fríggjadagur 16. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
10
Sosialurin
Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Tá G! 2010 skuldi byrja hóskvøldið,
gjørdu regn og nógvur vindur av
ál vara um seg. Á sandinum í Gøtu
skolaðu tungar aldur heilt niðan
und ir pallin, á tjaldingarplássinum
fóru fleiri tjøld um koll og onnur
fuku út á fjørðin og gøturnar í Gøtu
vóru at kalla manntómar, tí tað
regnaði av grimd. Mest vóru vaktar
fólk og fyrireikarar at síggja.
Tað sá ikki gott út. Fleiri gestir á
tjaldingarplássinum funnu leið ina
heim, tí tjøldini vóru burtur, stóri
pallurin mátti ruddast, og hugs
ingur var ikki um at byrja kon serts
kránna, tí ongin hevði hug at vera
úti og ráðiligt var helst ikki at hava
tónleikarar á váta pallinum millum
ljós og leidningar.
G! Moll
Øll bíðaðu. Skráin skuldi byr ja
klokkan 17, men millum klokk an 17
og 19 leikaði harðast á. Onk ur vildi
vera við, at hetta var so sorgblítt, at
her var av sonnum tal an um G! Moll.
Men lagið á fyrireikarum, starvs
fólki
og
festivalgestum
fánaði
ongan tíð, og tá klokkan gjørdist
19 sást, at veðrið batnaði. Júst sum
fyri reika rar høvdu spátt.
Alla tíðina varð tosað um bíði
støðu, men ongantíð hoyrdist nakað
um at avlýsa. Og tá klokkan nærk
aðist 21, fóru fyrireikarar at tosa um
at fáa eina fyribils skrá fyri kvøldið
á Spæliplássinum.
Djørv á G!
Og klokkan 22 fór svenski Moto
Boy á pallin. Eina á pallinum við
son evndum V guitara – tað vil siga í
rock sniði, fór hann á pall við stillum
løgum. Og hann sang sínar stillu
sangir og sang væl. Sermerkt er, at
hann stundum sang so
sera, sera høgt. Í falset.
Og næstan opera kent
ljóðaði hetta. Tað sigst,
at dreingjakór er nakað,
ið fellur honum væl í
oyruni.
Og
stundum
minti tónleikurin um
dreingjakór. Ein frá lík
framførsla, har moto Boy
fekk røst festival
gestunum fyri at teljast mill um
coolastu og djarvastu festival og
tjaldingarfólk, ið finnast.
FM Belfast úr Íslandi settu
av álvara gongd á. Hetta er
elektroniskur tónleikur, ið ikki altíð
tekur seg sjálvan so hátíðarliga.
Sambandið við fjøldina á Spæli
plássi num var gott. Ljóðið var hart
og gott, og pumpandi rú tm urnar
fingu fólk at dansa og røra seg. FM
Belfast hava fingið rósandi orð við
sær, og framførslan á G! Var eisini
góð og full av orku.
So kom Lucy Love. Hon er nevnd
ein stórhending innan rapptónleik.
Og tað sat veruliga væl og umramt
hevði hon dansarar við sær, so
pallframførlan fekk eitt sindur
meira. Pápi hennara var DJ, og tað
sang hon eisini um, men annars
er kanska ivasamt, um vælsitandi
rapptekstirnir søgdu fjøldini so
nógv, men væl framført og sera væl
sitandi rapp.
So kom Hamferð. Bólkurin við
manning ymsastaðni úr Føroyum,
vann Sement kappingina herfyri.
Tungur tónleikur. Harður. Og har
er í øllum førum trupult at hugsa
sær, at orðini søgdu øllum so nógv,
tí ringt var at skilja tey. Men hetta
var kanska spell, tí stundum tóktist,
sum var talan um forvitnisligar
tekstir.
Hamferð er heilt
víst tað tyngsta innan tónleik, ið er
at finna í Føroyum í løtuni. Og tá
slíkt verður gjørt av fullum huga, og
menn veruliga meina tað teir takast
við, so riggar tað. Og tað er gott!
Uttan mun til, um einum dámar
slíkan tónleik, so merkist, at her er
okkurt ektað. Hamferð hevði eina
fr´líka framførslu og var eitt gitt
og tungt punktum fyri hesa skjótt
samansettu skrá fyri hóskvøldið.
Týr og Froðbiar Sóknar Blues
orkest ur, sum eisini áttu á pall hós
kvøldið, fara ístaðin á pallin í dag,
fríggjadag. Og møguliga blíva aðrir
bólkar úr hósdagsskránni eisini
part ur av skránni fyri restina av
G! festi valinum.
G!
Nú munnu allir føroysku festi val
ar nir hava roynt vansarnar við
før oyska veðurlagnum, men G! Var
nokk tan seinasti í røðini, og hevur
annars øll undanfarnu árini verið
hild in í sera goðum veðrið.
Men burtursæð frá flugvandi
tjøld um eina løtu og skerdari hós
dags skrá, so tykist hetta higartil
ikki at órógva góða huglagið á G! Og
hóskvøldið eftir klokkan 22 hugn
aðu fólk sær á G!
dagfinn@sosialurin.fo
ReG!n av G!Rim
Gott laG oG áR
Regn og vindur hóttu við at køva allar vónir um, at fyrsti dagurin á G!festivalinum
kundi byrja. Hóast tað sá eitt sindur keðilgt út fyrstu tímarnar, og tónleikurin fór
í gongd einar fimm tímar seinkaður, so køvdi hetta hvørki áræðið hjá fyrireikarum
ella góða lagið á festivalgestunum,hóast fyrstu tímarnir vóru í G! Moll.