fríggjadagur 16. juli 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
Sosialurin
Føroya Banki søkir í løtuni eftir næmingum.
Í Føroya Banka eru vit dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí hava vit
ment okkum til eitt sterkt norðurlendskt samtak við 450 starvsfólkum
í Føroyum, Íslandi, Danmark og Grønlandi.
Vilt tú verða partur av framtíðini hjá Føroya Banka? Vilt tú verða
ein av okkum?
Send tína umsókn við CV og møguligum prógvum við telduposti til
starvsfolk@foroya.fo.
Umsóknarfreistin er 19. juli.
Les meira á www.foroya.fo
Hjá okkum fært tú eina
lønandi útbúgving
Yvirskrivtin kundi verið ein
við merking til altjóða fíggj
ar kreppuna. Orðini eru úr
Brecht Cabarettini – GOYM
MORALIN TIL SEINNI, ið
verður framførd á Tjóð pall
inum í hesum døgum.
Tað er nýstovnaði leik
bólkurin GRUGG, ið bjóðar
vælkomin. Í somu løtu dyrnar
lata upp til leikhøllina, er tú
greið yvir, at her hendir nak
að, ið ikki plagar at henda.
Gjørdist
nærum
ovfarin.
Allir sjónleikarar koma tær
fryntliga ímóti og bjóða væl
komin. Sama gólvið, tú stígur
inn á, er pallur og áskoð ar ar
nir sita uppeftir á báðu meg
in – nærum í atriums garði.
Hvussu skal tað byrja,
tá allir leikarar longu eru
á pallinum og ljós er inni?
hugsaði eg, tá onki leik tjald
er? Væntaði, at tey fóru
útaftur fyri síðani at koma
innaftur og byrja fram førsl
una. Jú lætt og elegant er
svarið: Ljósið verður sløkt,
tað er myrkt nøkur sekund,
og tá ljósið aftur verður
tendrað, er leikurin byrjaður
við miklum ágrýtni, sangi,
tónleiki, virkisfýsni – og
stundum jongleringum og
akrobatikki. Sam anumtikið
jaligt energi. Eis ini er hetta
ogn í víðkanini av býar lív
inum í Havn. Í vikuskiftinum
byrj ar framførslan kl. 10 á
kvøldi, so smá barnaforeldrini
kunnu leggja børnini, áðr
enn barnagentan tekur við,
soleiðis at tað legst ein ser
ligur upplivingardámur yvir
kvøldið
Tær hava verið stórtøknar
íbirt ara konurnar – Barbara
Christoff er sen, Ria Torgarð
og Súsanna Tor garð – at
leggja lunnar undir leik
bólk in Grugg við Bertolt
Brecht, at fáa royndu sjón
leik ararnar Hans Torgarð og
Páll Danielsen at vera við
og síðani Sonju Kelhler sum
leik stjóra við sínum finska
spæli manni. Hon er víðagitin
sum mæt asti Brechttulkari.
Víst eru hesir sjónleikararnir
nøkur av okkara allarbestu
undir øllum umstøðum, Men
onkursvegna gevur leik stjór
in teimum eykaorku ella
megi. Tey eru ikki kørg við at
brúka seg sjálvan, sín kropp
og sína rødd. Tað tykist at
fella teimum ómaka leyst og
leikandi lætt. Og so er veru
leikin, at hetta eru millum
kravmiklastu leik lutir á palli
yvirhøvur.
Tekstirnir eru tiknir úr
ymiskum leikum og tekstum
hjá Bertolt Brecht, sum ofta
brúkar ein sang uppií fyri
at framskera boðskapin.
Yvir skrivtin til hesa grein
er tó tikin úr einum teksti,
ið Hans so meistarliga ber
fram, soleiðis skiftir Brecht
ímillum ymisk amboð, so
eingin skal vera í iva.
Barbara
Christoffersen
hev ur fá ár á baki í mun til
hini, men hon smæðist ikki
burtur mill um tey, ið framm
an undan eru vorð in fólka
ogn. Ikki bert hon, men eisini
hini eru í góðum sel skapi.
Tað vísti hon eisini sum trú
boð ara stjúkmamman
við
hinkubeini í Aftaná undrið .
Har var annars nógv at
lata seg hugtaka av. Mær
dámdi serliga væl varliga og
eyma ástar leikin við Hans og
Riu eins og dansin hjá Pálli
og Riu. Hetta var alt so javnt
gott, at ilt er at taka dagar
ímill um, men jong ler ingin
hjá Hansi og Pálli við stavin
um, har teir bæði fingu men
talar og likam ligar veingir,
har
stav urin
sam stundis
var álitið, lyfti eisini okk um
askoðar uppfrá í kæti.
Bertold Brecht er ikki
nakar hvørsumhelst. Doyði
58 ára gamal fyri meiri enn
hálvari øld síðani og er
kortini alsamt áhugaverdur
og hugvekjandi. Listarliga
nýhugsan hansara lá í at
beina fyri romantikki og
kenslum, ið laga seg eftir
hinum einstaka. Sjónleikur
skuldi ístaðin fyri undirhald
eggja til skynsemi og skil
og síðani fáa fólk at hugsa
og taka støðu ístaðin fyri at
lata seg tøla ella lata seg taka
av fótum. Han hugsaði altíð
politiskt – sosialistur um ein
háls, og niðurstøðan var, at:
Um tey niðastu ikki hugsa
um tey niðastu, so fáa tey
ongatíð høvdið fyri seg.
Teksturin er ofta stutt
ligur og beinrakin, tí vit
kenna okkum sjálvi og onnur
aft ur í boðskapinum.
Pallurin er so nakin hann
kann verða, nakrir soda vatns
kassar, ein skotskur stavur
við drykkisteypi i hand
tak in um og ein fótboltur.
Bún arnir minimalistiskir. Á
henda hátt verður boðskapur
Brechts eisini mest sjónligur.
Einki fjas við kenslum og
friðsælu. Einki uttanumtos.
Sjónleikararnir vóru á alla
tíðina. Tú sást tey ikki bert
framman og aftan, men eisini
úr erva, og tey fylti pallin og
rúmið saman við em patiska
klaverspælaranum
Hans
Paula Torgarð. Tøkk og prís,
at tey ikki kunnu lata vera
við at gera sjónleik. Tað man
vera tað, ið drívur verkið.
Samanumtikið satiriskur
og stutt ligur sjónleikur um
peningaligt mutur og gramm
leika, svik og fals. Við ur skifti,
ið eru vorðin so sjón lig und ir
núverandi glo balu búskapar
ligu krepp uni. Ivist ikki í, at
onkur eis ini spyr: Júmen er
tað ikki júst hetta, ið eisini
fer fram í landi okkara, har
politiska og peningaliga valdið
skiftast um at leikstjørna og
framføra og goyma moralin
til seinni, meðan
tey niðastu ikki fáa
høvdið fyri seg.
Er tað verri at rána ein banka
enn at stovna ein banka?
Karin Kjølbro