fríggjadagur 16. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
12
Sosialurin
Kjak
Havi verið burturstaddur
í nakrar vikur, og havi
hvørki sæð tíðindi ella ver
ið á internetinum. Og tað
er altíð við eini lítlari vón
um, at onkur bati man hóm
ast í politikkinum og orða
skiftinum, tá tú so roynir at
fara ígjøgnum tíðindini, ið
verið hava heima.
Men gakk. Niðurbræðingin
av allari politiskari meining
og ábyrgd, sum vit hava ávar
að um, síðani ABCflokkarnir
tóku sær valdið í Føroyum, er
eftirhondini fullkomin – og
farin langt niður um abso
lutta nullpunktið.
Ikki bara liggja vit í
full komnum
leiðsluloysi,
har nærum øll mál verða
til vild ar liga
og
ússaliga
hand farin. Vina og kenn
ing ar politikkurin og rossa
hand ilsmoralurin
breiðir
seg í allari skipanini. Starvs
setanir og nevndarval og
stovnsflytingar fara fram
sum eitt absurd teatur. Og
allar grundreglur í einum
fólkaræði standa og riða
leysar í málloysinum hjá sit
andi samgongustjórn.
Andstygd og
meiningsloysi
Tað skapar andstygd og upp
gávulyndi millum fólk – og
øll politiska skipanin verður
koyrd í sama pott: “Tað eru
politikararnir, sum eru so og
so...” hoyra vit javnan. Men
tað passar ikki. Eins lítið og
tað ber til at siga, at “allir
fiskimenn eru so og so...” ella
“allir læknar eru so og so...”
ella “allar flakakvinnur eru
so og so...”. Eins skeivt er tað
at koyra allar politikarar og
flokkar í sama posa at blaka
burtur.
Tí sanniliga eru øll am
boð brúkt til tess at vísa
á alternativar loysnir, at
steðga
niðurbræðingini,
mót mæla og kæra. Men tað
verður oftast lagt út sum
“andstøðugrenj”,
vantandi
samstarvsvilji ella “hatta eru
bara tey”.
Ein hin fremsta avleið ing
in er, at ongin verður settur
til svars ella til ábyrgdar
fyri nakað. Ístaðin sleppa
tey, ið hava kravt seg fram í
álitisstørv, í almenninginum
at spæla óskyldugir and
støðingar til sínar egnu gerð
ir og vantandi avgerðir.
Hykl á hægsta stigi
Bara nøkur dømir seinasta
mánaðin úr fjølmiðlunum:
• Ein
landsstýriskvinna,
ið hevur ábyrgd av økis
menn ing, sleppur at skelda
inn á avgerðirnar hjá
sínum egna landsstýri um
at flyta stovnar og starvs
fólk. Avleiðingar? Ongar!
• Ein landsstýriskvinna í
lógarmálum hevur staðfest
at
rættargangslógin
er
brot in, tá øll løgreglan í
Føroyum varð umskipað
og hevur óteljandi ferðir
verið í fjølmiðlunum og
sagt seg vilja gera nakað
við tað. Avleiðingar? Nei,
nú biður hon danskar
mynd ugleikar
um
at
broyta lógina frameftir.
• Ein løgmaður sleppur at
gera okkum øll til teitis við
at hava formliga heitið sum
landsins politiski leiðari
og blakar burtur rættindi
hjá føroysku tjóðini uttan
lands. Avleiðingar? Ikki
nær námind!
• Ein
fiskimálaráðharri
fer í juli mánaða 2010 at
samráðast
um
makrel
kvotuna fyri 2010. Hvat
hevur hann gjørt seinasta
árið – og hevur hann gjørt
nakað sum helst undan
hesum við at samráðast
ella tryggja rættindi? Av
leiðingar? Nei, gavekk!
• Ein landsstýriskvinna í
al mannamálum
sleppur
í fjølmiðlunum at geva
blokk stuðlinum
fyri
8
árum síðani skyldina fyri
sínar asosialu avgerðir
í dag mótvegis teimum
eldru, ið hava størsta
tørvin á hjálp. Avleiðingar?
Gloym tað!
• Ein
fyrrverandi
lands
stýris mað ur í almanna
mál um, sum hevur latið
alla fíggjarstýring fara og
yvirtrekt fyri 170 mió. á
økinum, sleppur at vaska
hendur í fjølmiðlunum
vegna
javnaðarflokkin.
Og letst nú vera ímóti
teim um avleiðingum, ið
hann sjálvur hevur sam
tykt á løgtingi, hóast tað
var væl og virðiliga víst á
frammanundan, at tiltøk
landsstýrisins fóru bert
at raka veikastu sam
felagsbólkarnar og eldra
røktina.
Fíggjarmálaráðharrin
og bankarnir
Og
fíggjarmálaráðharrin
stend ur knappliga fram í
fjøl miðlunum og letst aftur
vera atfinningarsamur mót
vegis bankunum og teirri
ófatiligu gerðini at flyta allar
okkara peningaskipanir av
landinum. (Í heyst var hann
eisini í fjømiðlunum og lovaði
at geva bankunum kapping
umvegis Húsalánsgrunnin.
Beint eftir avhøvdaði hann
allar møguleikar hjá Húsa
lánsgrunninum
at
fíggja
sethús).
Men hann hevur havt
all ar møguleikar at gera
nakað við elektronisku pen
ingaskipanirnar í bankunum,
og hann hevur kent til av leið
ingarnar í fleiri ár. Tvær ferðir
hevur hann mælt til at fella
lógaruppskot frá Tjóðveldi,
ið kundu seta bankarnar
uppá pláss í hesum máli
og tryggjað føroyska brúk
aran og samfelagið móti
teim um tapum og teirri
vant andi ávirkan á egin við
urskifti, ið nú eru alkend
fyri øll. Allar avleiðingar,
sum føroyska vinnan og
brúkarin nú liva við, vóru
væl og virðiliga útgreinaðar
í lógaruppskotum og fyri
spurn ingum.
Hvat vantandi dirvi og
vant andi avgerðir hjá fíggj
armálaráðharranum
og
hansara
samgongu
hev
ur kostað føroyska sam
felagnum og vanliga brúk
aranum bara í hesum máli,
eru fleiri 100tals milliónir
krónur.
Men hann gjørdi onki –
hóast hann í fjølmiðlunum
lovaði at gera nakað við
tað. Og bæði sum løg maður
og
seinni
sum
fíggjar
málaráðharri hevur hann
tikið avgerð um at broyta
lóggávuna til frama fyri
ætlanunum hjá bankunum
– hóast staðilig mótmæli og
mótuppskot.
Tað tekur ikki fáar minutt
ir at finna fram skjøl og bond,
sum prógva, hvat fyrr er sagt
og gjørt í hesum máli.
Renna undan
sær sjálvum
Men sitandi valdshavarar í
Føroyum tykjast so vísir í,
at teir ongantíð verða settir
til svars fyri nakað, at teir
gleðiliga nýta hvørt høvi
at hykla á hægsta stigi, so
skjótt teir sleppa fram at eini
mikrofon.
Onkuntíð hevur ein bara
hug at smírast at sjón leik
inum. Men tað er í veru
leik anum onki stuttligt fyri
fólkaræðið og framtíðina at
uppliva, at fremstu ábyrgd
arpersónar í landinum dag
liga nýta orku sína at renna
skríggjandi burtur frá sær
sjálvum. Og sleppa at gera
tað uttan at verða settir til
svars.
Opið bræv til Føroya
Løgting 13. juli 2010
Eg bað um innlit í arbeiði
í lógararbeiði viðvíkjandi
upp skoti
til
løgtingslóg
um setanarviðurskifti hjá
prest um. Eg fekk noktandi
svar frá Mentamálaráðnum,
so kærdi eg til Løgtingsins
um boðmann, men um boðs
mað urin meinti, at ikki var
grund ar lag fyri at taka mál
ið upp til við gerð ar. Í svar in
um, eg fekk frá Menta mála
ráð num 20. mai 2010, stóð
mill um annað: ”Annars skal
Menta málaráðið upplýsa,
at uppskotið til løgtingslóg
um størv í fólkakirkjuni
kem ur til almenna hoyr ing
á heim a síðuni Menta mála
ráðsins mmr@mmr.fo, tá tað
verður liðugt til hoyringar.
Mentamálaráðið fer síðani
at viðgera hoyringarsvarini,
áðrenn endaligt uppskot
verð ur orðað og lagt fyri
løg tingið. Tygum fá sostatt
ríki ligt høvi at úttala tygum
um løgtingslógaruppskotið,
áðrenn tað verður enda
liga liðugt og lagt fyri løg
tingið.”
Eg gleði meg til at síggja
uppskotið til løgtingslóg
um størv í fólkakirkjuni,
sam stundis gleði eg meg
til, at fáa ríkiligt høvi til
at úttala meg um løg tings
lógaruppskotið.
Eg fari at heita á tykkum,
sum sita á Føroya Løgtingi,
at taka í álvara, at tit hava
biðið Føroya ungdóm um
at fara út um danska ríkið
at útbúgva seg. Eg taki tað
fyri givið, at tit tá eisini vilja
geva okkum, sum fylgdu
tykkara ynski, møguleika
at koma heim aftur at
starv ast. Tí Føroyar hava
brúk fyri øllum, sum eru
uttan lands og útbúgva seg.
Tí mugu tit eisini leggja til
rættis, at vit fáa møguleika
at koma heim aftur.
Eg fari tí at heita á tykk
um um at broyta lóg ina
so leiðis, at vit, sum hava
guð frøðis útbúgving
okk
ara aðra staðni frá enn úr
danska ríkinum, kunnu fáa
presta starv í Før oy um. Vit
kunnu vera við til at ríka
enn meira um før oysku
fólkakirkjuna. Tí før oyska
fólka kirkjan hevði verið
mun andi fá tæk ari, um teir
prestarnir, sum eru út
búgvn ir uttan fyri danska
ríkið, ikki vóru prestar í
kirkjuni. Føroyska fólka
kirkjan hevur brúk fyri
okk um, tí vit kunnu vera
við til at gera kirkjuna enn
betri.
Fríðleif Lydersen
Prestar í før oysku
fólka kirkjuni
Finnleif Guttesen
Suðuroy
Grátur og tanna
grísl úr Havnini!
Nú okkurt hissini starv
skal flytast úr Havnini
og til Suðuroyar, hoyrist
grátur og tannagrísl frá
landsstýriskvinnuni, borg
ar stjóra, fakfeløgum og ar
beiðsgevarafelagið í Havn.
Nær fara hesi á barri
kad urnar, tá ið størv verða
løgd í Havnini og ikki í út
jaðaranum?
Vónandi eru Jóhan og
Jóannes so mikið at sær
komnir, at teir ikki bakka
fyri
hesum
áganginum
ímóti útjaðaranum.
Hyklið hækkar í hvørjum
Høgni Hoydal
Tey, ið eru sett í ábyrgdarstørv at stjórna landinum, ganga ikki
undan. Tey renna undan avgerðum og síni ábyrgd. Og sleppa
í staðin at nýta tíðina í fjølmiðlunum at hykla og látast vera
ímóti avleiðingunum av sínum egnu (vantandi) gerðum