mikudagur 14. juli 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Stórur eftirspurningur hevur
verið
eftir
tjaldingarplássum
til G! Festivalin hesaferð, og
fyriskipararnir hava havt bíði
listar við fólki, sum ynskja sær
tjaldingarpláss.
– Vit meta, at pláss er fyri
500600 tjøldum og hava so
leiðis roknað út, at pláss verður á
økinum fyri umleið 1950 fólk um.
Tað
sigur
Kristfríð
Tyril,
sum er samskipari av G! Festi
valinum.
Mánakvøldið, tá vit tosaðu við
hana, var tó torført hjá henni at
siga ítøkiliga, hvussu fór at verða
við tjaldingarplássi til øll tey, sum
hava biðið um pláss – og tey, sum
standa á bíði lista.
– Hetta veldst eisini um, hvørt
onkur hoppar frá og um fólk, sum
vilja verða á tjald ingarplássinum,
ætla at hava tjald við sær ella ikki,
sigur hon.
Betri skipan
Kristfríð vísir á, at tjald ing ar økini
eru betri uppmáld í ár enn onnur
ár, og neyvt er ásett, hvussu
økini verða skipað, eitt nú við
trygdargeirum, sum er ein partur
av trygdini og skip anini.
Hon sigur, at tað verður ÍF í
Fuglafirði, sum kemur at taka sær
av vaktarhaldinum á økinum, og
talan verður um eini 70 fólk, sum
eftir einari skipan koma at taka
sær av hes um.
– Ein skúlaflokkur á Kambs
dali kemur aftur í ár at henta
fløskur og annað – og afturfyri
hetta arbeiði, sum tey gjørdu
so væl í fjør, sleppa tey at eiga
fløskurnar, sigur Kristfríð.
Hon vísir á, at fólk, sum koma
á tjaldingarøkið, skulu hava tvey
bond – eitt til tjalding og eitt til
festivalin.
– Tað eru bert fólk, sum hava
atgongd til festivalin, sum kunnu
búgva í tjaldi og soleiðis verða á
tjaldingarøkinum, sigur Kristfríð
Tyril, samskipari.
vilmund@sosialurin.fo
1950 fólk
í tjaldi við
GøtuGjóGv
TVEY BOND - Fólk, sum koma á tjaldingarøkið, skulu
bæði hava band til tjalding og festivalin, tí tað eru
bert fólk, sum hava atgongd til festivalin, sum kunnu
búgva í tjaldi og soleiðis hava atgongd til økið, sigur
Kristfríð Tyril, samskipari av G! Festivalinum
JÓN OG KRISTFRÍÐ
Høvuðspersónurin aftanfyri G! Festivalin er Jón Tyril, og samskipari av stóra tiltakinum er Kristfríð Tyril
Mynd: Jens Kristian Vang
á tjaldingarplássinum. So, tað er
eingin ivi um, at tjalding rættiliga
er vorðið ein týðandi partur av
hugnanum í samband við hetta
stóra tiltak, sigur hann.
Árant Hansen veit eisini um,
at familjur við børnum hava havt
tjaldingarpláss, og hann veit at siga,
at tá verður skipað so fyri, at hesi
pláss liggja eitt sindur fyri seg og
nakað burtur frá hinum øllum.
Hugnaligt kvøld
Spurdur, hvussu tey annars fara at
halda G! Festivalin, siga Árant og
Kirstin, at tey fara at hava okkurt
inni aftur við einum drekkamunni
og kanska ein nátturðabita, um
onkur kemur á gátt.
– Vit fara eisini ein túr til Syðru
gøtu leygarkvøldið og fara annars
at heilsa upp á familju og práta við
fólk, vit møta á leiðini. Hetta er eitt
hugnaligt kvøld, eru hjúnini, Árant
og Kirstin Hansen, samd um.
vilmund@sosialurin.fo
... sjálvt um vit búgva
beint oman fyri tjaldingar
økið, merkja vit ikki tað stóra
til, at so mong fólk savnast
her...
ÁRANT HANSEN
– Eg havi spurt, hví tey ikki fara til Syðrugøtu, har alt
gongur fyri seg. Onkuntíð er svarið, at tað er so nógv
stuttligari á tjaldingarplássinum, sigur Árant Hansen
Mynd: Jens Kristian Vang