Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 42 Sosialurin Leo Poulsen Heimara Helvt er størsti av trimum hagum í Nólsoy. Oygg in er luta í 48 merkur, sum er eitt óvanliga stórt marka tal í mun til støddina av oynni. Hetta kemst av, at oygg in er rík av fugli og var ei si ni fyrr mett sum gott reka pláss, eins og fleiri látur eru runt oynna. Borðan er minsti haga­ part ur in og ber 12 merkur. Mið an ella Junkarshagi ber 14 merkur, meðan Heimara Helvt ber 22 merkur. Ikki bert í markatali er Heima ra Helvt størst, hon ber eisini lutfalsliga fleiri á seyð ir enn hinir báðir haga­ part ar nir. Meðan Borðan van liga tekur 7­8 upp á mørk­ ina, og Junkarshagin tek ur 8­9, so taka teir vanliga ein­ ar 12 seyðir upp á mørkina í Heimar u Helvt. Ymsu fjøllini í Heimaru Helvt verða eisini gingin yv­ ir tveir dagar. Vanliga verður far ið á Urðina, teir rópa, ein dag, meðan teir reka Dalar­ nar og vestari síðu ein annan dag. Leygardagin var tað so vest ara síða og Dalarnar, ið rikn ir vórðu. Partur av manningini fer nið an á oynna, rekur seyðin suð u r móti markinum og so om an av. Annar partur av av fjallmanningini rekur so seyð in undan sær suður á Tjør nu nes og heldur honum til har, inntil menninir ko ma oman av oynni við seyði num haðani. So verður alt rikið saman heim móti bø garði­ num, har nýggja rættin hjá Heima ru Helvt er bygd fyri fá um árum síðani. Konubrot Farið varð frá húsum klokk­ an átta, men sum so ofta dregur nakað út, áðrenn hild ið verður á oynna. Rut­ an passar eisini soleiðis, at Ternan fer av Havnini klokk­ an 7.55 og er tí í Nólsoy klokk­ an 8.20. Nakrir av fjall monn­ un um komu við Ternuni, so klokk an leið væl at hálvgum nígg ju, áðrenn lagt var til brots. Tað gekst kortini sra væl at reka, og um 11­tíðina vóru vit á rættini við fyrru gon gu. So var at fáa sær ein góðan drekkamunn, sum konur og avvarðandi at fjallmonnunum komum við út á rætt. Tað er altíð hug na­ lig løta, og tosað verður um, hvus su raksturin gekk, og hvus su seyðurin sær út. Eftir drekkamunn og stutta hvíld leggur ann ar helmingurin av fjall mon nu­ n um til brots suður í Dalar, með an hin helmingurin er eftir á rættini og klippir seyði num í fyrru gongu. Tíðirnar broytast nógv, og farið er knossið, tá menn knúl vað ust á knøum at klip­ pa niðurbundnum seyði. Nú verða ærnar settar í »gapi­ stokk«, og standa tí up pi, meðan klipt verður. Allar­ helst klippa tveir mans hvør­ ja ri ær, ein á hvørjari síðu. Hetta gongur skjótt, men á Borðuni eru teir enn meiri framkomnir og nýta eld riv n­ an saks at klippa við, og tað gongur uppaftur nógv skjót­ ari. Hendan dagin var ein av fjall monnunum 20 ára gamla Bar bara Andreasen, og fyri ha na er fjallgonga als einki nýtt. ­ Eg mundi vera um 9 ára ald ur, tá eg var á fjalli fyrstu ferð. Mær dámar tað sera væl og eri so at siga altíð við, sig­ ur Barbara Andreasen. Og hon ikki bara gekk aft­ an á seyðinum undir rakstri. Hon hjálpti til í rættini, tók bæði lomb og ær og fírdi ikki fyri at klippa eisini. Hundarnir avgerandi Tað gekk væl í hond hendan dag in, so tá menn komu á rættina við gonguni suð u ri úr Dølum, var mest sum lið­ ugt at klippa fyrru gong uni. Nú fóru menn so undir at geva medisin og at marka lomb ini. Tey verða sproytað fyri brásótt og fáa sprænt med i sin niður í hálsin fyri orm og tílíkt. Hartil verður stroytt eitt sindur eftir rygginum móti seyðalús. Annars má sigast, at seyða rakst ur hevur broytt seg munandi seinastu fáu ár­ ini. Góðir seyðahundar vórðu fyrr roknaðir at vera hundar, sum kláraðu at renna eftir seyði num og bíta teir, jú verri, jú betri. Hundarnir vóru ofta púra óvandir, og kun di finna upp á at storma inn í gonguna við tí úrsliti, at alt slapp. Og so at manna um aft ur. Í dag eru seyðahundar veru ligir seyðahundar. Teir verða vandir næstan dag­ liga, og summir luttaka entá í altjóða kappingum fyri seyða hund ar. So sigast kann, at fyrr run nu hundarnir fyri hjá Hundarnir ge Á Fjalli Leygardagin vóru nólsoyingar á fjalli í Heimaru Helvt, har tvær tær seinastu av trimum gongum vórðu riknar í rætt. Hundarnir eiga í dag meginpartin av rakstrinum, og í mun til fyrr, eru tað nú menninir, sum ganga fyri hjá hundunum Rikið verður heim eftir síðuni Reka