mikudagur 14. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Oyggjablaðið
tá hann fer á pall hóskvøldið í ”grundini” saman
við WeAreSkitzo.
WeAreSkitzo (DK)
WeAreSkitzo hevur verið partur av náttarlívinum í
Keypmannahavn síðan 2008 við einum stíli, sum
skiftir millum tekno, fidget, dubstep, disko, corny
classix og nógv annað.Endamálið er tó altíð tað
sama; at gera eina so ógvusliga veitslu, at mann
skuldi trúð, at eingin morgindagur var!
Copyflex (DK)
Copyflex føddist, tá hesin ungi maður og bólkur
hansara skuldu spæla eina live konsert í 2005,
og øll útgerðin hjá teimum brádliga breyt saman.
Tá var liðugt við ófantaligum ljóðførum; diskingin
var einasta svarið. Síðani 2005 hevur Copyflex
staðið á palli saman við kendum tónleikarum og
diskarum sum Trentemøller, Camille Jones, Jens
Fokking, Diplo og mongum øðrum. Hóskvøldið fer
hann á pallin í ”grundini” saman við Afrokid at vísa
okkum, júst hví hann fór frá live tónleikinum og
yvir til at diska.
Páll Finnur Páll
Argandi og fúlir, men við fittum og íoyrafallandi
løgum, finna Páll Finnur Páll pall á G! Summi
gerast glað, summi óð, men flestøll blíva rivin
við av fangandi poppløgunum hjá bólkinum.
Hóast summi bæði øtast og øsast av tekstunum,
so hevur Páll Finnur Páll megnað at fáa fólk at
síggja skemtið í tí tragiska og andstyggiliga, sum
teir syngja um í popputum og fittum løgum. Páll
Finnur Páll er seinastu árini farin frá at vera eitt
meinaleyst studentaorkestur til at gerast kanska
best dámdi føroyski bólkur í teirra ættarliði.
Moto Boy (SE)
Einsamallur á pallinum við einum heavy-metal-
sligum V-gittara og alt ov væl smurdum andliti
ger Moto Boy uppreistur. Ikki við at rópa og skrála.
Men við at skapa og framføra sera vakran tónleik
ordiliga friðarliga. So friðarliga og vakurt, at tú
verður sogin inn í tónleikin. Tónleikurin hjá Moto
Boy er skammleyst romantiskur, djúpt andaligur
og fullkomiliga bergtakandi.
Polkabjørn & Kleine Heine
Úr Romsdalinum í Noregi, umvegis Alpurnar í
Sveits, kemur fremsta jodli-duoin í Evropa, Polka-
bjørn & Kleine Heine. Eftir at hava spælt í ávíkavist
punkbólkinum The Barfing Bitch and the Hurling
Hookers from Hell og jazzharkaliðinum hjá Ola
Kvernberg, byrjaðu Polkabjørn og Kleine Heine
alment at jodla saman á einum jodlifestivali í
Alpunum. Síðani tá hava teir spælt fyri bæði kongi
og øskudólgi.
FM Belfast (IS)
Tað sigst, at øll í Klaksvík elska Bon Jovi, og at
øll í Gøtu elska U2. U2 eru, sum vera mann, úr
Dublin. Dublin er høvðusstaðurin í Írlandi, meðan
Belfast er høvuðsstaður í Norðurírlandi. FM Bel -
fast er ein tann allar best umtókti og mest um-
bidni íslendski bólkurin í løtuni. Bólkurin spælir
electroniskan, naivan og skemtilligan tónleik,
sum ljóðar sjarmerandi heimagjørdur. FM Belfast
byrjaði sum ein duo um jóltíðir í 2005, tá Árni og
Lóa gjørdu eitt lag sum eina gávu til ein av teirra
vinum. Tað, sum upprunaliga var eitt studioting,
gjørdist síðani ein bólkur á sumri í 2006, tá Árni
og Lóa framførdu til eina listasýning í gjónni við
Gjógv. Bólkurin hevur síðani vunnið sær støðu sum
ein av fremstu bólkunum í Íslandi.
Hamferð (FO)
Vinnarin av Sement-kappingini, Hamferð, verður
at hoyra á G!
Hallur Joensen
Ráðandi countrykongurin í Føroyum í løtuni er
Hallur Joensen. Hallur spælir á G! Festival, og tað
merkir, at fólk fara at svinga til kendar tónar. Tað
er ikki bara í Føroyum, at fjepparar fylkjast um
Hall. Eisini hava útvarpsstøðir bæði í Japan og
ymsastaðni í Evropa valt at seta løg og útsetingar
hjá ráðandi føroyska countrykonginum í umfar.
G! Áhoyrarar kunnu gleða seg til ektaðan og
hjartaligan country-sang, sum hevur bæði beinini
plantað væl á jørðina og sum samstundis svingar,
so tað ikki ber til at standa ella sita stillur.
Analog Norð
Hóast Analog Norð er ein bólkur, so er fløgan
"Friendly Fire" barnið hjá runavíkinginum, Jan
Rasmussen. Einsamallur sat Jan Rasmussen í
samfull tvey ár frammanfyri telduni og arbeiddi
nátt og dag uppá tað, sum seinni skuldi gerast
ein heilskapað útgáva við 12 løgum. Við hjálp frá
vinmanninum Kristoffer Mørkøre, ið ljóðblandaði
løgini og legði ymiskt annað aftrat, gjørdist
"Friendly Fire" veruleiki seint á heysti 2009 og
var í sølubúðunum í desember mánaði. Fløgan er
róst til skýggja, og løg av henni eru nógv at hoyra
í føroysku útvarpsrásunum, serliga "China Girl",
"The High Road" og "Old School". Eftir at "Friendly
Fire" varð útgivin, savnaðu Jan og Kristoffer fólk til
bólkin Analog Norð, ið skuldi framføra løgini live.
FRÓDI & The Pink Slips
FRÓDI & The Pink Slips kallast nýggi bólkurin hjá
Fróða Hansen, sum gevur eina spildurnýggja EP út
á sjálvum G! festivalinum. Fróði gav annars sína
fyrstu fløgu "Creeping Storm" út farna summar
og hevur síðani verið sera virkin sum tónleikari
síðani, serliga í Keypmannahavn, har hann býr í
løtuni. Hann er annars beiggi Guðrið Hansdóttir,
ið eisini spælir á G!
Sakaris fyri fyrstu ferð live – á G!
Eftir at hava verið partur av bólkum sum Lama
Sea, HEIÐRIK, Guðrið Hansdóttir, The Story Ends
og Boys in a Band hevur 23 ára gamli Sakaris Emil
Joensen nú ment sína egnu elektro-verkætlan,
SAKARIS, sum fer at framføra live fyri fyrstu
ferð nakrantíð í ”grundini” á G! Fyri stuttum gav
SAKARIS út ókeypis netútgávuna “Darling EP”
við MESS. Lagið “In a Box” gjørdist beinanvegin
stóra sólskinshittið í loftmiðlunum hetta summ-
arið og verður nú at hoyra live fyri fyrstu ferð
leygarkvøldið.
Brandur Enni
Eitt tónleikaligt flogvit og eitt einastandandi
natúrtalent. Vit tosa um sangaran, tónleikaran
og lagskrivaran Brand við eftirnavninum Enni.
Brandur Enni er harafturat eisini eitt eindømi á
føroyska tónleikapallinum, har hann var fyrsta
veruliga poppfyribrigdið, ið er skapað í Føroyum.
Hann byrjaði at syngja longu sum tvey ára gamal,
gav sína fyrstu plátu út, tá hann var 12 ár og
gjørdist beinanvegin eitt húsarhaldsnavn, bæði í
Føroyum og Íslandi. Í dag er barnastjørnu-tilveran
ein fjar fortíð. Brandur Enni hevur væl og virðiliga
vindblást seinasta barnastjørnu-dúnið av sær og
stendur tryggur á egnum listarligum beinum.
Lyon (FO)
Ungi gøtumaðurin Lyon kom brakandi inn á
føroyska tónleikapallin fyri fáum vikum síðani, tá
hann við eini bergtakandi framførslu kom víðari
í Sement finaluna og har vann sær eitt pláss á
palli á G! Festivalinum 2010. Við gittara, klaveri,
ronkum ryggi og væl sitandi hatti borðreiðir Lyon
við mest karismatisku framførslunum, tú kanst
ímynda tær. Sangskrivarastílurin hevur eina heldur
ótraditionella ljóðmynd, serliga í føroyskum høpi,
og leggur hann seg yvir í Tom Waits sjangruna við
einari kenslu av Jeff Buckley.
Arch Enemy (SE)
Svenski bólkurin Arch Enemy er uttan iva størsta
metalnavn, sum hevur verið á G!. Bólkurin hevur
eina heilt serliga støðu innan metaltónleikin.
Fyri tað fyrsta eru tey kend sum ein av best
spælandi metal-livebólkunum, fyri tað næsta
munnu teir báðir øksabrýnandi Amott-brøðurnir
verða mettir millum fremstu metal guitaristarnir,
eins og Sharlee D'Angelo og Daniel Erlandsson
eisini eru legendariskir á tungmálms-pallinum.
Men tað sum eygu og oyru festa seg við fyrst er
also Angela Gossow, ið sær út, sum er hon tikin
úr eini norrønari gudasøgu, brotin úr gløðandi
málmi, brúsandi sum brim og strálandi sum sólin
á hægsta summari.
Eivør Pálsdóttir
Øll elska Eivør. Vit hava fylgt henni upp á tindar og
ígjøgnum dalar.Tað hevur glett tjóðina at síggja,
hvussu væl tað hevur gingist henni uttanlands,
har hon hevur sópað heiðurslønir og lovorð inn
frá bæði høgru og vinstru. Næstan á hvørjum ári
hava vit sæð menningina og kunna gleðst við
henni, meðan hon hevur borið fram tað besta
hon hevur átt. Vit minnast hana heilt afturi frá
Clickhaze-døgunum, ið enn standa sum ein varði
fyri føroyskan tónleik og sum settu gongd á eina
menning, sum er í besta blóma.
The Ghost
Mangt gátu- og dularfult finst ímillum himmal
og jørð. Men hóast bólkanavnið, The Ghost, kundi
bent á eina tilveru í tí dulda, so kávast og goymast
avrikini hjá teimum báðum, Filipi og Urbanusi í The
Ghost, ikki. Teir hava arbeitt sum úlvar á skóg, nátt
og dag, dult og opið, hesi seinastu árini fyri at fáa
fótin fastan sum bólkur í og uttan fyri Føroyar.
Kelda: www.gfestival.fo
r á G!
Visuell list í grundini
The Ghost
Sakaris
Eivør Pálsdóttir