Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108 6 Sosialurin Áki Bertholdsen – At Føroya Løgting skal vera mannað við 33 tinglimum, er alt ov nógv. Tað heldur Kaj Leo Jo­ hanne sen, løgmaður. Og nú ein nógv umrødd nevnd er sett at endurskoða okkara valskipan, mælir hann til, at hon í hesum sambandi eisini tekur spurningin upp um, hvussu nógvir limir skulu vera í Løgtinginum. Í Sosialinum mánadagin reisti Kári P. Højgaard, løg­ tingsmaður spurningin um, at allir politikarar skulu fara 55 ella 10% niður í løn fyri at vísa Føroya Fólki, at teir eru sinnaðir at ganga á odda, nú teir annars áleggja borg arunum eina byrðu og aðra fyri í eini roynd at basa kreppuni. 10 løgtingsfólk færri Hetta er eitt uppskot, sum Kaj Leo Johannesen, heldur lítið um, sigur hann í aðrari grein her á síðuni. Sjálvur heldur hann, at tað er nógv skilabetri at talið á løgtingslimum verður munandi skert. Hann vísir á, at tað eru eisini onnur, sum hava reist spurningin um ikki tað eru ov nógvir tingl imir í Løgtinginum – Álvaratos altso, er tað neyðugt at hava 33 tinglimir at stýra Før oyum, spyr hann. S j á l v u r held ur hann, at eitt ting­ mannatal upp á 23 er hósk­ andi fyri eitt sam fe lag sum tað før oyska. – Skulu vit tosa um at spara, vildi eg per són­ liga nógv heldur viðgjørt spurn ingin um at lækka ting manna talið enn eg eri sinn aður at við gera spurningin um at lækka løn­ irnar, sigur Kaj Leo Jo hanne­ sen. Hann heldur, at ein kombin atión kundi verið at lækka ting manna talið, men at styrkt um sit ing ina í Løg­ ting in um so at hon fekk betri umstøður at virka og at gjøg­ numkanna uppskot, sum verða løgd fyri tingið. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen – Eg má viðganga, at eg smíltust fyri meg sjálv­ an, tá ið eg á Rás2 og í Sosialinum fekk at vita, at Kári P. Højgaard, løg­ tingsmaður, heldur, at politikarar eiga at lækka sína egnu løn 5%­10%. Kaj Leo Johannesen sigur, at hann kann ikki taka eitt slíkt uppskot frá sjálvstýris­formanninum í álvara. Kári P. Højgaard held­ ur, at politikarar eiga at lækka sína egnu løn fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir, nú byrðar skulu leggjast á allar landsins borgarar fyri at koma okkum burtur úr kreppuni. – Tað er í fínasta lagi at vit kunnu senda eitt signalvirði, sigur løg­ maður. Sjálvur róði hann í heyst framundir, at allar almennar lønir og sostatt eisini politikaralønirnar, skuldu standa í stað. – Men tað varð ikki væl dámt, minnist hann og úrslitið varð eisini, at fakfeløgini hildu fast um lønarhækkingina, tey høvdu krav upp á eftir sáttmálanum. – Men hatta uppskotið hjá Kára P. Højgaard um at politikarar nú skulu lækka í løn, ber eitt sindur brá av at verða sett fram fyri at tekkjast veljarunum. Skulu arbeiða fyri lønina Hann heldur, at áðrenn politikarar fara at tala fyri lønarlækkingum, eiga teir at seta teir sjálvum ta krav, at teir arbeiða fyri ta løn, teir fáa. Løgmaður staðfestir, at tað eru fleiri løgtingsfólk, sum taka sítt politiska starv í fullum álvara og sum tískil eru løg tings­ limir burturav. – Men tað eru sanniliga eisini løgtingslimir, sum hava hjástørv av øll um handa slagi. Og í hes um sambandi heldur hann, at tinglimirnir hjá Sjálv­ stýrisflokkinum halda seg sanniliga ikki aftur, tí báðir hava hjástørv og hjávinnur, sum teir røkja afturat sínum løg­ tingssessi. – Tað fyrsta, vit kunnu vænta av løgtingslimum er, at teir eru til arbeiðis fyri sína løn og geva alla okkara orku til tað polit­ isku arbeiði og ikki hava hjástørv og hjávinnur afturat. – Tá ið løgtingslimir hava fingið síni viðurskifti í rættlag í so máta, kunnu teir eisini fara at seta høg krøv til aðrar politikarar, men ikki fyrr, leggur Løg­ maður afturat. Fyri nøkrum árum síð­ ani samtykti Løgtingið at hækka sínar egnu lønir rættiliga munandi. Grundgevingin fyri tí var, at varð lønin hækkað, kundi løgtingslimir verða politikarar burturav og tað skuldi føra til, at dygdin í lóggávuarbeiðnum fór at hækka. Men tey eru mong, sum vilja tvíðhalda um, at tað hevur ikki gjørt mun. Og heldur ikki løg­ mað ur dugir at síggja tær stóru broytingarnar, tí enn eru tað nógv tingfólk, sum hava onnur størv afturat sínum løgtingssessi. aki@sosialurin.fo Uppskot um lønirlækking fekk løgmann at smílast POLITIKARALØNIR Løgmaður heldur, at ongin álvari er í tankanum hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um, at politikarar skulu niður í løn Vil koyra 10 tinglimir úr løgtinginum TINGLIMIR Løgmaður heldur, at tað er ov nógv at hava 33 limir í løg­ ting inum og nú mælir til, at talið á løgtingslimum verður munandi skert Er tað neyðugt at hava 33 tinglimir at stjórna Føroyum? Tað fyrsta, vit kunnu krevja av politikarum, er, at teir eru til arbeiðis fæRRI TINGLIMIR Kaj Leo Johannesen, løgmaður heldur, at 23 løgtingslimir eru nóg mikið til at stjórna Føroyum og tí mælir hann til, at talið verður lækkað