fríggjadagur 16. juli 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
17
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Zacharias Heinesen:
Bíggjardrongurin,
sum gjørdist stór
keypmaður í Havn
Foreldrini hjá Zacharias vóru Sunn
eva og Heine Heinesen. Sunneva
er jarðað í gamla kirkjugarði og er
umrødd í hesi røð. Zacharias var
borin til festið, men segði tað frá
sær. Hann fór til sjós og varð eisini
skiparalærdur. Hann sigldi í hvussu
er við Lalla Roohk hjá Jens Mohr.
Hann giftist so við Caroline, og tók
við handlinum hjá pápa hennara
Andreas William Restorff.
Frá 1898 hevði hann handilin í
Bringsnagøtu og flutti í 1928 yvir í
Vágsbotn, har handilin hjá gamla
Restorff hevði verið.
Hesi húsini vórðu nútímansgjørd
millum annað við sentralhita, sum
svágur Zacharias, Nyholm Deb
es, stóð fyri. Her hevði Zacha rias
matvøruhandil og manu faktur
handil.
Katrina Christiansen, sum hevði
arbeitt hjá Heinesen, kom at handla
í Bringsnagøtu.
Keypti eisini skip
Hóast tíðirnar í 1920unum og
1930unum vóru sera vánaligar, so
mangar handilsfyritøkur máttu
geva skarvin yvir, vísti tað seg, at
Heinesen dugdi væl at handla og
handilsfyritøkan gekk væl.
Heinesen gjørdi nógv av at
ferðast í útlondum at keypa inn
til handilin í Vágsbotni. Heim
afturkomin var tað vanligt, at hann
hevði eitt stórt uppboð ella auktión,
sum Tom Nicolaisen var vanur at
standa fyri.
Auktiónir hjá Tom var partur
av undirhaldinum tá í tíðini. Tom
var sera hittinorðaður og skemt
ingarsamur maður og kundi hann
fáa fólk til at keypa og bjóða tað
mest ótrúliga.
Lossijaktir við akkord
Heinesen átti tvær lossijaktir „Fram“
og „William,“ sum millum aðrar
Martin Dam og Emil Veyhe, vóru
vanir at sigla við, tá ongin bryggja
var í Havn tey fyrstu árini. Tá máttu
skipini, sum komu úr útlondum,
liggja úti á redini fyri akker.
Onkur av jaktunum hevði motor,
men vanliga nýttu tær segl og árar.
Tað varð sagt, at hesin flutningur
var góð inntøka hjá teimum, sum
høvdu jaktirnar. Teir kundu fáa eini
50 oyru fyri hvørt kolli, jaktirnar
fluttu í land. Tí var tað umráðandi
at verða fyrstur og fáa øll tey smáu
kollini, sum góvu líka so nógv sum
tey størru.
Keypti skip
Seinast í 1920unum setti Zacharias
á stovn P/f NABB saman við
Christian Holm Jacobsen, Dánjal
Jacob Jacobsen, Jens av Reyni og
vist eisini Valdemar Lützen, Peter
Jensen, meiaristi og øðrum.
Í 1927 keyptu teir skonnartina
Martu frá Palla á Mýru á Tvøroyri.
Hon var mett at taka 1.200 til 1.400
skippund, og var skipið sostatt bæði
stórt og rúmligt.
Marta gjørdi sína seinastu ferð
úr Føroyum til Hull við fiski, tá
farið var av Havnini seinnapart
á degi 9. oktober 1929. Hon legði
beinini, tá ið hon fekk ein sjógv við
Fair Isle millum Hetland og Orkney.
Johan Christiansen, skipari, doyði
ta ferðina
Felagið NABB hevði keypt fiska
stykki frá Vilhelm Poulsen, ”Polla
Vilhelm,” uppi á Hálsi, har ítrótt ar
høllin stendur í dag. Her var stórt
fiskapláss, har teir turkaðu fisk til
útflutnings frá skipum teir áttu
t.d. ”Thurid” og ”Normanner” við
ávika vist Tummas í Hanussarstovu
í Skála vík og Lassa Johansen á
Strond um sum skiparum. Teir
løgdu nógvan fisk upp her í Havn.
Dugdi væl við fólki
Heinesen dugdi væl at fara við bæði
skiparum og manning, og vóru tí
skipini altíð vælrøkt og útgjørd.
Tey høvdu mest sum altíð somu
manning úr Sandoynni og norðan
úr Vík.
Skipini fóru tíðliga av stað og
komu tíðliga heimaftur av Suður
landinum. Fiskurin varð koyrdur
niðan á Háls at turka, soleiðis at
teir altíð sluppu tíðliga av við sín
góða fisk.
Hetta gav nógv arbeiði til tey,
sum arbeiddu í fiskinum og til teir,
sum vóru við skipunum. Hetta
kom væl við hjá handilsfyritøkuni
hjá Heinesen, sum reiddi skipini
út. Tey, sum arbeiddu í fiskinum,
keyptu alt, sum tey skuldu nýta frá
handlinum.
Tá ið borgarakríggið í Spaniu og
seinni heimsbardagi tóku seg upp í
30unum minkaði eftirspurningurin
av klippfiski burtur í onki. Tá varð
felagið NABB avtikið, og skipini
”Turid” og ”Normanner” vórðu seld
til Íslands. Fyrst í februar mánað
1952 sigldi Normanner á land og
sakk við Orknoyar.
Í mars mánað 1943 keypti P/F
Vágsbotnur við Zacharias Heinesen
sluppina ”Isabellu” frá T.F. Thomsen
á Tvøroyri.
Ætlanin var, at hon skuldi sigla
við ísfiski úr Íslandi til Onglands,
eins og tær føroysku sluppirnar
gjørdu undir seinna heimsbardaga.
Men skipið fekk slíkan skaða á
ferðini til Havnar, at tað kom ikki
í drift.
Seinni gjørdist skipið til Álaker
hjá Kjartani Mohr, og førdi tað
manga lastina av fiski til Føroyar.
Tá ið fyrsta ”Tjaldur” hjá P/F
Skipafelagnum Føroyar varð keypt
til Føroyar seinast í 1920 setti
Heinesen pening í hetta skip og
var hann í fleiri ár nevndarlimur í
felagnum. Tá ið hann fall frá, kom
sonurin William at sita í nevnd
Skipafelagsins.
Johan Restorff Jacobsen kann
minnast Heinesen sum ein eldri
mann, har hann sat á skrivstovu
síni, sum var hvítmálað við myndum
á bróstinum. Í handlinum arbeiddi
eisini pápi Johan, sum seinni tók
yvir tann partin av virkseminum
hjá Heinesen, sum í dag er hjá
Andre as í Vágsbotni.
Tey seinastu árini var Zacharias
sjúkligur og mátti tí koyrast mill
um handilin og heimið við Ting
húsvegin.
Kjartan Bentsen, sum starvaðist
í Vágsbotni um hetta mundi, var
vanur at koyra Heinesen aftur og
fram.
Zacharias Heinesen doyði so í
1944. Sonur hansara William tók við
leiðsluni eftir pápan. Men hann var
kanska ikki eins góðu “kapitalistur”
sum hann var rithøvundur og alt
annað, hann var.
Fyritøkan varð fyrst umskipað
til eitt partafelag, men í 1953 fór hon
á húsagang. Tá var eisini kreppa í
Føroyum.
Tá kom Valdemar Lützen at
yvirtaka tann part av fyritøkuni,
sum í dag er Miðlahúsið, meðan
systirsonur
Carolinu,
Andreas
Restorff Jaocbsen, kom at yvirtaka
og framvegis hava handilin beint við
síðuna av. Hesin handil er seinasta
minni um handilsvirksemið hjá
gamla Restorff, sum byrjaði í 1856,
og sum framvegis er í ættini.
Inni í hesum handli eru áhuga
verd minni um ta gomlu tíðina.
Millum annað er ein rútur við und
irskriftum hjá nógvum av teimum,
sum hava vitjað inn í handilin.
Kelda: Johan Restorff Jacobsen
Seinast høvdu vit frásøgn um Caroline Heinesen. Hon liggur undir
liðuni á manni sínum Zacharias, sum var bóndasonur úr Bø
Caroline og Zachariasen Heinesen liggja undir liðini á soninum
Heina. Hann doyði í Vancouver vestast í Canada í 1927. Tá fór
Zacharias allan henda langa teinin eftir líkinum, og Heini
varð jarðaður hálvan mánaða eftir, at hann doyði
Fiskafólk uppi á NABB. F.v. vinstru John hjá Tummas Juel, Olivia hjá Toft Óla, Valger hjá
Rasmus í Funningstovu, Essa hjá Rubekki, Sanna hjá Íslendinginum, Annelin hjá Kvívíks
Tummas, John hjá Poul á Kirkjuveg, Bina hjá Poul Johs.Anna á Hellu og Poul á Kirkjuvegi
Zacharias teknaður av
soninum William
Handilsfyritøkan hjá Z.Heinesen frá 1928
Í komandi parti
verður greitt frá Jónu Joensen,
sum doyði sum smágenta.
Mamma hennara varð koyrd
sum lærari, tí hon gjørdist
baptist.