gera, var at taka ein slitnan gittara í hendi og syngja sorgina út. Froðbiar sóknar bluesorkestur hava slitið tuflurnar við at spæla bæði í pubbini hjá Thom sen og á Jóansøkufestivalinum 2009. Bárujarn (IS) Íslendski surf-rockbólkurin, Bárujarn, vann Cod Wars kappingina, sum er størsta tónleikakappingin í Íslandi við yvir 100 luttakandi bólkum. Jón Tyril frá G! var sjálvur ein av dómarunum í kappingini, har ein av vinningunum var at sleppa á G! at spæla. Bárujárn varð stovnaður í 2008 í Reykjavík. Bárujárn spæla surf-íblástan rock n' roll við íslendskum tekstum. Fyrsta plátan hjá bólkinum kemur eftir ætlan út í heyst í ár. Týr Knýttir nevar, veipandi heavy metal-tekin og sveittandi yvirkroppar, antin berir ella brynju- klæddir. Veðrabrølandi mannfólk og skríggjandi rokk gellur. Vápnagný og guitargníst. Vit tosa um helst kendasta føroyska bólkin uttanlands yvir- høvur, TÝR, sum fer at spæla á G! Tú fært hug at flota knørrin, taka ár í hond, spenna tær bogan og hvessa tær svørðið. Úttrykkið hjá Týr er rátt og frumkent og skrykkir í fornmennið í okkum, uttan mun til, um vit búgva í Føroyum, Týsklandi ella USA. KILL EM ALL jarðleggur dansifólk Kill Em All byrjaði í 2003 og vaks uppá onga tíð til eitt risastórt klubb-event, sum í dag bookar ein stóran part av øllum framførslunum í Fabric í London.Fabric er ein av kulastu undirgrunds- klubbunum í heiminum, sum hevur fostrað eitt ótal av stórum nøvnum. Harímillum Bloc Party, Simian Mobile Disco, Justice, Chemical Brothers og Digitalism, ið øll hava diskað regluliga seinastu árini í Room 2 í Fabric, sum er fasta staðið hjá Kill Em All hvørt fríggjakvøld. Afenginn (DK) Við høgum tempo og undarligum hugskotum hevur danskt-finski bólkurin Afenginn fingið orð á seg, sum ein heilt framúrskarandi livebólkur. Afenginn merkir rúsur og styrki, og vørumerkið hjá bólkinum er originalitetur og intensitetur - frá skroypiligum pianissimo til vill og brølandi petti.Heimabrendi og serligi stílurin er onkuntíð blivin kallaður bastard-etno við einum suffi av norðurlendskum Í Føroyum kenna vit væl Afenginn. Teir høvdu eina framúrskarandi orkuríka framførslu á G! 2005 og vunnu sær ein hóp av fjepparum. Afrokid 26 ára gamli Afrokid, eisini kendur sum Mike Antony ella Billy The Kid, byrjaði at diska tíðliga í 2008, tá hann bleiv skotin í klubb-mentanini í Keypmannahavn.Afrokid ger nógv um seg og hevur nýliga hitað upp fyri donsku Fagget Fairys og svensku Robyn og verið við í ”DJ Spot” táttinum hjá stóra tónleikablaðnum Soundvenue. Hann arbeiðir sum promotari hjá spælistaðnum VEGA og skipar eisini sjálvur fyri væl umtóktum klubb- eventum í Keypmannahavn. Nephew (DK) Fáir danskir bólkar eru so konsekvent kulir sum Nephew, og uppaftur færri eru so væl umtóktir millum føroyskar fjepparar. Hvørt ár síðani 2007, tá ið teir spældu á G! seinast, hava grátikór gramt og venað seg um Nephew-leysar G!-skráir. Men grátikór, turkið tárini og grátið ei meir! Nú stendur gleði og veitslurómur fyri framman. Hvar hava Nephew verið síðan seinast, teir spældu á G!? Jú, teir góvu eina nýggja fløgu út seinasta summar, sum teir róptu “DanmarkDenmark”. Fløgan seldi innan stutta tíð platin. Teir hava síðani vunnið bæði Gaffa-virðislønina fyri bestu donsku fløgu, besta danska bólk og besta sang við “007 Is Also Gonna Die” og P3 Gull-virðislønina fyri sera viðkomandi konsertframførslur. MonkeyRat (Can/FO) MonkeyRat fer at spæla á G! Tey bæði Arnold Ludvig og Anna lachino manna hendan funky, rock, jazz-inspireraða og bólkin, sum seinastu vikurnar hevur staðið seg væl á føroyska hitt- listanum við heitislagnum av fløgu teirra “Fuck The Jantelaw” og “Sex in Wonderful Copenhagen”. Duo’in livir eisini saman sum hjún og hevur síðan 2006 mannað MonkeyRat, hvørs grundarlag er bygt á yrkingar og songrøddina hjá Anna Iachino, meðan Arnold Ludvig hevur lagt ymiskar tónleikaligar samansetingar av yrkingunum til rættis. Vit kenna væl Arnold sum framúr dugnaliga bassleikaran, eitt nú í Føstufressum, Plúmm og GoGo Blues. Guðrið Hansdóttir Tað sigst, at reyðhærdar kvinnur eru eitt sindur svakari enn meðal kvinnan. Men skulu vit meta eftir Guðrið Hansdóttir, so er hetta ikki minni enn kolasvørt lygn. Hennara sáttligi og kurteisligi vaksna mannapoppur hevur vunnið henni meira enn landsvíðan tokka, og á G! Festival fegn ast vit um heiðurin at bjóða henni á pall í ár Guðrið Hansdóttir man ikki nýtast tað stóra av pre- sentatión fyri føroyingum. Hon er millum fremstu nøvn á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Djuna Barnes (DK) Um Trentemøller er danski DJ-kongurin, er Djuna Barnes drotningin! Hon hevur diskað í bestu barrunum og klubbunum í Tokyo, New York, Berlin, París, London, Reykjavík, Barcelona og Danmark, og nú kemur hon á G! Festival at spreingja ósjónliga takið á ”grundini”. Djuna Barnes ognaði sær sítt listanavn frá yndis-rithøvundanum hjá sær um ártúsundskiftið og hevur síðan tá verið eitt av heitastu DJ-nøvnunum í Danmark. Visuell list í grundini Fyri fyrstu ferð í søguni bjóðar G! visuella list live, ið verður framførd í ”grundini” øll trý festi- val kvøldini av VJ MM og VIDEOJUNKIES. VJ'ing er stytting fyri VideoJockey – ein, sum skapar eitt visuelt huglag við teldum og projektørum. Hugskotið aftan fyri VJ'ing er at samantvinna myndir og tónleik, soleiðis at alt gongur upp í eina hægri eind. Marianna Mørkøre eitur hon og er ein tann - um ikki tann - mest viðurkenda films listakvinnan í Føroyum. Umframt at hava arbeitt við víðagitnum móta-sniðgevum í London og Antwerp hevur hon móttikið fleiri altjóða virðislønir fyri sína spennandi filmslist. VIDEOJUNKIES Hetta eru Bárður Eklund og Ditte M. Joensen. Bárður er ein av best umtóktu fotografunum í land- inum og hevur nógvar royndir innan myndatøku, videoupptøkur og grafikk. Ditte er útbúgvin miðla- grafikari og starvast sum sniðgevi og fotograf. Saman skapa tey eitt sterkt myndamál, sum ger framførslurnar hjá teimum til eitt heilt serligt upplivilsi. Á G! fara VIDEOJUNKIES at seta saman myndir, illustratiónir, video og design uppá ein heilt nýggjan máta, sum føroyingar neyvan hava upplivað fyrr. Bumpy (DK) Bumpy er ein kendur diskari og tiltaks- fyriskipari í Keypmannahavn. Hann hevur spælt á millum annað Roskilde Festivalinum, Distortion Festival inum, Rust, Pumpehuset, Vega, Ritz og Strøm, men er nokk mest kendur frá super populera hósdags-klubbanum Villains Club í Rust, har hann er fastur DJ. Áhoyrarar kunnu vænta eina gløgt útvalda blanding av elektro, disco, tekno, house og balkan tónleiki, Tónleikur Nephew