fríggjadagur 16. juli 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Eg eri sera glaður fyri innsatsin,
sum spælararnir gjørdu á vøll
inum, tí allir góvu seg meira enn
100 prosent, og gjøgnum allan dyst
in megnaðu vit at halda allar tær
avtalur, vit høvdu gjørt framm an
undan. Sjálvandi ert tú ongantíð
nøgdur við at tapa, men her var
altso talan um so sterka mótstøðu,
at tað kundu vit ikki gera so nógv
við.
Jógvan Martin Olsen var týðiliga
errin av spælarunum hjá Víkingi,
eftir at teir í steikjandi hita niðri
í Turkalandi »bara« høvdu tapt
30 fyri Besiktas. Í nógva hitanum
royndu spælararnir at ansa eftir,
at teir fingu neyðugu vætuna, men
kort ini vóru teir allir lætnaðir nógv
eftir dystin – og tann, ið mist mest,
var lætnaður hálvtfimta kilo!
Rós frá Schuster
– Undan dystinum vóru vit eisini
ávaraðir um, at vit kundu vænta
okkum serliga heita móttøku frá
fjepparunum hjá Besiktas, men
tað gjørdist heilt øðrvísi, enn vit
høvdu væntað. Teir høvdu nokk
skilt í fjølmiðlunum, at hetta vóru
alt amatørar, sum vitjaðu, so teir
tóku sera væl ímóti okkum, og tá
dysturin var liðugur, sungu teir
»Víkingur! Víkingur!« fyri spæl
arunum hjá okkum, sigur Jógvan
Martin, ið eisini fekk rós frá týska
Besiktasvenjaranum:
– Ja, Bernd Schuster segði eftir
dystin, at hann var imponeraður
av spælarunum hjá Víkingini, og
at hann sjáldan hevði sæð so góða
taktiska disiplin. Sjálvur kundi eg
heldur ikki seta fingurin á nakað,
men vit iðraðu okkum eitt sindur
um, at teir skuldu fáa hatta triðja
málið aftrat ímóti endanum.
Geza stóð væl
Turkiski landsliðsframherjin, Nihat
Kahveci, sum hevur spælt í sjey ár
á hægsta stigi í sponskum fót bólti
við fyrst Real Sociedad og síðani
Villareal, skoraði umleið 20 min
uttir inni í hvønn hálvleiki, og í
seinasta minutti økti Mert Nobre
við skallara til 30. Umframt hetta
søgdu hagtølini 161 til Besiktas
í skotroyndum og 181 í horna
spørkum.
– Størsta møguleikan hjá okkum
hevði Páll Klettskarð, tá hann í fyrra
hálvleiki royndi seg við góðum skoti
úr 20 metrum, men málmaðurin hjá
teimum fekk akkurát fingrarnar á
bóltin. Annars høvdu vit í fyrra
hálv leiki gott uppspæl nakrar ferð
ir, umframt at Geza Turi hevði einar
tvær fantastiskar bjargingar í fyrra
hálvleiki og eina í seinna, sigur
Jógvan Martin Olsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hagtøl úr Newcastle:
Newcastle U19 - Føroyar U19 1-2
1-1: Gunnar Zachariassen
1-2: Sørmund Kalsø
Byrjunarliðið (4-2-3-1): Teitur Gestsson – Rene Joensen, Eli F. Nielsen, Sørmund Kalsø,
Rógvi Nielsen – Ari Ellingsgaard, Ivan Joensen – Bogi R. Petersen, Gunnar Zachariassen, Janus
M. Thorup – Holgar Durhuus
Á bonkinum: Pál Joensen, Justinus Johan Jacobsen, Kristian Joensen, Árni Frederiksberg,
Andras Vágshegg, Páll H. Jacobsen
Whitley Bay FC - Føroyar U17 3-0
Byrjunarliðið (4-2-3-1): Jákup Højgaard – Jóhan á Plógv, Hørður Askham, Allan Hansen,
Rói av Fløtum – Brandur Suðuroy, Magnus Egilson, Ragnar Tausen, Marcus Clementsen, Ári
Danielsen – Rasmus Dan Sørensen
Á bonkinum: Petur Høj, Jákup Sveinbjørn Olsen, Arnold Kristiansen, Andrias H. Eriksen,
Eirikur M. Ellendersen, Teitur Olsen, Eli Leifson Nolsøe, Bárður Guttesen, Kári Hvannastein
Wallsend Boys Club - Føroyar U15 2-0
Byrjunarliðið (4-2-3-1): Axel Berg – Betuel Hansen, Bartal Wardum, Jákup F. Hansen,
Hilmar L. Jacobsen – Hákun Edmundsson, Áron Clementsen – Sigurd Poulsen, Brandur Olsen,
Patrik Jóhannesen – Jóhannus Hansen
Á bonkinum: Súni Højgaard, Rói Olsen, Esmar Clementsen, Tór av Skarði, Elias Rasmussen,
Jákup Olsen, Meinhard Olsen, Leivur Højgaard, Poul Ingason
UEFA Europa League · Besiktas Inönü, Istanbul, hósdagin 15. juli 2010 kl. 21.00
Besiktas - Víkingur 3-0 (1-0)
1-0: Nihat Kahveci, 19.
2-0: Nihat Kahveci, 65.
3-0: Mert Nobre, 90.
Dómari: Igor Egorov, Russland
Besiktas: Hakan Arikan – Erhan Güven (Ekrem Dag, 73.), Ibrahim Toraman, Ibrahim Üzülmez,
Tomas Sivok – Fabias Ernst, Rodrigo Tabata – Nihat Kahveci (Mert Nobre, 83.), Matias
Delgado (Necip Uysal, 83.), Ricardo Quaresma – Bobo
Gult kort: Ibrahim Toraman
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen –
Sølvi Vatnhamar (Áslakur R. Petersen, 89.), Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Hans Jørgen
Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 46.) – Finnur Justinussen, Páll Klettskarð (Andreas Lava
Olsen, 76.)
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar
Víkingur
imponeraði Schuster
Europa LEaguE Venjarin hjá Besiktas hevði sjáldan sæð so góða taktiska disiplin, sum hann sá hjá Víkingi
í dystinum í gjárkvøldið, men teir í Víkingi iðraðu seg um, at Besiktas skuldi fáa triðja málið til síðst
Myndir: kralspor.ensonhaber.com