Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Sosialurin Fríggjadagur 16. juli · Nr. 108 · Lýsingartilfar Handil Lýsingartilfar Alt frá pilkum til bátar EiN av bEst kENdu FyritøkuNum í LaNdiNum Er P/F JógvaN WEihE í havN, sum hEvur Eitt stórt vøruúrvaL av øLLum tiL FrítíðarFóLkið og viNNuNa Magnus Gunnarsson Jógvan Weihe er eitt kent navn innan sølu- og handilslív í Føroyum. Jógvan Weihe arbeiddi sjálvur sum ferðandi sølumaður fyri Lands- handilin og aðrar heilsølur í mong ár og kom at kenna nógv fólk kring landið, áðrenn hann stovnaði sína egnu fyritøku í 1991. Við áræði og áhaldni bygdi Jógvan, saman við konuni Hildi- bjørg, sítt virki upp til at verða eina av kendastu fyritøkunum av sínum slagi í landinum, sum síðan 2004 hevur hildið til í stóra virkis bygn- inginum við Stiðjagøtu í Havn. Handilsbygningurin rúmar ein- um hópi av ymiskum vørum og hev- ur umboð upp á alt millum himmal og jørð – alt frá hosum til plattar av hoyggi og stórar Viksund bátar. Í handlinum er eisini ein rúgva av bæði arbeiðs- og frítíðaklæðum at finna av kendum merkjum sum Bergans, Helly Hansen, Fjällräven og Columbia. Eisini umboðar fyri- tøkan svensku arbeiðsklæðini Tranemo. Fyritøkan er eisini kend fyri sítt stóra úrval av arbeiðsklæðum og fiskireiðskapi, bæði til vinn una og til frítíðarfiskaran, kamping- útgerð, eins og setepli og útgerð til urtagarðsrøkt. Fyri at taka burt- ur úr rúgvuni kunnu vit nevna at fyritøkan eisini selur t.d. rusk íløt, fløgg, skógvar og stivlar, vakum- maskinur, grillir og terassu hitarar. P/f Jógvan Weihe er eisini skipa- umboð hjá eitt nú norskum línu- skipum, sum fiska undir Føroyum. Í dag hava synirnir tikið yvir við Ólavi sum stjóra og Gunnari Oluf sum nevndarformanni. Jógvan Weihe er enn virkin í fyritøkuni sum sølu maður. Í dag starvast átta fólk hjá P/f Jógvan Weihe. maggi@sosialurin.fo regatta flótidraktir regatta bjargingarvestar Frítíðarfisking bergans frítíðarklæðir viking gongustivlar