Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108 20 Sosialurin Ítróttur Snorri Brend Er tað nakað sum tær 13 genturnar á gentuliðnum – gentur 14 ár – hjá Neist anum hava sæð fram til í summ ar, var tað luttøkan í ársins Partille Cup í farnu viku. Í samfull tvey ár hava tær vant, bæði summar og vetur, soleiðis at tær kundu verða so væl fyrireikaðar sum gjørligt til hesa luttøkuna. Í teim um var tendraður ein neisti, sum vónandi kundi føra tær heilt upp á sigurs pallin. Undan teimum hava onnur før­ oysk lið tikið lut, men ongatíð hevur nakað teirra vunnið gullmerki, eins og tað eydnaðist ungu kvinnunum úr Neistanum. Vónirnar um at koma so langt, vóru kanska ikki av teimum bestu undan kappingini. Har vóru onnur útlendsk lið, ið tey serkønu mettu sum rættiliga sjálvsøgd at vinna sær heiðurs merki – og eisini eitt gull merki. Tað skiltist frammanundan, at rukku tær einum plássi í finaluni, so vóru tær nøgdar við tað. Men so hvørt sum kappingin leið, og Neista­genturnar fingu hálað ein stór sigurin fyri og annan í hús, vant aði bert tann seinasti og av­ ger andi dysturin – finalan móti Hjortshöj Egå IF úr Danmark. Sum við so mongum øðrum fin al um, var her talan um ein sera javnan dyst, har einki varð avgjørt fyrrenn fá sekund undan dystarloki. Tíbetur fyri føroysku genturnar fingu tær tað seinasta og avgerandi málið. Og løtu seinni fingu tær heið urs merki úr gulli og eitt steyp til ognar. 12 sekund Partille Cup er heimsins størsta ung dómskapping í hondbólti. At vinna eina av kappingunum her, er ikki hvørs mans føri. Gentur 14 ár hjá Neistanum vóru væl fyrireikaðar, og á vegnum fram móti finaluni vunnu tær á liðum úr so ymiskum londum sum Svøríki, Sveits, Noregi og Nigeria. Tað vóru tey, sum góvu danska mótstøðuliðinum í finaluni ein góð­ an møguleika at vinna eisini henda dystin. Men soleiðis varð ikki. Tað gekk javnt á við dystar­ byrjan. Neistin fekk fyrsta málið, men áðrenn tær vistu av, høvdu hinar lagt seg á odda 2­1. Síðani kom Neistin fram um aftur 3­2, og Hjorts höj Egå aftur 4­3. Beint áðrenn hálvleik vóru før­ oysku genturnar á odda 5­4, men eitt danskt brotskast javnaði síðani til 5­5. Her var talan um ein javn an og ikki serliga málríkan finalu dyst, um ein skal døma eftir fyrra hálv­ leiki. Í øðrum hálvleiki gekk soleiðis, at tá 10 minuttir vóru eftir, var Neistin á fyrsta sinni á odda við tveim um málum. Danska liðið fekk ein leikara útvístan, men tær strídd ust manniliga, og tá 90 sek­ und vóru eftir javnaðu tær til 10­10, samstundis sum Neistin nú fekk ein leikara útvístan. 12 sekund áðrenn dystarlok fekk føroyska liðið brotskast, sum end aði í málinum. Soleiðis vunnu Neista­genturnar ta mest jøvnu final una í ár við 11 málum ímóti 10. Samstundis sum tær vunnu hesa finaluna, kundi teir ovurfegnu leik ararnir, venjararnir Mildrið Jacobsen og Dánjal Pauli Mohr, og við halds fólk teirra fegnast um, at eitt før oyskt lið á fyrsta sinni hevur vunn ið eina finalu í Partille Cup. Eisini vit í Miðlahúsinum ynskja teimum tillukku við hesum bragd­ inum. snorri@sosialurin.fo Hondbóltur »Tað mátti henda ein dagin«. Soleiðis tekur ein trúgvur Neista-viðhaldsmaður til, eftir at eitt av gentuliðum teirra gjørdi ikki mætari enn at skriva føroyska hondbóltssøgu við at vinna gullmerki í Partille-cup í Svøríki sunnudagin. Hetta er fyrstu ferð, at nakað føroyskt lið hevur vunnið gullmerki í hesi stóru kappingini Skrivaðu føroyska hondbóltssøgu í Svøríki Hesar vunnu gull fyri Føroyar og Neistan á Partille Cup í Svøríki. Aftast frá vinstru: Matilda Borum Hansson, Lea Reginsdóttir, Marianna Holm Jacobsen, Kristina Heðinsdóttir Clementsen, Jóhild Sørensen, Fríðhild Maria Isaksen Jacobsen, Brynja Sveinsdóttir og Brynja Høj. Fremst frá vinstru: Mona Dam Poulsen, Brynhild Haraldsen, Lilja Mohr, Súsanna Pálsdóttir Nólsoy og Jóhanna Niclassen. Venjarar teirra eru Mildrið Jacobsen og Dánjal Pauli Mohr Mynd: neistin.fo GULL Tróndur Arge Tað var væntandi, at New­ castle­liðið fór at verða ógvu­ liga sterkt í mun til tað før­ oyska, men sum dysturin leið, gjørdist greitt, at føroyska liðið var væl við. Newcastle­ spæl ar ar nir eru í holt við sína pre­season venjing og tað sást aftur til tíðir. Tað tekur tó einki frá før oyska innsatsinum. Í fyrra hálvleiki hevði New­ castle meira spæl og í løtum sást munur á liðnum báðum, men sum hálvleikurin gekk, kom før oyska liðið fyri seg. Í sein asta álopinum í fyrra hálv leiki legði Newcastle seg á odda, eftir at føroyska liðið misi bóltin í uppspælinum. Í seinna hálvleiki kom før­ oyska liðið veruliga fyri seg og var til tíðir omaná. Mitt í seinna hálvleiki javnaði Gunnar Zachariassen eftir upp spæl frá innskifta Pál Joensen, sum úr vinstru síðu spældi inn fyri til Gunnar, sum var leys ur og tryggur framman fyri mál inum. Jóan Símun brendi Millum mótstøðumenninar var føroyski Newcastle­spælarin, Jóan Símun Edmundsson, og løtu eftir útjavnandi mál ið gjørdi føroyska verjan brots­ spark ímóti Jóan Símuni. Hann varð sjálvur settur at skjóta, men Teitur Gestsson í føroyska málinum bjargaði! Í seinasta álopinum í dyst­ inum fingu føroyingar horna­ spark í høgru síðu. Sørmund Kalsø, sum spældi allan dystin í miðverjuni, var hægstur og stútaði bóltin í kassan til enda­ liga úrslitið, sum altso gjørdist 2­1 til føroyska U19­landsliðið. Millum áskoðararnir vóru Newcastle­venjarin, Chris Hughton, og fyrrverandi Liver­ pool­ og Newcastle­spælarin. Peter Beardsley. Á odda fyri New castle­liðnum stóð Colin Calder wood, sum á sinni var inni í myndini at gerast før­ oyskur landsliðsvenjari. Eftir dystin var Chris Hughton nøgdur við mót støð­ una, frá føroyska U19­liðnum Ábraham Løkin, venjari hjá U19­landsliðnum, var væl nøgd ur við føroyska innsatsin og úrs litið. Hann læt eisini væl at um støð unum og tí sum liðið hevði fingið burtur úr á ferðini í Newcastle. Teir yngru taptu Eisini hini bæði ungdóms­ landsliðini spældu mikudagin. U17­landsliðið tapti 3­0 fyri Whitley Bay FC, sum er eitt lið uttan fyri Newcastle. Aftur her var stór ur munur á likamligu styrk ini á liðunum, og onkur av mótstøðuspælarunum mundi helst táttað í tey 20 árini. U17­ liðið vísti gott spæl til tíðir og kundi við størri neyvleika havt skorað bæði eitt og tvey mál. U15­landsliðið tapti 2­0 fyri Wallsend Boys Club, ið hevur fostrað spælarar sum Alan Shearer og Peter Beardsley. Tekn iskt stóðu føroyingarnir ikki nógv aftanfyri, men likam­ liga vóru teir við undirlutan. Til tíðir spældi U15­liðið góð an fótbólt, men hevði trup ult við at skapa teir stóru mál møgu­ leikarnar. trondur@sosialurin.fo U19 vann á Newcastle u-landslið Jóan Símun Edmundsson brendi brotsspark fyri Newcastle í dystinum mikudagin, sum føroyska U19-landsliðið vann 2-1